Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vænta nógv fólk til Svínoyar

SKRIVAÐ: Dávur Winther (orð og myndir)  |  14.06.2019 - 10:20 Tíðindi

Tað frættist úr Svínoy í morgun, at nógv fólk kom út í gjár og vænta tey annars fleiri í dag. Hetta í sambandi við at minnisvarði verður avdúkaður.

Kunningarstovan hevði í gjár selt 320 ferðafeðlar og verða helst fleiri seldir í dag og í morgin. So tá ið til stykkis kemur kann væntast at eini 600 fólk ella meir verða við til løtuna, tá ið minnisvarðin, “Dropi í lívsins havi” verður avdúkaður í moring, leygardagin.

Ferðaseðlar til siglingina í morgin, leygardagin 15. juni 2019 eru skipaðir við keyp av bondum á Kunningarstovuni í Klaksvík, sum hava ymiskar litir til hvønn túrin – Sí ferðaskrá niðanfyri.

Ættin er góð til Svínoyar í morgin, so siglt verður á Eiðið, og hann sigur 4 m/s av eystri, lítt og boðar frá onkrum sólglottum eisini.

 

Byrjað verður við morgunmatarborði í Gamlagarði

Úr skránni:

Kl. 08.30 – 11.00        Morgunmatur á Gamlagarði

                                    Ein løtt máltíð við te ella kaffi

 

Kl. 13.00                     Guðstænasta

                                    Samanringing, Preludium, Inngangsbøn

                                    Stutt tala í sambandi við dagin: Jóannes Purkhús, sóknarprestur

                                    17 Sangarar syngja - Uttan teg  

Prædika: Jógvan Fríðriksson, biskupur

Tey á Váli syngja - Á, tú sorgbundna sál

-        Felagssálmar verða eisini sungnir

Útgangsbøn, Biðisløg, Postludium

 

Kl. 14.00                     Farið verður út til minnisvarðan, “Dropi í lívsins havi”

17 Sangarar syngja – Bert ein dag   

Jógvan Skorheim, borgarstjóri heldur røðu

Felagssálmur

Poul Sivar Olsen greiðir frá tilgongdini at reisa minnisvarðan

Edward Fuglø greiðir frá hugskotinum handan minnisvarðan

Tey á Váli syngja – Eg eigi Hirða

Heri Joensen, prestur flytir fram røðu

17 Sangarar syngja – Allar staðir har eg fari.  

Minnisvarðin verður avdúkaður av Bjarna Jacobsen

Minnispláta verður avdúkað av Petur Danielsen

Heri Joensen, prestur lýsir signing

Felagssangur, Tú alfagra land mítt

 

Kl. 15.00                     Vitjað verður runt í bygdini – Símun Hansen, Óli og Jógvan Edmund á Geilini siga frá

 

Kl. 16.00                     Boðin verður suppa í Gamlagarði            

 

Soleiðis verður siglt, leygardagin 15. juni:

Kl. 07.00         Tjørnunes siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 08.15         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 08.45         Tjørnunes siglir úr Hvannasundi til Kirkju

Kl. 09.45         Tjørnunes siglir úr Hvannasundi til Kirkju

Kl. 09.30         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 10.45         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.00         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

                        Ritan tekur í mesta lagi 121 ferðafólk hvørja ferð

 

Kl. 15.30         Ritan siglir úr Hvannasundi til Fugloyar

                        Innaftur umvegis Eiðið

Kl. 16.30         Ritan siglir av Eiðnum til Hvannasunds

Kl. 17.15         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 18.30         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 19.45         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 21.00         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 22.15         Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Um tá vísir seg ikki at vera nóg mikið av fólki innaftur, verður hildið fyrr  uppat at sigla

– Nærri kunning verður á heimasíðuni hjá Norðlýsinum og Klaksvíkar kommunu.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jól og góðveður
Klaksvík­ingur er mannaður til 2026
Jóla­heilsan frá Stjørnuni og Polarhav
Fyrstu ábendingar um KÍ-hópin í 2026
Ísurin er ordiliga góður
- Nógv er framt, og annað spennandi sten…
Grønari og bíligari orka til øll
Bylgju Cup 2025
Børnini tosaðu við Stubba
Jobmatch gevur ítøkilig úrslit
Ein vøkur siðvenja – 75 ár á baki
Evangeliskt sangmøti í Hermon í Norðdepl…
Jóla­heilsan frá Stril Herkules
Bragd á opnum havi: Bjargaðu 41 flóttafó…
Skrokku­rin til frystitrolaran til Varðan…
Ringið til Jóla­mannin jólaaftan
Frá okkum til tykkum
Takk fyri jóla­heilsan frá Sigrid Dalsgar…
Bogi: - Føroyar selja fyri 1. mia krónur…
Jóla­heilsan frá Wind Keeper