Lýsing
Lýsing
Lýsing

Røða hjá Hallgerð Akurstein

SKRIVAÐ: hvannasund.fo  |  08.12.2025 - 10:31 Mentan Tíðindi

Í samband við at jólatrøini í Hvannasunds kommunu blivu tendrað tann 29.11.25, helt Hallgerð Akurstein hesa røðu:

 

Góðu tit øll

Hugaligt at síggja, at so mong eru savnað at tendra jólatræið í Hvannasundi í dag. Serliga stuttligt er tað altíð at síggja øll børnini í bygdini. Tí hetta er eisini tykkara jólatræ, tykkara bygdir.

Eg hopi, at tit altíð fara at trívast her líka væl, sum eg havi gjørt og geri. Tí sjálvt um tað kann vera lekkurt at koma burturfrá, kanska til Havnar til ein sjónleik ella í onnur lond at fáa sól, so elski eg at koma norðaftur í Sund.

Og eg elski jóltrø.

Jólatrø eru nakað av tí vakrasta og besta við hesi tíðini. Eitt livandi træ mitt í stovuni. Náttúran innandura. Og tað er serliga lekkurt, tá ið tað ikki er veður at vera úti.

Tað vakra við jóltrænum er, at tað ikki bara strekkir seg upp eftir, men eisini rættir seg úteftir.

Eg eri uppvaksin við livandi jólatræi. Babba keypti altíð eitt stórt normansgrann jólatræ frá Álvur Klakk í Klaksvík. Tad var viktugt at kika eftir stammuni, so træið var vakurt, beint upp og niður, og so royndi man at finna eitt fyldugt við greinunum javnt deildar út til síðurnar. Tað er tað penasta!

23. des. Kom tað inn í stovuna: tað var altíð so mikið stórt, at tað mátti kubbast í botninum og toppinum fyri at stjørnan kundi passa uppá.

So at pynta 

Og har vóru bestemt ljós, og ávís prýði, sum vit høvdu frá ávísum fólkum. Fyri meg var tað hondmálaði postalínseingilin, sum eg fekk frá abbasystir míni, og sum hon sjálv hevði málað, sum hevði størstan týdning. Hann skuldi hanga ovast undir stjørnuni. Og tað ger hann enn í dag. Nú heima hjá mær sjálvum. Og hann fær meg at hugsa um hana. Hon búði í Havn, men gjørdi jólini hugnalig fyri okkum.

Fyri 8 árum síðani spurdi eg mínar facebook vinir, hvør teirra yndisjólasangur var. Eg fortaldi, at mín er Nú ringja kirkjuklokkur so hátt. Eg haldi orðini eru so góð, og sálmurin er deiliga føroyskur í myndum og lýsingum.

Og har komu nøkur góð boð.

Gleðilig jól, føgur er foldin, himmel på jord og o holy night osfr.

Eg gjørdi so ein playlista, sum eg havi lurtað eftir leingi.

Men tað stuttliga nú, tá ið eg havi lurtað eftir playlistanum í nøkur ár, so hugsi eg um fólkini, sum hava hendan sangin sum teirra yndisjólasang, tá eg hoyri sangin.

Mammubeiggi mín hevur Eg gleðist so hvørt jólakvøld, Rúna Oskarsdóttir Nú hvítna tindar, Jákup Ingi Christmas shoes, Julianna - Mítt hjarta tilhald hevur, Sigbjørg Olsen - Tað sótu seyðamenn.

Hví nevni eg hetta nú, jú tí um bæði hesir sangirnir og ávís jólapynt, kunnu fáa okkum at hugsa um fólkini, sum hava gjørt tey ella valt sangin. So vísir tað bara mær, at tað eru fólkini, sum eru tað viktigasta! Ikki nær tú pyntar, kanska heldur ikki hvat tú pyntar ella etur. Men fólkini.

So eg fari at tendra hetta træið við vón um at hetta og øll hini trøini í bygdini bæði innandura og uttandura fáa okkum tættari upp á fólkini, sum vit eru góð við :)

At vit hesi jólini líka sum jólatræið rætta okkum uppeftir móti Gudi, so vit fáa eina beina stammu, og úteftir til síðurnar til okkara medmenniskju sum greinarnar á trænun. Líkasum tey vakrastu jólatrøini. So skulu vit nokk fáa eini góð jól.

Eg vil enda við at lesa 4 ørindi úr sálminun hjá Símun av Skarði, sum eg nevndi:

 

4. Ei brim við strond, ei ísur í skor

kann Jesusi forða vegin;

hann stígur inn for fátæks mans borð,

har lítil er jólagleðin.

 

5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,

blíð orð hann við gomul talar,

hann klappar bleiku barnakinn,

av himni tá gleðin dalar.

 

6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,

vár Jesus teg aldri gloymir,

og jólaboðið grøða kann

ta sótt, tú í barmi goymir.

 

7. Vit ung og gomul halda nú jól,

vár Jesus vil øllum hýsa,

hann er hin bjarta lívsins sól,

um allar ævir skal lýsa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kommunur­nar mugu fyrireika seg, at yvirt…
Røða hjá Hallgerð Akurstein
Yngra skúlakórið í Christians­kirkjuni
Grandma's Basement við nýggjum jólasangi
Menning og framleiðsla av fiskavørum
Fleiri og fleiri danir velja at undirvís…
Inner Wheel á Luksus Loppum
Badminton: Føroyingar gera um seg í Danm…
Jólatræið í Svínoy tendrað
Mjølnir á heimavølli
Klaksvík­ingur til ÍF
Team Klaksvík á heimavølli í dag
Jóla­eingilin, sum flutti seg av sær sjál…
Julian Gregersen hevur sett eitt knúsand…
Vit takka øllum fyri Krúndiamant­brúdleyp…
Vilt tú koma í rættan jólahýr?
Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ
Dávid og Jóhan kunnu samráðast við onnur…
Uordenlighed
Framsýning av jóla­borðum