Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jarðhiti og flótt kelduvatn –  alternativ og grøn orkukelda!

SKRIVAÐ: Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin  |  08.08.2019 - 13:26 Politikkur Tíðindaskriv

-  Vit hava skyldu til at menna grønar orkuloysnir  -

Tá tosað verður um grønar orkukeldur í Føroyum, so verður fyrst og fremst hugsað um tær traditionellu vind- og vatnorkukeldurnar. Hetta er nokk so sjálvsagt, tí tað eru fyrst og fremst hesar báðar grønu orkukeldur, sum vit gera brúk av í Føroyum í dag. Men, aðrir orkumøguleikar eru sanniliga eisini, og her hevur Sambandsflokkurin júst fingið undirtøku í Løgtinginum fyri einum uppskoti til samtyktar, sum var orðað soleiðis:

Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg, sum hevur sum endamáls at seta ferð á alternativa og grøna orku til upphiting av sethúsum við serligum denti á orkuloysnir við vanligum jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta heita vatnið í føroysku undirgrundini.

Uppskotið var samtykt við 33 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

 

Jarðfrøðiligar kanningar og skrásetingar

Jarðfeingið hevur gjørt nakað av jarðfrøðiligum kanningum og skrásetingum av flógvum keldum, men enn vantar nógv í, til komið er á mál við hesum. Tí er tað av alstórum týdningi og bráðneyðugt at seta nógv meiri ferð á hetta arbeiðið, soleiðis at finnast kann út av, hvørji øki hava besta hitan, bæði í sjálvari jørðini og eisini flógvasta vatnið.

Jarðhitin og flógva vatnið í undirgrundini eru náttúrugivnir møguleikar, sum uttan iva hava menningarmøguleikar til framtíðar upphiting av føroysku húsunum. Hesi kunnu gerast ein av loysnunum á orkutørvinum í framtíðini, saman við grønu elorkuni úr vindi og vatni, og verið við til at gjørt føroyska samfelagið minni bundið av olju til upphiting og samstundis minka útlátið av CO2 munandi.

 

Ferð má setast á og ætlan gerast

Mín niðurstøða er tí, at vit skjótast tilber játta Jarðfeingið nakað av peningi, soleiðis at ferð kann setast á jarðfrøðiligar kanningar og skrásetingar av flógvum keldum í Føroyum. Mær kunnugt, so er tað ikki tann stóra peningaupphæddin, sum skal til fyri at fáa hetta arbeiðið gjørt. Men, hetta kanningararbeiðið og skrásetingararbeiðið má gerast, áðrenn farast kann víðari við eini ætlan, hvussu vit á besta hátt fáa gagnnýtt hesa grønu orku.

Vit kunnu ikki síggja burtur frá hesum spennandi, náttúrugivna og grøna orkumøguleikanum, sum vit eiga beint undir okkum. Vit mugu seta ferð á hetta, og tað hava vit eisini skyldu til.

 

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og valevni fyri Sambandsflokkin

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavn…
Kunningarfundur um kirkju­ráð­sarbeiði
14 ár síðani tveir heimadystir á rað utt…
Set sjúklingin í miðdepilin
KÍ-álopspartu­rin haltar í løtuni
KÍ - Víkingur (0-0)
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin