Lýsing
Lýsing
Lýsing

Jólatræið í Svínoy tendrað

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  07.12.2025 - 18:59 Mentan Myndarøð Tíðindi

Ættin var góð, tá ið vit lendu á Eiðnum í gjár seinnapartin, har jólatræið skuldi tendra

Gingið varð heim í hugnaligu kirkjuna, har Sunnuva Asano hugleiddi um jólini í Svínoy, sum hon minnist tey sum ung.

Røða hjá Sunnuvu Asano verður endurgivin niðanfirði:

Jólatankar
Hetta høvið, eg havi fingið, at siga nøkur orð í Svínoy, nú jólatræið verður tendrað, setti beinan vegin nógvar tankar í gongd hjá mær. Sum vera man, vóru tað serliga míni fyrstu barnaminni um jól, sum komu fram fyri meg. Eg havi eisini hugsað nógv um onnur barnaminni og farin jól her á staðnum, og hjá mær hava tey verið mong í tali. Tá tú skalt hava eina framløgu av einhvørjum slag, verður viðmælt at hava ein inngang. Okkurt, sum gevur áhoyrarunum yvirblikk yvir framløguna, og tað tú ætlar tær at siga.

Eg havi givið eina stutta lýsing av teimum fyrstu tonkunum, eg fekk, men aðrir tankar trokaðu seg eisini inn í hugan, og teir fari eg at hugleiða um. Her í bygdini vóru óivað nógvir jólasiðir tilsamans, tí hvørt heim hevði nokk sínar egnu siðir.

Eg fari at greiða frá og hugleiða um jólini, soleiðis sum eg minnist tey míni fyrstu barnaár fyri útivið 60 árum síðani. At enda fari eg eisini at siga frá einum minni frá atventini fyri gott 40 árum síðani, tá eg var stødd hinumegin knøttin. Uttanfyri er nú eitt jólatræ sett upp, sum skal prýðast við ljósum. Og uttan at tað var beinleiðis tilætlað, fari eg bæði at byrja og enda við at siga frá einum jólatræi. Míni fyrstu jólaminni eru frá einaferð í trýssunum og hava við jólaaftan og jólatræstendring at gera. Heima hjá okkum syrgdi mamma altíð fyri, at vit høvdu jólatræ. Tað var ikki eitt jólatræ, sum stóð í einum króki, men eitt, sum stóð úti á gólvinum, so dansast kundi um tað.

Sum tit óivað vita, kom elektrisitetið ikki til Svínoyar fyrr enn í 67, og elektriskar ljósketur vóru ikki tað fyrsta, sum kom í húsið. Fyrst eg minnist, var okkara jólatræ prýtt við livandi ljósum, og tað var ikki fyri børn. Træið og allir jólapakkarnir, sum komu við postinum, vóru tikin inn í hina stovua, í fínustovu, har børn ikki høvdu atgongd. - Sum jólaaftan nærkaðist vaks spenningurin.

Tey vaksnu høvdu úr at gera, alt skuldi fáast til høldar, so høgtíðin kundi haldast við minst møguligum arbeiði. Vit høvdu neyt og tey skuldu mjólkast og ambætast sum aðrar dagar, men alt hitt skuldi vera upp á pláss: torvið og hoyggið fáast heim, jólabakstur og reingerð, jólaklæði og jólapynt.

Pyntað varð til jóla, men ikki nær námindi so nógv sum mangastaðni í dag. Heima hjá okkum vóru stearinljós altíð kallað jólaljós, tí tað var so at siga bara um jóltíðir, at tey settu dám á gerandisdagin. Hans Andrias hevur yrkt ein jólasang, sum altíð fær meg at hugsa um míni barnajól: “Á barnaárum ungu við jólaljós eg spældi mær, eg tendraði og sløkti og hjartans fegin var”. - Júst somu minni havi eg eisini um míni barnajól, har tey livandi ljósini stóðu fyri tí nógva av jólapyntinum. Jólaaftan var spenningurin í hásæti. Gerandisdagur var til kl. seks, men tá ringdi kirkjuklokkan jólini inn, og so var heilagt. Foreldrini, sum høvdu pyntað træið fyrr um dagin, fóru inn at tendra tey livandi ljósini á trænum. Vit børn sluppu ikki við, men máttu bíða uttanfyri.  

