Lýsing
Lýsing
Lýsing

Men so frættist, at báturin var funnin við kjølinum upp.

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  01.11.2019 - 21:26 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í røðu síni alla Halganadag, minntist Markus Í Norðnástovu á, tá tey í Mikladali sóu skip koma sleipandi eftir sjónum undir bakkanum í Mikladali við Dortheu við kjølinum upp. Røðan hjá Markusi, sum hann helt við minnisvarðan á Syðradali er her:

Allahalgannahald á Syðradali 01-11-2019.

 


Góðu áhoyrarar!

 


Tað er í stórari eyðmýkt og ótta, at eg í dag skal royna at siga nøkur orð, til minnis um tey sjólátnu. Tað er soleiðis, at áðrenn minnisvarðin á Syðradali bleiv avdúkaður í 2000, og Allahalgannahald bleiv regluligt her á hvørjum ári, hevði eg bara eina ferð verið til minningarhald teirra sjólátnu, og tað var við gamla Kirkjugarð í Klaksvík í 1999. Síðani havi eg verið til haldið her við minnisvarðan á hvørjum ári um eg ikki havi verið til skips – haldi, at bara 2 ár eru gloppin upp ímillum.

Tað er nakað heilt serligt at koma heim her, steðga á og minnast tey, sum farin eru á sjónum. Tað er soleiðis, at hendan langa smala oyggin er so tætt knýtt at havinum, so um tú ikki er sjófólk, men hevur valt at búgva her í oynni, ja serliga í Mikladali og á Trøllanesi, ja so var tú bundin av veðri og vindi í smáum bátum. Tað var heldur ikki vandaleyst, at fáa fólk og farm í land, í góðum sum ringum líkindum – og ikki at tala um tá farast skuldi á flot, í grind og til útróðrar. Tað var jú neyðugt fyri at fáa til lívsins uppihald. Ofta kundu vera góð líkindi tá farið var, og illa lendandi tá ein kom aftur á støð. Áðrenn ravmagn kom til bygdar í 1967 kundi tað vera sera trupult og óheppið at koma undir myrkur, bæði til lands og til vatns.

Áðrenn tunlarnir komu í 1980, var ein rættiliga bundin av fjøruni. Tað vísti seg at hendi okkurt, onkur kom til skaða ella var blivin alvorliga sjúkur, og noyddist sjóvegis inn til læknahond, ja so var ofta brim og helst myrkt, so gott skil mátti brúkast, tó at nógv var lagt fyri. Gud havi lov, ja so spældi sum oftast sera væl av í slíkum umstøðum, ella tá menn blivu tiknir út av brimi ella bátur við brúðargestum holvdist. Og so feska dømið í mínari tíð, tá Polaris fekk fanglínuna á lítlabáti um skrúvuna; báturin  holvdist og brotnaði við fleiri fólkum í. Tað eydnaðist tó øllum at koma umborð aftur, á undursaman hátt, og bátur bleiv drigin og flotaður, fekk fólkið og helt Polaris frá at fara á land. Hetta bleiv alt søga tá tunlarnir komu. Nú kundi farast heim í gjøgnum tunlarnar til nógv kyrrari lendingarnar á Húsum og Syðradali. Eg var 5 ár tá ravmagn kom til bygdar og 18 ár tá tunlarnir komu, so nú bleiv ein ikki bundin av brimi meiri. Hetta var so eitt sindur um umstøðurnar míni fyrstu ár.

