Lýsing
Lýsing
Lýsing

62°N 62 ÁR

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.10.2025 - 13:08 Tíðindi Vinna

Í ár eru 62 ár liðin, síðani Flogfelag Føroya varð stovnað í 1963, fyritøkan, sum í 2007 fekk navnið 62°N, og sum í dag er ein av størstu ferðaskrivstovum í Føroyum.

 

 

 

Flogfelag Føroya tók fyrstu stigini at seta Føroyar á heims kortið innan flogferðslu, tá felagið var við til at fáa regluliga flúgving til og úr Føroyum. Tað var eitt slóðbrótandi stig fyri føroyska flogferðslu og eitt stig, sum legði grundarlagið undir tað, sum vit í dag kenna sum 62°N.

Tá felagið í 2007 broytti navn til 62°N, var tað eitt natúrligt stig fram ímóti eini meira fjølbroyttari og altjóða kós. Í dag fevnir 62°N um 3 høvuðsdeildir og hotel virksemi:

Frítíðarferðir, vinnuferðir og ráðstevnur, Incoming (ferðavinna til Føroyar) umframt 62°N Hotel og altjóða samstarv innan ferðavinnu.

Ferðavinnan hevur broytt seg nógv seinastu áratíggju, og tað hevur 62°N eisini. Fyritøkan hevur staðið ímóti bæði mótgangi og stórum broytingum, men hevur altíð havt somu hugsjón:

At flyta fólk – við áliti, nærveru, professionalismu og fjølbroytni.

 

62°N arbeiðir dagliga við at skapa ferðaupplivingar, ráðstevnur og vinnuferðir, og við at taka ímóti ferðafólki úr øllum heiminum, ið vilja uppliva Føroyar. Tað er ein vinna í støðugari menning, og 62°N hevur tikið virknan leiklut í at menna Føroyar sum ferðamál og altjóða vitjunarstað.Hóast fyritøkan er nógv vaksin gjøgnum árini, er hon framvegis rótføst í føroyska samfelagnum og í søguni hjá ferðavinnuni í Føroyum.

Leivur Samuelsen, stjóri og eigari, sigur:

“Tað eru nógv ár liðin, síðani fyrstu ferðaseðlarnir vórðu seldir í Flogfelagnum. men kjarnin er tann sama. Vit eru her enn, tí vit trívast í tí vit gera. Ferðavinnan er spennandi, krevjandi og í støðugari menning, og vit eru partur av hesum ferðalagnum, hvønn einasta dag.”

Við 62 árum á baki, er 62°N í dag ein týðandi viðspælari í bæði føroysku og altjóða ferðavinnuni. Fyritøkan arbeiðir tætt saman við veitarum og kundum bæði í Føroyum og uttanlands, og leggur dent á at skapa varandi samstarv og dygdarupplivingar.

“Vit eru sera takksom fyri øll tey, sum hava verið partur av okkara ferð – kundar, veitarar, samstarvspartnarar og starvsfólk. Søgan ikki verið tann sama uttan øll hesi,” leggur Leivur afturat.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…