Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Vit trúgva á, og avnokta ikki!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  31.07.2019 - 21:22 Bloggur Mentan Tíðindi

Á ólavsøku hendi tað gleðiliga, at vit fingu eitt nýtt lag til stóra kristna trúarlovsangin, Ápostolisku Trúarjáttanina, eisini nevnd Symbolum Apostolicum, sum sjálvur ólavsøkuprædikanturin hevði lagt úr hondum. Eitt fólksligt lag, ið átti at fingið góða undirtøku til hendan stóra lovsangin hjá kristnu kirkjuni.

Apostolska trúarjáttanin telist millum tey stóru trúareyðkennini hjá kristnu kirkjuni (tó bara vestanfyri), og verður aðrastaðnis mest sett í samband við dóp og guðstænastur tá ið ikki er altaragangur. Í samband við hámessuna, altargangin, var vanligt at nýta longru trúarorðini Nicænum, ið eisini eru at finna í føroysku sálmabókini. Men, bæði rómversk katólska og anglikanska kirkjan nýta nú eisini Ápostolisku Trúarjáttanina í samband við hámessuna vanligar sunnudagar.

Trúarorðini eru sjálvandi ikki annað enn ein samandráttur av kristnu trúnni, sum nógv tann stórsti parturin av kristinheitini kann semjast um, og vit eiga í dag at nýta tey sum ein lovsong, sum savnar okkum um tað vit eiga í felag um kristnu trúnna, hvørjaferð vit halda guðstænastu.

Bæði Apostolska og Nikenska trúarjáttanin byrja við orðunum: Vit trúgva á . . . Avnoktanin, sum nýtt verður í danskt ávirkaðu kirkjunum, er ikki partur av Ápostolisku Trúarjáttanini. Í trúarjáttanini játta vit trúnna, vit avnokta onki, og gera vit tað , so er tað undirforstaðið í sjálvari játtanini. Í øllum hinum kirkjunum, sum nýta Ápostolisku Trúarjáttanina byrja tey við orðunum: Vit trúgva á, har er ongin avnoktan, tí avnoktanin er ikki partur av upprunaliga tekstinum frá fjórðu øld.

Orsøkin til at vit í donsku fólkakirkjuni og harvið eisini í føroysku fólkakirkjuni, avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans, er at trúarorðini vóru horvin úr donsku guðstænastuni undir nationalismuni. Danska guðstænastan var vorðin ein næstan rein prædikuguðstænasta.

Ymiskar kreftir í donsku kirkjuni, millum teirra Grundtvíg, vóru ónøgd við gongdini í donsku guðstænastuni, og vildu hava m.a. trúarorðini innaftur í guðstænastuna. Tey kendu tá bara trúarorðini frá dópinum og kanska eisini konfirmatiónini. Grundtvíg var jú av teirri villeiddu fatan, at Apostolska Trúarjáttanin stavaði frá ápostlunum sjálvum, og tí valdu hann og tey at nýta  dópsjáttannarformin, sum inniheldur avnoktanina, sum síni trúarorð. Og tí er tað at vit nýta avnoktanina í okkara guðstænastu, hóast avnoktanin ikki er partur av upprunaligu trúarorðunum. Avnoktanin er upprunaliga ætlað at verða nýtt í samband við dópin, og tá dópurin fór í tvíningar, eisini í samband við konfirmatiónina, sum staðfesting av dópinum.

Tað eru altso bara danskarar og føroyingar og grønlendingar (og kanska eisini íslendingar?), ið avnokta djevulin sunnumorgun. Í øllum hinum londunum játta katolikkar, anglikanarar, calvinistar, reformert, baptistar, prestbyterianarar og metodistar trúnna á hin tríeiniga Guð, uttan nakra avnoktan! Gera tey tað, so avnokta tey samstundis av sær sjálvum eisini hin ónda og allar hansara finurligheitir, uttan at skoyta nakað uppí upprunaligu trúarorðini!

Føroyingar verða ikki guðiligari av at fylgja donskum eindømi og siði, við at avnokta djevulin og allar gerningar hans og allan atburð hans hvønn sunnumorgun. Tað er sjálvandi hvørki synd, falslæra ella skomm, at avnokta djevulin sunnumorgun, men, tað er at leggja upprunaligu trúarorðunum orð í munnin, sum ikki hoyra heima har.

Í meðan so kunnu vit gleðast um, at hvalbiarprestur hevur givið okkum eitt nýtt og livandi lag til stóra kristna trúarlovsangin. Og eftir er at vóna, at hann fer at runga um alt landið sunnumorgnum, við ella uttan illamanni og øllum hansara snildum! Og vit leingjast eftir at hann, umframt Credo, eisini fer at geva okkum heimlig løg til Kyrie, Gloria, Halleluja, Sanctus, Benedictus og Agnu Dei.

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…
Vei teimum ið kalla ilt gott, og gott il…
Eystanljóð á kórferð í Skotlandi
Pison við kós á Flemish Cap
NEXUM til DM í íverksetan
Myndarøð: KÍ úti av steypakappingini
Triðja KÍ-tapið móti HB áðrenn flaggdagi…
Trý aðalstjórastørv leys at søkja