Føroyingar í vanda at missa serrættindi til kollegiir í Keypmannahavn
Eitt útspæl frá sosialdemokratiska yvurborgaravalkandidatinum í Keypmannahavn, Pernille Rosenkrantz-Theil, setur føroyingar í álvarsligan vanda fyri at missa eitt týdningarmikið serrættindi: møguleikan at fáa pláss á kolleigium í Keypmannahavn.
Í dag hava tey ungu, sum búgva longst frá Keypmannahavn – eisini føroyingar – forrætt at fáa pláss á teimum umleið 11.400 kolleigiumrúmunum, sum Kolleigiernes Kontor og CIU í Keypmannahavn umsita. Hetta er ein skipan, sum hevur gjørt tað møguligt hjá føroyingum at byrja eitt nýtt lív í Danmark undir tryggum og sosialum umstøðum.
Men sambært eini grein á TV2 Kosmopol tann 3. september 2025, sigur Rosenkrantz-Theil, at hon vil “ændre optagelsesreglerne for kollegier i København, så unge bosiddende langt fra København ikke længere ‘kommer forrest i køen’, men derimod sidestilles med unge opvokset i eller i nærheden af København.”
Við øðrum orðum vil hon seta ung úr Keypmannahavn ájavnt við onnur- og tað merkir í praksis, at føroyingar, grønlendingar og aðrir ríkisborgarar kunnu missa teirra longu avmarkaðu atgongd til bústað í høvuðsstaðnum. Tað er ikki bara ein praktiskur trupulleiki, men eisini eitt politiskt og mentanarligt afturstig.
Føroyingar hava í fleiri ættarlið verið partur av kolleigiummentanini í Keypmannahavn. Hesi kolleigium hava verið meira enn bara bústaðir – tey hava verið ein felagsskapur, ein mentanarmiðstøð og ein sosialur trygdargrundvøllur, har ung føroyingar hava bygt sambond og funnið sítt pláss í einum nýggjum landi. Hvør føroyingur kennir ikki Oyrasundskollegiið?!
Tað er tí álvarsligt, at ein kommunalur valkampur nú verður brúktur til at gera inntriv, sum í roynd og veru skerða rættindi hjá føroyingum. Tað stríðir ímóti anda ríkisfelagsskaparins og mótstríður eisini teimum virðum, sum danskir politikarar ofta rósa sær av – javnrætti, opnum samfelagi og menningarmøguleikum fyri øll.
Sum føroyingur, búsettur í Keypmannahavn og politiskt virkin, ætli eg at forða fyri, at henda ætlan verður gjørd til veruleika. Vit mugu verja tann rætt, sum føroyingar hava til útbúgving og bústað í danska høvuðsstaðnum – ikki bara fyri okkara egnu skyld, men fyri at varðveita tann felagsskap, sum hevur bundið londini í ríkisfelagsskapinum saman í fleiri ættarlið.
Tað er tíðin at seta seg ímóti hesum broytingum – og verja rættin hjá føroyingum at vera ein sjálvsagdur partur av Keypmannahavn.
Jóhannes Miðskarð, uppstillaður fyri Venstre til kommunalvalið í Keypmannahavn