Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókaframløga: Heimalambið Nella

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.05.2026 - 11:38 Mentan Tíðindi

Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt. Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar fyri bókaframløgu 30. mai kl. 11 í Klaksvíkar bókasavni. Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

 

Til bókaframløguna fer Gunnrið Kallsberg at práta við Bettu og Janu um bókina, og Betta fer at siga frá nøkrum av fittu søgunum um veruliga heimalambið Nellu. Skúlakórið á Skúlatrøð fer at framføra. Aftaná er ein drekkamunnur, og høvi verður at keypa bókina.

Um bókina: Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.

„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.

Bókin er innbundin, 76 síður og væl egnað at lesa fyri børnum, sum eru uml. 6-9 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út.

Betta á Dalinum er fødd í Klaksvík í 1958. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1992 og hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út.

Jana Jonhardsdóttir er myndaprýðari og myndlistafólk við listaútbúgving frá Bath Spa University, Art & Design, í Bath, Somerset í Onglandi. Síðan 2018 hevur hon virkað yrkisliga sum listafólk og hevur drúgvar royndir innan myndlistaøkið, bæði í Føroyum og í Onglandi. 

Øll eru hjartaliga vælkomin á bókaframløgu 30. mai kl. 11 í Klaksvíkar bókasavni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará
Fimm bøkur til summarið frá Bókadeildini
ICES-tilmæli fyri fiskiskap eftir gullla…
KG avhendað í dag
Lívfiskastøðin í Svínoy tikið móti fyrst…
KG úr luftini
- Góða ferð til París
Jákup og Agnar vitja Norðlýsið
Skal KÍ brúka hópin sunnudagin?
Miðbýurin gerst dýrari – kommunan biður…
Arbeiðsbólkur skal leggja kós fyri alt í…
Arbeiðsbólkur skal seta kós fyri Klaksví…
Á Skúlatrøð: Fyrireik­ingar til byggistig…
Klaksvíkar kommuna biður um rakstrarkred…
Parkering við ferjuleguna