Tað var ein looong løta, men umsíðir varð hurðin latin upp, og tann sjón, sum vit tá sóu, kann ikki heilt endurgevast. Børn í dag síggja so nógv á skíggjanum, sum kanska fær tey burtur frá veruleikanum, og fær hann at tykjast gráan og óinteressantan. Fyri meg var jólaprýdda stovan við jólapakkum og tendraðum jólatræ, ein ævintyrheimur, sum eg eina stutta løtu fekk lut í.

Atventin var jú farin við spennandi fyrireikingum: við jólakalendara, sum taldi dagarnar til jóla, við kleynukóking og øØll ðrum bakstri, sum fylti heimið við anga av søtmeti og krýddi - og so allur posturin, sum kom upp undir jól. !! Tað var serliga pakkapostinum, vit børn bíðaðu eftir. Spennandi var at vera í trunkanum av fólki, sum stóðu uttan fyri diskin hjá Símin hjá Mikkjali, tá postsekkirnir komu í desembur. Jólakort komu so at siga hvønn postdag. Tey vóru altíð so droymandi vøkur, men pakkaposturin var nummar eitt, og allir pakkar skuldu goymast til jólaaftan. Familjan í móðurætt er nokkso stór, og sum barn haldi eg, at eg fekk forholdsvís nógvar jólagávur tilsamans. Tó fingu vit ikki gávur frá øllum, men okkurt kom altíð við postinum.

Eisini fremmandur og forkunnugur matur var komin í húsið. Í Norra høvdu vit ein mammubeiggja, sum hvørji jól sendi okkum ein pakka við jólagóðgæti: dadlir, fikur, sjokuláta og ikki minst nøtir. Nøtir av øllum handa slag, eisini nøtir, sum eg ikki havi sæð í Føroyum fyrr enn tey seinnu árini. At eta nøtir var eitt spæl í sær sjálvum, tí ikki var tað altíð so lætt at bróta hylkið og koma fram at nøtin.

Beint fyri jól plagdu vit at fáa eina eskju við ymiskum góðum frá teimum uppi í Húsi. Minnist ikki alt, men har vóru altíð súrepli og appilsinir. – Alt sovorðið, sum ikki var vanligt aðrar tíðir av árinum, og tað mesta skuldi goymast til jóla, so nógv var at gleða seg til.. Og so kom løtan jólaaftan, tá jólatræið stóð í fullum skrúð, jólaevangeliið varð lisið og jólagávur pakkaðar upp.

Síðani varð dansað um jólatræið, meðan sungið var um frelsaran, sum føddur var. Alt hetta tók sína tíð, og meðan tey vaksnu hildu eyguni við ljósunum á trænum, lærdi eg at seta angan av svidnum grannálum í samband við míni allarbestu barnaminni. 

Bert ein feril av hesum sama grannroyki, og eg verði enn tann dag í dag sett aftur til hesar løturnar í mínum fyrstu barnaárum, tá heimurin var fullkomin og undurfagur. Hesa kensluna - sum bert eitt barnasinni kann hava - at heimurin er fullkomin, hava fleiri skald yrkt um. Barnið hevur jú eini serlig evni at njóta løtuna sum er.

Sum vit vaksa til, missa vit hesi evnini, men vit minnast løturnar úr barndóminum, tá morgindagurin og hansara plágur ikki vóru til, og vit enn dugdu at undrast yvir vakurleikan í øllum rundan um okkum. Karstin Hoydal hevur sett orð á á hesar upplivingar, tá hann yrkir: “…Tey fyrstu ár, tá bæði stórt og smátt var fyri eygað undurverk at skoða…” - ein sera góð lýsing av tí fullkomna heiminum, barnið sær í løtum.

Barnsins heimur er samansettur, men hjá flestum okkara eru nøkur barnaminni, sum glógva fagrari enn onnur. Eitt sovorðið minni hjá mær eru minnini um jólatræið við livandi ljósum, tá eg var ein lítil smágenta. Slík glógvandi barnaminni hoyra ikki bert jólunum til. Vit hava nokk øll aðrar upplivingar at minnast aftur á, tá barnasinnið var nomið á ein serligan hátt, dýrbar minni, sum vit sum vaksin goyma í hjartanum. Tað er eitt serligt huglag, sum loðar uppi í ógloymandi løtum í barndóminum.

