Lýsing
Lýsing
Lýsing

SMJ ein fyritøka, ið hevur sæð møguleikar í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  06.12.2019 - 10:07 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Tað var klaksvíkingurin Sofus M. Jakobsen, sáli, sum í 1969 stovnaði ráðgevandi verkrrøðingarfyritøkuna SMJ í Havn. Í dag er fyritøkan nógv vaksin og hevur sett á stovn eina deild í Klaksvík, her 8 fólk hava sítt dagliga arbeiði.

Sonur Sofus, Árni Jakobsen er í dag stjóri og eigari av fyritøkuni.

Norðlýsið vitjaði inn á gólvið hjá deildini í Klaksvík í snotuligu húsunum á Klaksvíksvegi 77, her vit fingu eitt hugnaligt prát og eina frágreiðing um virkið hjá SMJ.

Niðanfyri prenta vit frágreiðingina, ið Árni Jacobsen hevði gjørt til okkara í samband við vitjanina.

Árni helt, at tað nú var tíð upp á at hann kunnaði eitt sindur um virkið, tí í almenna rúminum hava vit verið kanska ov ósjónligir í Klaksvík. Vit eru ein fyritøka við arbeiðisplássum í Klaksvík, her fyritøkan og starvsfólkini gjalda skatt til komunukassan her, so tað er helst rætt, at vit eisini kunna eitt sindur í Norðlýsinum um hvat vit fáast við í tí dagliga.

Frágreiðingin hjá Árna Jakobsen stjóra og eigara av SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar:

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar hevur skrivstovu í Klaksvík.

SMJ ynski at hava eitt spennandi arbeiðspláss í Klaksvík,  sum er við í nýggjastu menningina innan ráðgeving.

Klaksvíkar Kommuna gongur undan.

Klaksvík á veg til “Smarts cities” við fyrstu IoT (Internet of Things) installtiónum í almennu gøtuljósunum á Biskupstorgið, ljósskipan við vøllin Djúpmýru.

Kommuna gongur eisini undan við gørnari orkuskipanina við sjóhita til Bústaðir, BankNordik, skúlanir á Skúlatrøð, svimjuhøllina og ítróttarhallirnar.

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar ynskir at byggja land

Seinastu árini er føroyska byggivinnan ment í stórum!

Tøkniliga menningin gongur skjótt og flytur støðugt mørkini fyri tí, sum gerst møguligt.

Fyri SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar merkir tað, at fleiri ynski og økt krøv verða sett til byggningar í kjalarvørrinum á tøkniligu menningini.

Hetta er sjálvsagt ein stór og spennandi avbjóðing fyri okkum sum vit takað í størsta álvara.

SMJ er ein fyritøka sum just hevur runda tey fimti árini, vit hava skrivtovur í Klaksvík, Havn og Nuuk, vit eru 38 starvfólk har ein triðingur arbeiðir á skrivstovuni í Klaksvík

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar er ein fyritøka, sum við sínum drúgvum royndum og sum leggur dent á at veita eina dygga tænastu og serkunnleika okkara virkis økið sum er orku og umhvørvi, El og stýringar, Aling og smoltstøðir,  bruna & trygd og byggi- og verkætlannarleiðslu.

Starvsfólkini í fyritøkuni sum hava serkunnleikar sum vit dagliga umseta til praktiskar og haldbærar loysnir í teimum mongu verkætlanum, sum vit eru partur av.

Vit vita eisini, at allar loysnir skulu tillagast tørvin á marknaðinum í Føroyum, uttan at missa nakað av kompleksitetinum, sum tryggjar virkisførið í loysnunum.

SMJ er við í sera nógvum av teimum týðandi verkætlanum í Føroyum í dag. Nevnast kunnu:• heimsins størsta smoltstøð, sum Bakkafrost letur byggja norðuri á Strond í Klaksvík, og sum kemur at lyfta stóru framleiðsluna av alifiski inn í framtíðina

• 3 nýggjar smoltstøðir hjá Bakkafrost, har ein verður bygd á Norðtoftum, ein nýggj smoltstøðu verður eisini bygd á Glyvradali og ein skal byggjast í Ónavík í Vági. Síðani skal ein nýggj framkomin Lívfiskastøð byggjast í Skálavík