Til eitt av fyrstu minningarhaldunum, sum eg var til her heimi á Syðradali, tosaði Jákup Eli Østerø. Hann nevndi millum annað hettar, at hann var smádrongur tá Kallur gekk burtur, og um tað stóra vónloysið, sum valdaði í bygdini, hesar feigar dagar, tá bygdin misti 3 menn í bestu árum. Eg føldi hvussu hárini reistust í nakkanum hjá mær, og eg fekk hesa ófrætta kensluna, sum eg hevði hina ferð, fyri mongum árum síðani, og tað leiddi  til vanlukkuna við Dortheu, sum gekk burtur norðanfyri, tá eg var lítil smádrongur. Vit lurtaðu yvir radio og sóu skip og bátar fara norður gjøgnum fjørðin at leita. Brøðurnir, Esmar og Louis úr Útistovu í Vági í Klaksvík, vóru út at rógva. Teir vóru seinast sæddir við gylt av fongi nakað uttarliga á siglandi inneftir, og so visti ongin meiri um teir, men so frættist, at báturin var funnin við kjølinum upp. Báturin var frambygdur og menn høvdu eina vón um, at báðir vóru í húsinum, tí aðrir vistu at siga frá, at teir vóru á veg til hús, so teir gjørdu av at sleipa hann inn á Klaksvík fyrst, við kjølinum upp. Tá vit mettu at teir áttu at koma í Kalsoyarfjørð, fóru vit 6 í húsinum oman á Norðnábakka at hyggja. Tá vit høvdu hugt norð við bakkanum eina løtu, komu teir undan Strandmannakletti, nær landi, sleipandi við bátinum. Minnist, at tað var myrkt, og veit ikki hvussu nógv skip fylgdust við verjuskipinum. Minnist bara, at Borgarin, sum Innistovumenninir áttu saman við øðrum, var har. Tað var jú tætt samband ímillum Innistovu og Útistovu í Vági, og fyri so vítt eisini tey á Flóttinum, har mamma mín var ættað. So hon kendi hesar menn rættiliga væl, var jú uppvaksin har í grannalagnum saman við teimum. Av tí sama skakaði hettar hana sera nógv og smittaði yvir á okkum, sum vit stóðu og hugdu at hesum syrgiliga fylgi, við eini vón um at teir vóru á lívi í húsinum, og í ringasta føri vóru har, og bønir til Harran stigu upp úr hjørtum okkara fyri, at so mátti vera. Men nakrar tímar seinni frættu vit, at so var ikki. Húsið var tómt, og sorgin legðist yvir býin, ja allar Norðoyggjar. Hetta gylta, fongríka havið, sum gav og gevur okkum so nógv, hevði aftur tikið, sum so mangan fyrr. Hesa ferð tveir menn í bestu árum, og eftir sótu konir og børn í størstu sorg. Hetta fylti nógv í unga sinni mínum, og tankarnir leitaðu til tey, sum mist høvdu og sótu í stórari sorg, og leiddi til orðatakið, at "ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir". Eg var ikki meiri enn reiðiliga føddur tá Kallur fór, og fleiri her í oynni blivu faðir- og móðurleys, og konur og gentur mistu sínar, men tað líka sum kyknaði uppaftur, at nú hevði havið aftur tikið. Hesa ferð á Borðoynni, og hvønn allahalgannadag, sum vit standa her við minnisvarðan, hugsi eg um hesar báðar hendingarnar. Ta fyrru, tí hon er mær fortald, og seinnu, tí eg upplivdi hana. Má Harrin goyma teir, ið fórust, væl hjá sær.

Tað hevur allar tíðir verið lívsneyðugt hjá føroyinginum at troytt sjógvin, tí øll kundu jú ikki liva av tí, ið jørðin gav. Tey fyrstu nógvu árini var tað útróður summar og vetur. Við 6 og 8 mannaførum í nógvum av bygdunum, var langt sjógvað, so kanska vóru 4 og 5 mannafør meiri brúkt, men um veturin hava teir helst brúkt 8 mannaførini meiri. Tó her hjá okkum vóru tad 5-6 og 7 mannafør, sum vórðu mest brúkt. Tað hendi mangan, at bátar ikki bóru boð í bý. Tað var ikki tí, at tað ikki vóru skilamenn, men veðurforsøgnir vóru ongar. Teir kundu lesa barometrið av, og so meta um hvussu litur og rák á luftini uppførdu seg. Sjóvarfall dugdi hvør bátsformaður til lítar, og tað lósu teir av og handlaðu har í frá.

