Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jógvan Páll Lassen í sínum vanliga stíli

SKRIVAÐ: Christian Andreasen  |  22.10.2019 - 09:30 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Jógvan Páll Lassen er av sonnum blivin útvarps- og sjónvarpsadvokatur.

Tað er næstan ikki sending, har hann ikki verður biðin um at gera viðmerking.

Seinasta hósdag og nú aftur mánakvøldið var tað fiskivinnulóggávan, sum var til viðgerðar.

Tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri KVF at niðurgera uppskotið hjá samgonguni um nýggja fiskivinnulóggávu.

Ikki minst nú deyðatøgn hevur valdað í KVF seinastu 4 árini.

Mánakvøldið vóru ikki færri enn tveir advokatar bidnir um at sápla uppskotið hjá samgonguni niður.

Hóskvøldið legði Jógvan Páll frá landi í sínum vanliga stíli – einki sum helst skil í.

Fyri tað fyrsta var eitt av hansara kritikkpunktum, at í uppskotinum til nýggja løgtingslóg um sjófeingi er reglan um endurgjald tikin burtur úr lógini.

Hetta er beinleiðis skeivt.

Lógaruppskotið hevur - sum tað fyriliggur - onga broyting á hesum øki.

Fyri tað næsta veit Jógvan Páll eisini, at henda regla (sum sigur at landsstýrið kann taka aftur fiskirættindi uttan endurgjald),  er uttan nakað sum helst innihald.

Henda umstrídda regla varð annars sett í lógina í 1994 sum ein avleiðing av, at hugtakið “fólksins ogn” bleiv sett í lógina.

Jógvan Páll hevur nevniliga sjálvur ført eitt sakarmál móti Fiskimálaráðnum við kravi um endurgjald fyri mist veiðuloyvi.

Hann fekk eisini viðhald.

Tað var í málinum um Jógvan S.

Í hesum máli fekk Jógvan Pall eisini viðhald í, at reglan um, at landsstýrið kann taka aftur veiðurættindi uttan endurgjald, er uttan nakað innihald.

Allir advokatar vita – ella áttu at vita – at tað almenna ikki kann lóggeva seg burtur úr eini møguligari endurgjaldsskyldu.

Við øðrum orðum eftirlýsir Jógvan Páll eina lógargrein, sum hann sjálvur hevur fingið dømda deyða at vera gjøgnum okkara rættarskipan.

Heilt ófatiligt, at Jógvan Páll soleiðis, í bestu senditíð, sleppur at fylla føroya fólk við reinum bluffi.

 

Christian Andreasen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Greiður sigur til Stjørnuna
Team Klaksvík móti StÍF
Finn skapar serstakar og hugnaligar siðv…
Myndarøð: Jóla­skipið og Ársins Rósa
Finn Stampe varð valdur til Ársins Rósu
Narvi og Hans Petur vórðu heiðraðir
Tónlista­skúlin á konsertferð í býnum
Faroe5 spæla á Summar Festivalinum
KÍ-HB á Summar Festivalinum
Fótbóltur: Besta deildin kallast nú Meis…
Nýggj freist - Útboð av lendi til fjølbr…
Veðrið um vikuskifti
Ídni verður ikki goymsla
Skráin fyri Jóla­skipið
Eyðgunn fann 1 mió. krónur til Varpið
Flutningur er frælsi
Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinu…
Nýggjur frítíðar­skúli á Eiði
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Noreg og Rusland samd um fiski­vinnu­samst…