• nýggja orkuverkið hjá SEV inni á Sundi, sum fer at veita Føroyum trygga orku í framtíðini, tá ið tað ikki regnar og blæsir

• nýggji H-byggningurin á Landssjúkrahúsinum, sum fer at loysa tær vaksandi og kompleksu avbjóðingarnar innan heilsu og sjúkuviðgerð í framtíðini

• nýggja biogassvirkið hjá Bakkfrost Førka á Skarðshjalla, sum fer at veita fjarhita og el orku í framtíðini

• Vit eru við í fleiri skúlaverkætlanir sum skjótt vera lidnar m.a. Skúlatrøð í klaksvík, nýggi skúlin í Fuglafirði

Og skúla á Fløtunm í Havn sum kemur at hýsa 1000 næmingum.

• Eftirlit og tekniska byggileiðaslu við El verkætlanina í Eystoyartunnlinum.

Hetta eru stórar og margfaldar verkætlanir, sum lata seg gera, tí royndirnar og vitanin finnast í Føroyum. Í SMJ leggja vit stóra orku í at vera við í fremstu røð og eru vit tí førir fyri at átaka okkum allar krevjandi uppgávur, har tørvur er á bæði serkunnleika og arbeiðsorku.

Við okkara vitan og førleikum ynskja vit at vera við til at byggja land.

 

Sofus M. Jakobsen

Søgan

SMJ var við, tá tey privatu vatnfeløgini fyri 40 árum síðani vórðuumskipað til størri kommunalar vatnveitingar til bæði virkir og húsarhald.

Krúnnan á verkinum hjá Sofus M. Jakobsen, stovnara av fyritøkuni, var vatnverkið í Villingadali í Havn. Tað kom til kennar í 1988, tá formaðurin í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð kundi siga: ’Við vatninum frá nýggja vatnreinsiverkinum í Villingardali fáa vit púra reint vatn’ (Tingakrossur nr. 20, 1988).

Talan var nevnliga um eina stóra og nýhugsandi verkætlan, har man fyri fyrstu ferð kom burtur frá tí heilsuskaðiliga klorinum til ta reinu UV tøknina! Tøknin í vatnverkinum í Villingardali var eisini eitt frambrot í norðurlendskum høpi. Loysnin, sum SMJ tá lat úr hondum, hevur higar til dags verið brúkt til sóttreinsan av drekkivatni í Føroyum

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar varð stovnað í august 1969 av Sofus M. Jakobsen, verkfrøðingi. Fyritøkan ber framvegis hansara forbókstavar í navninum.

Eftir at hava arbeitt nøkur ár í stórum ráðgevandi verkfrøðingavirkjum í Danmark, kom Sofus til Føroya og byrjaði sum ein av teimum fyrstu við ráðgevandi virksemi her heima. Her slóðaði hann undan innan byggivinnuna.

Fyritøkan hevur nú í 50 ár virkað sum ráðgevi í hesu vinnu. Síðani byrjanina hava uppgávurnar flutt seg frá vanligari bygging, vatnveitingum og kloakk skipanum til meira framkomnar og krevjandi uppgávur innan sjúkrahúsbygging, orkuverk, skúlabyggingar og hátøknilig framleiðslukompleks, við nýggjastu vitan og tøkni.

Sofus M. Jakobsen slóðaði undan við at fara úr tryggum starvi uttanlands til at byrja egið virki í Føroyum. Virkið hevur síðani ment seg við servitan innan prosjektering, eftirlit, projekt- og byggileiðslu, orku ráðgeving, trygdar- og bruna ráðgeving, ráðgeving innan aling og umhvørvi.

Tað fysta projektið, sum Sofus fór í holt við í Føroyum, var nýbyggingin av íttróttarhøllini uppi á Nabb. Síðani komu Meginskúlin á Sandi, skúlin í Nólsoy, skúlin við Gøtugjógv og millum aðrar verkætlanir var nýggja vatnskipanin í Klaksvík við vatntøku úr Svartdali og vatnbrunnum undir Fossum. SMJ hevur síðani tá verið í nógvum nýskapandi verkætlanum.

Eitt nú var Eysturskúlin eitt frambrot innan skúlabygging, tá ið hann bleiv bygdur. Tað sama vóru útvarpshúsið í Sortudýki, fjarhitaskipanin í Havn, víðkanin við G bygninginum á Landssjúkrahúsinum, nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele í Hoyvík og flestu nýggju skúlarnir kring landið. Í 2003 loysti Árni pápan av, og hevur hann síðani tá stjórnað fyritøkuni.

