Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond (2)
Hetta er ein áheitan á SEV-stýrið um at skipa fyri at kanna annan møguleika fyri at framleiða framtíðar-elorku í Føroyum á burðardyggan hátt, so sum eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond, soleiðis at har verður ein annar møguleiki í at velja, tá ið støða skal takast til vatnpumpuskipana Mýruverkið II á sumri 2026.
Tann 28.8.2025 setti eg eitt opið bræv til SEV í Norðlýsið, har eg greiddi frá, hvussu tað gekst, tá ið eg tann 27.3.2025 á fundi við SEV-stjóran legði mítt hugskot fram fyri SEV um at kanna møguleikar og kostnað at gera eina sjógvpumpuskipan við Elverkið á Strond sum eina royndarverkætlan.
Sum eg greiddi frá tá, hevði SEV onga interessu í hesum hugskoti, tí teir arbeiddu við
einari vatnpumpuskipan í Vestmanna, nevndari Mýriverkið II, sum fór at kosta 2 miliardir krónur. Men hetta ørvitisprojektið loysir ikki framtíðar-elorkutørvin í Føroyum.
Síðani hetta bræv, tá hesin fundur alment kom fram, hava fleiri persónar heitt á meg um at forklára meira pedagogiskt, hví eg eri ímóti hesari verkætlan hjá SEV, ið nevnist Mýriverkið II. Eg fari í hesari grein og komandi greinum at grundgeva fyri tí.
Mín mótstøða ímóti ørvitisprojektinum Mýriverkinum II hjá SEV skyldast, at tað loysir ikki framtíðar-elorkuveitingartørvin hjá okkum føroyingum, men fer bara at hækka el-prísin. Og tað sær út til, at SEV heldur ikki trýr uppá hetta ørvitisprojektið, tí teir eru longu nú byrjaðir at tosa um at vaksa um og útbyggja dieselmotororkuna á Sundsverkinum, og har verður kostnaðurin eisini í milliardaklassanum.
Eg vil siga, at kemur hendan verkætlanin, Mýruverkið II, at verða framd, sum SEV ætlar, verður hetta størsta byggigølan, sum er framd her á landi. Hon er størri enn Glasir og H-bygningurin tilsamans, tí kostnaðurin – 2 milliardir krónur – er so ógvisligur fyri teir ca. 20.000 kundarnar, sum SEV hevur í hesum landi.
Minnast skal til, at SEV hevur bert prísin pr. seldan kWh, teir framleiða, til at gjalda hesa ovurhondsstóru íløgu, sum er púra óneyðug, aftur við. Tí við henni flyta vit bara vatn úr ein bassengi
í eitt annað basseng (ella úr einari balju í eina aðra balju).
Tá tú veitst, frá náttúrunnar hond, at ein skal brúka meira elorku at pumpa hetta vatnið niðan í ovara bassengið, enn ta el-orku, ein fær, tá ið sama vatn rennur oman aftur í niðara bassengið, so hongur hetta ikki saman. Og tá ið vit vita, at vatn-elverk hjá SEV liggja still ein stóran part av summarhálvuni, tí tey mangla vatn, so gevur hetta onga meining.
Støðan, sum SEV er komið út í við sínari elorku-útbygging, er sjálvskapt, tí stýrið fyri SEV viðtekur á einum fundi uml. 2008, at øll el-framleiðsla hjá SEV í 2030 skal verða CO2-neutral.
Eg trúgvi ikki, at teir, sum tóku hesa avgerð, høvdu hóming av, hvat henda avgerð innibar. Tí henda avgerð ber í sær, at øll el-framleiðsla hjá SEV við olju- og diesel-motorum skal vera hildin uppat í 2030, og tá vera erstattað av elorku-keldum so sum vind-, vatn-, sól-, biogass- og sjóvarfallsorku.
Felags fyri allar hesar orkukeldur er, at tær eru óstabilar og kunnu bert nýstast, tá ið orkan er har, og tað, sum verri er: Hon kann ikki goymast til at brúka, tá ið tørvur er á henni.
Eftir at hava hugsað um hetta stóra evnið í fleiri ár; um hvussu vit loysa framtíðar-elorkutørvin í Føroyum á ein burðardyggan hátt, eri eg komin til ta niðurstøðu, at rættast er, at SEV fer undir at byggja nýggj el-orkuverk, og at umbyggja verandi vatn el-orkuverk, so tey kunnu framleiða el-orku úr sjógvi.
Hetta verður gjørt við vindmyllum og við at pumpa sjógv niðan í onkran dal, sum er egnaður til endamálið, partvís sprongja ein brunn niður í lendið og byggja eina byrging omaná, soleiðis at vit hava stórar sjógoymslur upp á 400 til 600 tons.
Hesi sjógv-elorkuverk skulu fordeilast rundt um alt landið, men kunnu stýrast frá einum centralum staði, bæði við at pumpa sjógv niðan í byrgingar, og við at stýra el-nýtsluni, tá ið sjógvurin rennur oman aftur til el-verkini.
Fyri at hetta kann lata seg gera, má núverandi SEV-stýrið broyta hesa CO2-neutralu viðtøkuna og skjóta hana út til 2050, t.v.s. um 25 ár, og fara undir at kanna annan elorku-møguleika. Síðani skal SEV gera eina royndarverkætlan við sjópumpuanleggi til Elverkið á Strond. Tað elverkið meti eg er best egnað av teimum vatn-elverkum, sum SEV hevur í dag, til at fremja hesa royndarverkætlan.
Í hesum sambandi má setast eitt skjóttarbeiðandi toymi, sum fer at kanna møguleikar og prís til at gera Elverkið á Strond til Føroya fyrsta sjópumpu-elverk. Hetta toymið skal um eitt gott hálvt ár koma við einari frágreiðing til SEV-stýrið um møguleikar og mettan kostnað. Tað er umráðandi, at hetta toymið verður mannað við persónum, sum ikki hava tilknýti til pumpuskipanina Mýriverkið II, soleiðis at SEV-stýrið hevur tveir møguleikar í at velja, tá støða skal takast til, hvussu framtíðarútbyggingar av el-framleiðsluni hjá SEV framyvir skulu fara fram.
Eg skal garantera SEV og Føroya fólki, at fáa vit eitt sjópumpuanlegg at rigga við Elverkið á Strond, so hava vit svarað spurninginum um, hvussu framtíðar elorku-framleiðslan hjá SEV eigur at fara fram. Og tá kann SEV byrja at fasa út verandi el-orkukeldurnar, ið verða nýttar í dag.
Hetta fer at hava við sær, at SEV í 2050 verður CO2-neutralt, t.v.s. at ongin olja verður brúkt, og Sundsverkið stendur stilt.
Oddbjørn Vágslíð,
elektroinstallatørur,
á Brekku 1,
FO-700 Klaksvík.
Tlf. 455374, fartlf. 257473
ov-el@olivant.fo