Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ummæli: YouYou er meira liðugt

SKRIVAÐ: Fríðálvur A. Jensen  |  20.09.2019 - 20:31 Mentan Tíðindi

Eg havi, millum annað, fylgt Lailu á hennara tónleikaleið, so fyri mítt viðkomandi er hon bara vaksin við uppgávuni, og hetta síðsta staklagið ber prógv um tað sama!

Tað kann væl merkjast, at vit hava við eina listakvinnu á mongum økjum at gera, tí taka vit sjálva video´ina sæst hetta væl aftur, at hon vil hava okkum við á eina tónleikaliga og visuella uppliving.

Hetta er júst tað vit eru farin meira og meira yvir í, tí tøknin og hetta við at leggja seg eftir stakløgum hevur bara vundið meira upp á seg.

Eg havi altíð bitið merki í góðu og kláru røddina hjá Lailu, men havi onkursvegna saknað eitt meira liðugt avrik, sum hevur staðið mát við hennara rødd.

Her fekk eg beinanvegin hesa kenslu av tí eg havi saknað – at tað samlað er bæði gott og dámligt.

 

Leif er við

Eg dámi væl, at hon hevur tikið mannin við, tí her fái eg eina góða kenslu av nærveru og gevur hetta tekstinum tað síðsta, sum fær meg við.

Hann kann tykjast eitt sindur varin, mótvegis Lailu, men eftir nakrar ferðir fekk eg eina góða kenslu av tí, tey vilja hava okkum við uppá!

Tað góða við tí Laila ger er, at hon gevur mær eina kenslu av tí lidna, og so er tað hesin viljin at fáa gjørt sínar tankar til veruleika.

Slíkt dirvi seti eg stóran prís uppá, so mín tummil fer upp fyri hesum lagnum, tí eg føli hetta er bæði inniligt og stendur sterkt!

Fríðálvur A. Jensen

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…