Eitt annað skald, sum hevur dugað at seta orð á og hevur fangað huglagið, er danska skaldið Kim Larsen. í sanginum “Dengang da jeg var lille” sigur hann á einfaldan hátt frá løtum í barndóminum, og undirstrikar í niðurlagnum ta afturvendandi kensluna, sum vit eisini kenna aftur innan í okkum sjálvum. Tað gevur afturljóð í hjartanum, har vit hava goymt minnini um tær serligu løturnar - løtur, tá heimurin tóktist fullkomin: - dengang da jeg var lille, - dengang da jeg var lille - var verden vidunderlig 

Eisini Kim Larsen hevur eitt jólaørindi at koyra í rúgvuna av ógloymandi barnaminnum. Jólini eru barnsins hátíð siga vit, og tað er ein sannroynd at vit hugsa serliga um børnini á jólum. Tá eg var barn her í Svínoy, var jólaaftan hæddarpunktið av jólunum, men jólini vóru júst byrjað. Tey vardu jú í fleiri dagar, og helt mann jól í Svínoy, so fór mann eisini at “ferðast” um jólini. Tað var at ganga hús úr húsi og ynskja “gleðilig jól”, og tað gjørdu vit børn eisini. Tá var ljós í næstan øllum húsum, og allastaðni har vit fóru á gátt, fingu vit okkurt, so vit “ikki bóru jólini út aftur”, sum sagt var. Men onki varir við, tað vita vit.

Her í bygdini er eisini nógv broytt, men tá Kim Larsen sigur, at “dengang da jeg var lille, var der ingenting, der var forbi”, so skilja vit tað, tí tann reglan fangar so nógv av barnsins evnum at liva í núinum, tað duga børn so nógv betur enn vit.

Hóast jólahaldið er nógv broytt her í bygdini, er orsøkin til at vit halda jól, enn tann sama sum tá. Í øllum jólaresinum, mugu vit eisini minnast til, hví vit halda jól. Tað leiðir meg til eitt annað jólaminni og eitt annað jólatræ, sum eg at enda skal siga frá. Vit hava lyndi til at gloyma, at nógv av okkara siðbundna jólapynti upprunaliga skuldi minna okkum á jólaevangeliið og frelsaran, sum lat seg føða inn í heimin.

Tað hevði eg satt at siga ikki givið mær so nógv far um, fyrr enn eg fyrstu ferð helt jól uttanlands í 1983. Tá arbeiddi eg á einum bóndagarði í New Zealandi, og bóndahjúnini, eg búði hjá, gingu í eina kirkju, sum presbyterianarar og anglikanarar deildist um. (prestarnir skiftist um at prætika annanhvønn sunnudag). So kom atventin og jólatræið í kirkjuni skuldi pyntast.

Tí stóðu kvinnurnar fyri, og eg var boðin við til hetta tiltakið. Tað var ógvuliga skipað. Ikki vóru vit so nógvar, men allar, sum vóru har, fingu eitt jólatræsprýði í part at hanga á jólatræið. Vit fóru so ein og ein upp at siga hvat prýðið stóð fyri ( ella hvat tað symboliserar í kristnum høpi), so hongdu vit tað á træið. Seinast var stjørnan sett á toppin, og vit vóru mintar á stjørnuna, sum leiddi vísmennirnar til jesusbarnið, so teir kundu tilbiðja hann.

Eg fekk ein prýðislut, sum sá út sum ein bommstavur. Á enskum eitur hetta góðgæti “candy cane” og fæst mangastaðni upp undir jól, eisini her hjá okkum. Eg visti ikki, hvat eg skuldi siga um hetta prýði, men tað gjørdi minni, tí eg hevði eisini fingið ein lepa við eini lítlari frágreiðing. Minnist ikki orðarætt, men tað ljóðaði á leið nakað soleiðis. “Hetta er ein hirðastavur. Hirðastavurin minnir okkum á hirðarnar á markini uttanfyri Betlehem, sum fingu at vita, at ein frelsari var borin í heimin, og sum fóru og tilbóðu hann.”

Hatta var mítt seinna jólatræsminni, og nú jólatræið í Svínoy skal tendrast, er vert at hava í huga, at øll jólaljós, tey, eg spældi við sum barn, og tey livandi ljósini á jólatrænum í mínum barnaheimi;, øll umboða tey júst tað sama sum ljósini á trænum uttanfyri: Tey symbolisera Ljósið, sum kom í heimin, Kristus, Heimsins Ljós, Hann, sum vit minnast á jólum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
 Julian Gregersen hevur sett eitt knúsan…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum
Barnaheim Nólsoyar Páls
Eg mynstri av
Andreas Odbjerg á Summar Festivalin
5B kunnu loysa í morgin
Ungur íverkseti við stórum dreymum
Lítla sjúkra­húsið við alstóra týdninginu…
Kongametið fyri falli?
Nei, Føroyar lata ikki ukrainsku verjuni…