Her eru tó fleiri sólskinssøgur, bæði í nýggjari og gamlari tíð, um bátar, sum saknaðust, og øll vón var úti um at síggja teir aftur, men so høvdu teir sett upp í onkrari bygd í Eysturoynni og komu so rógvandi til bygdar fleiri dagar seinni, tí teir fingu ikki boðað frá sær. Havi frá barni av hoyrt eina slíka. Tað hevur nokk verið umleið 1850, ein Mikladalsbátur kom ikki aftur av útróðri, tað vóru ring líkindi, men tó lendandi í Mikladali, so helst hevur hann verið landsynningur í ættini. Men her kom oyngin bátur. Tað gekk ov long tíð og onki frættist. Øll vón var úti og fólk syrgdu og grótu. Tað vóru fleiri Norðnástovu menn við, so her var ringur standur, men Karin í Norðnástovu, langomma, skuldi sissa tey og segði: "Nei onki eru teir burturgingnir, teir sita sikkurt heitt og fjálgt við Gjógv og eta ræst kjøt og súpan." Og so var, og stór var gleðin, tá teir komu aftur til bygdar einar 2 dagar seinni, og kundu fortelja, at teir høvdu sett upp við Gjógv.

Tað segðist um langommu, sum var ein gudrøkin kvinna, at tá Hanus, sonur hennara, datt oman í Kunskorðum 12 ára gamal, mátti hon tala kraftiga til langabba, sum var um at missa mótið, at hatta mátti hann taka við, tí tað var teim til besta, tí Harrin tók ikki feil í vísa ráði sínum.

So kom slupptíðin. Menn fóru til skips um várið, og komu so aftur av síðsta túrinum tíðliga um heystið. Kona og børn tóku sær av øllum heimaarbeiði, so sum torvskurð, eplavelting og hoygging, meðan skipsmenninir tóku heystið upp, tá teir komu heim. Róðu so út um veturin, tá ið líkindi vóru, men á eystur- og suðurlandinum var ikki vandaleyst, og ikki at tala um í Grønlandi. Sluppirnar vóru smáar og veikar, og vit mistu nógv fólk. Og so ikki at gloyma bæði kríggini. Í seinna krígnum bleiv fiskur keyptur í Íslandi, og so seldur í Onglandi. Tá vóru nógvir pengar at vinna, men við lívinum sum pant, men tað var alneyðugt fyri land og fólk. Fáir menn vóru við, tí tað varð ikki fiskað, men keypt, so tú kundi gott fáa eina góða árs forkenastu fyri fáar túrar. Onkur, sum vanliga arbeiddi heima, fekk møguleikan at gera ein til tveir túrar, og kundi soleiðis vinna góða eyka inntøku húsi sínum at gagni, men tað var við bivandi hjarta, at farið varð, tí vandarnir lúrdu alla tíðina. Vóru tað ikki bumbuflúgvarar í luftini, ja so vóru tað minur á sjónum, og fleiri vóru teir, sum fingu váta grøv, so prísurin var høgur fyri at yvirliva, hugsi, at tað var mangan líka hart hjá teimum, sum heima sótu og longdust og bíðaðu. Mundu teir fara at gera ein góðan túr, og mundu teir fara at koma aftur í øllum góðum, livi umstøðurnar vóru jú vánaligar umborð, bæði við kosti og hetta at menn svóvu uppi í rúgvu, frammi í lugarinum og afturi í kahúttini. Lítlir og ongir møguleikar at vaska og turka klæði, og vóru tí ofta illa stjølaðir. Var skjótt at umfarssjúkur og lungnabruni gjørdi næstan av við menn á slíkum túrum, men hettar er tíbetur nógv broytt til tað betra hesi síðstu 60- 70 árini. Skipini blíva betur og betur, og møguleikarnir at samskifta størri og størri. Tey heima hava dagligt samband við okkum yvir alnótina, tey kunnu eisini  fara inn á ymiskar heimasíður og síggja hvar vit eru beint nú. Vit fáa jú eisini neyvt at vita hvussu veðrið verður, og nær tað brestur á. Ja, bæði tey, sum heima eru, og teir umborð kunnu yvir snild telefonina fylgja veðrinum neyvt, so alt er einklari og betur. Og tó, vandarnir lúra kortini, og fólk fer á sjógvi og landi av vanlukku og sjúku kortini. Vit vita jú at her niðri skulu vit jú ikki verða allar ævir, og hetta leiðir okkum til at hetta foldarlív er stokkut, og einaferð skulu vit út  úr hesum heimi, og hvar skulu vit verða í ævinleikanum??

