Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jenis av Rana vil ganga í fótasporum Donald Trumps og lata upp umboðsstovu í Jerusalem

Jenis á krossferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.11.2019 - 09:05 Leiðarin Mentan Politikkur

Fyrst var tað Donald Trump, sum er tiltikin fyri at ganga egnar leiðir, sum flutti amerikonsku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerusalem. So fylgdi Guatemala aftaná. Men har steðgaði tað. Inntil nú, tá uttanríkismálaráðharri Føroya – at síggja til í sjálvdrátti – fortelur bæði føroyskum og útlendskum fjølmiðlum, at Føroyar arbeiða við at lata upp umboðsstovu í Jorsala.

Tað hevur vakt bæði miklan ans og eins mikla øsing, at Føroyar nú møguliga ganga ímóti europeiska streyminum og heldur fara í fótaspor Trumps. Heimspressan hevur givið tí gætur, og ikki minst í Danmark skriva miðlarnir nógv um tað. Sjálvandi, tí alment verður tað Danmark, sum varar av uttanríkispolitikkinum hjá øllum ríkinum, sum loyvir umboðsstovuni at lata upp. Og hugsast kann eisini at afturvarini kunnu raka Danmark.

Miðflokkurin hevur eisini rætt til at seta krøv nú. Fyrst bakkaði hann í ynskinum um at rulla hjúnabandslógina aftur. Síðani mátti hann eisini slaka í kravinum um at fáa tveir landsstýrisessir. Skal hann varðveita andlit yvirfyri sínum veljarum, má hann seta trumfin á nú, og at flokkurin trívist væl í andglettinum, er eyðsýnt.

Tað er serstakliga ivasamt, um hetta yvirhøvur kann bera á mál. Danmark fer at gera alt í síni makt fyri at forða umboðsstovuni í at lata upp í Jerusalem. Og Føroyar kunnu ikki rokna við at fáa stuðul frá nøkrum øðrum landi – uttan kanska USA, sum valla veit, at Føroyar eru til, og sum undir Trump hevur meira enn nokk í sær sjálvum.

At USA ger soleiðis, er sín søk. Tey hava kanska heimsins sterkasta her at svara aftur uppá álop, umframt at tey kunnu leggja fíggjarligar og búskaparligar sanktiónir á, sum veruliga merkjast. Føroyar eru í eini heilt aðrari støðu. Velur Palestina at leggja eftir Føroyum, fáa vit ikki vart okkum á nakran hátt. Og tá er spurningurin um Danmark ella NATO fer at verja okkum, tá tey nú alt annað enn stuðla avgerðini við umboðsstovuni.

Innanhýsis í samgonguni er sum vera man eisini ósemja. Frontarnir eru millum Sambandsflokkin øðrumegin og Miðflokkin hinumegin. Fólkaflokkurin hevur verið merkiliga kúrrur í spurninginum. Sambandsflokkurin stuðlar sjálvandi linjuni hjá donsku stjórnini, ið vil hava umboðsstovuna at vera í Tel Aviv, um hon í heila tikið skal latast upp. Og so mikið stendur í samgonguskjalinum, at hon skal, so tí sleppur Sambandsflokkurin neyvan undan.

Spurningurin er, hvussu langt Miðflokkurin vil fara. Setir hann hart ímóti hørðum, kunnu onnur samgongumál verða sett yvir stýr vegna hesa umboðsstovuna. Og setir Sambandsflokkurin so eisini hart móti hørðum, so kann samgongan detta á gólvið og harvið missir Miðflokkurin eisini sína umboðsstovu.

Tey sekuléru loysingarfólkini eru í einum sterkum dilemma her. Skulu tey stuðla Jenisi í at ganga aftaná Donald Trump og hansara kristinkonservativu republikanarum? Ella skulu tey ganga ímóti Jenisi og harvið stuðla Danmark í at forða Føroyum at ganga egnar leiðir og ráða sær sjálvum? Tað er púra greitt, at Jenis av Rana er tilvitaður um hesa tvístøðuna. Og at hann dyrkar hana.

Nú verða aðrir flokkar enn Miðflokkurin og Sambandsflokkurin so eisini noyddir at taka støðu. Fyrst og fremst Fólkaflokkurin, men helst eisini andstøðuflokkarnir, tí er semja ikki í samgonguni – og tað er tað ikki – so verður hugt eftir stuðli aðrastaðni frá. So nú verða frontarnir í føroyskum politikki enn einaferð trektir upp. Hesaferð um eina skrivstovu í Heilaga Landinum.

Talan kann eisini vera um symbolpolitikk. Hetta útlátið hjá Jenisi hevur fingið summi at tosa um “sjokk-doktrinina”, ið Naomi Klein umrøddi í bók síni við sama navni, sum mest av øllum kann kallast svarta bókin hjá neoliberalistum. Man flytur fokus, so miðlar og fólk fara tann vegin, meðan man ger onnur ting, í hesum føri til dømis privatiserar og deregulerar fiskivinnuna. Og at miðlarnir eru farnir glaðbeintir aftaná Jenisi, er sjón fyri søgn.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Býráðið roynt nýggja borðið
Burhan G á OY Voxbotn 2024
Formula umboðar Marel í Føroyum
15 landmátarar á skeiði
Várframsýning hjá Anniku
Loyvisgjaldið skal byggja á skattliga úr…
Báta- og Kampingpláss á Bátafestivali­num…
Myndarøð: Sjóvinnustevnan í Barcelona
Vikuskiftismøtir í Emmaus
Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy
Framsýning á Skúlanum á Fossanesi
Okkara framtíðar Klaksvík
Býráðsfundur mikudagin 24. apríl
Søguløta á Klaksvíkar bókasavni
Upptakt: KÍ-HB
Steypabrak í Klaksvík mikukvøldið
Trygd høvuðsstuðul hjá Badmintonsamb­andi…
Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Editi…
Grøni Háskúlin letur uppaftur
Gongd á samráðingu­num hjá arbeiðarafeløg…