Virkisøki

Við dugnaligum starvsfólkum og í samstarvi við arðar ráðgavarar, arbeiðstakarar og byggiharrar, hava vit víst áræði í okkara arbeiði. Í teimum mongu verkætlanunum, sum SMJ luttekur í, er málið, at tann nýggjasta vitanin og tøknin skal vera brúkt til at tryggja, at vit røkka teimum optimalu møguleikunum í eini hvørjari verkætlan.

Okkara ynski er at fremja verkætlanir, sum kundin er nøgdur við, og sum vit kunnu vera stolt av!

Fyri at kunna møta avbjóðingunum hjá kundunum á besta hátt, er SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar í dag skipað við fimm høvuðs arbeiðsøkjum:

1.     Orka & Umhvørvi

SMJ hevur nógva vitan og førleikar innan ráðgeving av HVS, maskin og EL innstallatiónum til eitt nú orkustøðir, EL net, orku-, vatn og kloakkskipanir, Alistøðir og framleiðsluvirkir, sjúkrahús, heilivágsframleiðslu, starvsstovur, skrivstovubygningar, skúlabyggningar, barnagarðar, stovnar og røktarheim.

Aðalmálið við orkuráðgevingini er at velja tær optimalu innleggingarnar og bestu loysnirnar í einihvørjari verkætlan. Við okkara vitan um grønar loysnir ráðgeva vit hartil í enduskoðanum av verandi innleggingum, við sparingum av rakstri fyri eyga.

Málið hjá SMJ er at veita okkara kundum ráðgeving innan orku, so at útreiðslurnar minka og virknaðurin á verandi skipanum økist.

Okkara ráðgeving fevnir um eitt nú orkusparandi tiltøk, orkuútbyggingar, orkuskráseting og grønar orkuskipanir.

 

SMJ hevur sum mál at tryggja kundum sínum tær bestu og burðardyggu loysnirnar. Tí hava vit lagt dent á at menna okkara førleikar innan umhvørvisráðgeving viðvíkjandi spillivatnsætlanum og spillivatnsspreiðing, royk reinsing, óljóðsdoyving, luktverju og umhvørvis- og mynduleikaviðgerðum.

2.     El & stýring

Hjá SMJ hava vit drúgvar royndir innan el & stýringar, og hava vit m.a. gjørt slíkar installatiónir til orkustøðir, framleiðsluvirkir, smoltstøðir, sjúkrahús, heilivágsframleiðslu, starvsstovur, skúlabygningar og røktarheim.

Við at samantvinna el & stýring við aðrar installatiónir kunnu vit, saman við øðrum fakøkjum, finna fram til bestu loysnirnar til einstøku støðuna og gera orkusparandi átøk. Dentur verður lagdur á at skilja uppgávuna á ein slíkan hátt, at kundin fær bestu ráðgevingina til júst sína uppgávu.

·       Ljósskipanir, útrokningar fyri ljós til ávísa tørvin.

·       Bygningsinstallatiónir, so sum ljós, kraft og el-veiting

·       Brunatekniskar installatiónir

·       Maskininstallatiónir

·       Stýring og regulering (SRO/SCADA)

·       EMC og snarljósverjuskipan

·       Dimensionering av el-skipanum

·       Handfaring av myndugleikakrøvum

·       Virkislýsing fyri skipanir (funktionsbeskrivelse)

·       Neyðstreymsskipanir

·       UPS

·       BMS/CTS

3.     Aling

Í verkætlanarhøpi verður dentur lagdur á at veita hágóðsku ráðgeving við atliti at tøkni, lívfrøði og umhvørvi fyri at fáa  dygdargóðar heildarloysnir til vega. Í alingini eru trý høvuðsviðurskiftir, sum skulu ganga upp; tað eru tekniskar skipanir, lívfrøði og kostnaður. Tí er avgerandi at hava heildarloysnina í huga, tá ein alistøð verður gjørd ella endurnýggjað.

Á eini smoltstøð eru sokallað biofiltur, sum reinsa ammonium úr vatninum, hetta verður gjørt við bakterium. Í tí sambandi hava vit arbeitt fyri Novozymes við at greina, hvussu bakteriuvøksturin fer fram á eini smoltstøð við laksasmolti, og í hvønn mun ymisku evnini í skipanini hava ávirkan á bakteriurnar.