Jú, Harrin sum skapti alt, himmal, hav, sól, regn, stjørnur, mána og okkum menniskju hevur eitt tilboð til okkum, hvar Hann sigur: "Kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skal prísa mær." Hetta tilboð er jú galdandi enn í dag,  Hann sendi jú son sín Harran Jesus her niður á jørðina, fyri at doyggja fyri okkum á krossinum og vinna okkum eina æviga frelsu. Ja, størri enn tað, Hann reis uppaftur triðja dagin og vísti seg fyri sínum í 40 dagar, og setti teimum so stevni, og fortaldi teimum hvat henda skuldi, nú ið Hann skuldi fara aftur til Himmals at gera teimum – okkum ein stað til reiðar. Og í tí Hann signaði teir bleiv Hann tikin upp í dýrdina, og sum teir soleiðis stara upp ímóti himli, nú Hann fer longur og longur upp, og eitt skýggj kemur fyri, so teir sóu Hann ikki meiri, standa tveir menn hjá teimum í hvítum klæðum og siga: "Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli? Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals." Og eg eri sera glaður fyri at hetta er fortalt okkum heilt upp til okkara dagar, og vit kunnu vera við, um vit ogna okkum hesa ævigu frelsu, sum Jesus forkláraði fyri Nikodemusi á sinni, sum vit kenna so væl í Jóhannes 3.16: "Tí so elskaði Gud Heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív."

Eg eri glaður um, at hetta gekk upp fyri mær sum ein 13 ára gamal drongur norðuri í Mikladali, tá eg sá Jesus á krossinum, bløðandi og doyggjandi í mín stað, og Hann frelsti meg. Tað vóru ikki naglarnir, sum hildu honum til krossin hin dagin, men kærleiki hansara til mín og til okkara, ja alla mannaættina, sum gjørdi at hann bleiv hangandi.

Í Hebrearabrævinum 11.1-3 lesa vit: "Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst. Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð. Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av hinum sjónliga, tað, sum sæst, er vorðið til."

Til seinast fari eg at sitera sangin nr. 578 (Nú síðan Jesus loysti meg) í Nýggju Songbók Guds Fólks, og síðani niðurløgini í sangunum nr. 330 og 490 í tí reyðu (Heimamissíóns sangbókini)...(siteri).

Takk fyri.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seafood Expo Global í Barcelona sett
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!
Grindamanna­felagið haft aðalfund
Flaggdagshald í Vágstúni 
Vøkur gáva til Varpið
Nýtt býráðsborð
Vinnan á ferð við 62°N Vinnu
30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík
Vælkomin til Ársmøti – ein dagur við fel…
Silvarenning á Guttabreyt 27. apríl kl.…
NS hálvmaraton 4. mai í Klaksvik
Tær seyma sjálvar
Seinast KÍ sendi HB úr løgmanssteypi­num…
Júka upp í saman
Norðlýsið á gøtuni
Adrenaline á Summar Festivalin
Veðrið í vikuni
Norðingur bjóðar Klaksvíkingi og Nólsoya…
KÍ kvinnur­nar vunnu í Gundadali í dag
Ferðavinnan í Klaksvík sera stórar vakst…