Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bragd og Anru

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  10.10.2019 - 16:25

Nú er so ein útróðrarbátur afturat norðuri í Hvannasundi, tað er ANRU, sum mikudagin avreiddi 10.500 pund og í dag 10.000 pund. Tað eru teir báðir Janus Rein og Gundur Sørensen, ið eiga bátin. Janus Rein sigur, at teir hava keypt bátin saman og at Gundur Sørensen fer at dríva bátin í vetur. Gundur er farin í farloyvi úr norska felagnum har hann hevur arbeitt og ætlar at rógva út í vetur og at taka kappingina upp við hinar bátarnar. Anru avreiðir eins og Norðsøki og Kallanes til Sjógæti á eigi, blóðgaðan og ovkruvdan fisk.

Bragd

Fyri løtu síðani frættu vit frá Oddmari Niclasen, skipara á Bragd. Hann sigur, at Bragd hevur fiska 40.000 pund hesa vikuna. Týsdagin 14.500 pund, mikudagin 13.500 pund og í dag 12.000 pund. Í gjárkvøldi bleiv Bragd eitt sindur seinur avstað orsakað av tekniskum trupulleikum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…