Hjá SMJ vilja vit ganga á odda. Í okkara fakliga umhvørvi eru kundin, uppgávan og samstarvið í fokus. Vit bjóða okkum fram til at hava initiativið og at lætta um avgerðartilgongdina hjá kundum okkara.

·       Tekniskar skipanir á smoltstøðum

·       Neyðstreymsverk og battarískipan

·       El og rør projektering á smoltstøðum

·       Stýring og regulering (SRO/SCADA)

·       Vatnreinsiskipan

·       Biofiltur

·       Vatngóðska

·       Mikrobiologiskar analysur av bakteriubólkum

·       Fiskaheilsa

·       Strongd hjá fiski

·       Frárensls og slamhandfaring

 

4.     Bruni & trygd

Hjá SMJ er trygdin altíð í fokus og vit ráðgeva í øllum viðurskiftum við atliti til bruna og trygd. Vit ráðgeva í brunaflokkingum av vanda økjum, brunaskipanum, trygdartiltøkum til eitt nú tilbúgvingarætlanir fyri tunnlar, offshore stórvenjingum fyri oljufeløg, konstruktiónum av orkustøðum við meira.

Vit bjóða okkum eisini fram til at gera tilbúgvingarætlanir fyri virkir, kommunur og stovnar.

5.     Leiðsla & IKT

Hjá SMJ vilja vit ganga á odda. Í okkara fakliga umhvørvi eru kundin, uppgávan og samstarvið í fokus. Vit bjóða okkum fram til at hava initiativið og at lætta um avgerðartilgongdina hjá kundum okkara. Vit hava fleiri sterkar leiðarar, sum eru vanir við at ganga á odda og vanir at nýta nýggjastu talgildu amboðini.

·       Verkætlanarleiðsla

·       Projekteringsleiðsla

·       Byggileiðsla

·       IKT leiðsla

·       Fak leiðsla

 

Gongdin higartil

SMJ luttekur í nógvum spennandi verkætlanum og hóast vit til tíðir eru pressaðir av evstamørkum og innlatingarfreistum, so gloyma vit ongantíð at skapa góðar fortreytir fyri arbeiðsgleði, tryggleika og íblástri til at finna nýggj hugskot, alt við tí fyri eyga, at menna eitt gott arbeiðspláss, sum aftur er fortreyt fyri at kunna veita ta bestu tænastuna.

Samstundis sum SMJ er vaksið nógv, eru krøvini til organisatiónina tilsvarandi økt. Tí hava vit satsað nógv uppá at menna sjálvstøðugar leiðsluførleikar og fakligar førleikar hjá einstøku

starvsfólkunum.

Við regluligum teambuildings átøkum styrkja vit relationirnar og samstarvsevnini í starvsfólkahópinum. Á henda hátt gira vit okkum støðugt til tey fakligu krøvini í teimum verkætlanum, sum vit luttaka í, soleiðis at vit væl og virðiliga eru før fyri at veita tað, sum kundin ynskir.

SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar er skipað sum partafelag. Eigari og stjóri er Árni Jakobsen. Í nevndini sita Djóni Thomassen, nevndarformaður, og nevndarlimirnir Kaus Fristrup, Pætur Jacobsen og Árni Jakobsen. Nýggjur nevndarlimur verður Jan Petersen. Umframt stjóran, er felagið skipað við Heina Ellingsgaard sum deildarleiðara fyri orku- og umhvørvi, Petur Martin Glerfoss sum deildarleiðara fyri EL og stýringar og Pætur Jakonsen innan Aling. Í 2013 fóru spennandi broytingar fram í felagnum. RM bólkurin, sum arbeiddi við ráðgeving innan trygdar- og brunaøkið, og KJ Elráð sum vóru ráðgevandi verkfrøðingar innan EL vórðu keyptar og lagdar saman við SMJ.

Byggimál

SMJ hevur luttikið í sera nógvum byggiverkætlanum gjøgnum tíðirnar. Sum fyrr nevnt, so snúðu verkætlanirnar í fyrstani seg serliga um vatnveitingar til nýggju flakavirkini, sum komu í sjeyti árunum, og um kloakkskipanir í flestu kommununum. Hartil vórðu fleiri nýggir skúlar bygdir. Nýggja vatnrensiverkið á Skála, har vatnleiðing er løgd um fjørðin yvir á Glyvrar til virkir og husarhald í Runavíkar kommunu.

Nýggi H bygningurin á LS verður sjálvveitandi við grønari orku og hevur sera framkomna isolatiónstovur til at fyribyrgja allar smittur.

Nú Glasir stendur liðugt, metir Bjarke Ingels at skúlin verður eitt ”Ikon” fyri Tórshavn og Føroyar!

Verkætlaninar ídag vera projekteraðar við tí mest framkomnu 3D tøknini sum Revit, BIM og Solibri

SMJ luttekur nógvum orkuverkætlanum í Føroyum, so sum fjarhitaskipani í Havn, sjóhitaskipani í Klaksvík, Biogassverk í Havn,  nýggja Sundsvekinum, sum verður eitt sera framkomið diselverk við roykreinsing, sum líkur strong umhvørviskrøv.

SMJ hevur ein koordinerandi leiklut í verkætlanini hjá Bakkafrost á heimsins størstu smoltstøði á Strond Klaksvík!

Eitt sindur afturat um hinar smoltstøðunum

 

Hesar og aðrar verkætlanir, sum SMJ lutekur í, fara heilt víst at flyta føroyska samfelagið væl inn í framtíðina.

Avbjóðingar

Tær uppgávur sum vit fáa litið upp í hendur frá okkara kundum eru við tíðini blivnar størri og meiri kompleksar. Okkara avbjóðing er tí at styrkja fakliga framsøknið og krøvini til okkara egnu hugskot og hugdirvi.

Tað er orsøkin til, at vit hava økt um talið av starvsfólkum og átikið okkum fleiri fakøki og sergreinar. Allar avbjóðingar skulu loysast og hvørja ferð vit gera tað, fáa vit eitt gott høvi til at styrkja felagið, fyri framhaldandi at standa við okkara sterku støðu sum ráðgevandi verkfrøðingar í fremstu røð. At vera aktuel við nýggjastu vitanini er okkara størsta avbjóðing. Sum vinnuleikari á føroyska marknaðinum hava vit sjálvsagt nakrar greiðar ambitiónir. Okkara mál er at vera við í fremstu røð við dagførdari vitan, nýggjari tøkni, dugnaligum starvsfólkum - og nøgdum kundum! Tað er okkara ambitión at gerast partur av komandi og krevjandi uppgávum, sum lyfta okkum enn longur fram á leið. Vit eru eitt felag við fakligum forvitni og dirvi til at granska tað nýggja - tað skapar framburð bæði fyri tann einstaka og fyritøkuna. Síðani 1969 hevur SMJ satsað uppá fakligheit og nýhugsan og tað halda vit fram við. Vit eru og verða eitt ráðgevandi verkfrøðingafelag, hvørs fremsta mál er at fáa tær bestu loysninar fram í teimum verkætnum, sum vit arbeiða við, til frama fyri okkara kundar.

Langtíðar mál

Á tí styttri breytini loysa vit dagliga uppgávur, frá tanka til veruleika, fyri okkara kundar. Á tí longri breytini skapa vit nøgsemi hjá okkara starvsfólkum og fyri SMJ, við at fokusera uppá avbjóðingar og at loysa tær. Tí gera vit javnan íløgur í menning og nýhugsan og í arbeiðsgleði og trivna í SMJ, og síggja tað sum eina langtíðar íløgu í okkara framhaldandi førleikar at loysa uppgávur fyri kundarnar.

Í SMJ leggja vit dent á, at øll hugsa frítt og visionert og tora at lata góð hugskot koma fram. Tað er tí at vit siga, at vit virka fyri, at vitan og tøkni møta arbeiðsgleði og nýhugsan í SMJ. Tað er tryggasti og besti mátin at veita tær bestu loysnirnar til okkara kundar - hvørjaferð.

Lýsing
Seinastu tíðindini
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…
Útróðurin hevur ongan góðan í tinginum o…
Skíggjanýtsla og antibiotika ovast á dag…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Rannvá Dahl vart ph.d. á Københavns Univ…
Kent ”Kenno” Petersen í Varpinum
Stjørnan hevur aðalfund
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…