Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elin hjá Ottu 90

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  12.12.2019 - 08:37 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Elin helt fyri, at aldurin er bara eitt tal, tá ið eg sunnudagin 8. desembur ynskti henni til lukku við degnum - og so var hitt eyðkenda glaða smílið um alt andlitið.

Elin, sum er dóttir Lenu og Jógvan Edvard Lydersen, vaks upp niðri á Bakkanum á Stongunum. Jógvan Edvard var av Viðareiði, sonur Lauru og Lýðir Lydersen, sum kom av Toftum.


Lena kom úr Árnafirði, dóttir Elin og Jákup Steffensen. Lena og Jógvan Edvard fingu 3 børn - Lydiu, Elin og Óla. Lydia doyði bert 19 ára gomul.


Elin plagar at taka til um barnaheimið, at har var alt bara gott, stórt hjartarúm, og har komu øll á gátt. Lena, sum eg minnist væl, var altíð blíð og fyrikomandi. Hon dugdi væl við fólki og var skemtilig.

 

Helst hevur Elin arvað hesar góðu gávur frá foreldrum sínum. Gestablídni hjá Elin og Ottu hevur altíð verið stórt – dyrnar altíð opnar og gáttin lá, har øll vóru og kendu seg vælkomin.

 

Elin hevur mangan tikið upp - eftir ikki so fáum útróðrartúrum hjá Otto – Frikadellur, knettir, flak, fuglur í hópa tali og mangt annað gott av sjónum. Otto var inniløgumaður, men tað skal sanniliga eisini ein røsk kona til, at taka alt til rættis, og tað dugdi Elin væl.

 

Elin plagdi eisini í mong ár at hjálpa til á Sjómansheiminum, og var hon eitt lívstykki og setti lív í eisini har. Tá ið tað so lukkaði á Sjómansheiminum, fóru gestirnir, ið ofta vóru lærlingar frá m.a. Eysturoynni, sum búðu har, heim til Elin og Otto at spæla spøl ella gita gátur. So Elin hevur verið ungdommilig og hevur dugað at hugna sær við tí unga ættarliðnum eisini.

 

Eg kom nógv á gátt hjá Elin og Otto og kendi meg væl heima har. Har var hjartarúm, kærleiki og tolsemi. Haðani havi eg mangan góðan bita at takka fyri, og at vit oftani sótu væl har.


Elin og Óli, sum fyllir 88 ár í næstum, eru ógvuliga væl og góð systkin. Óli vitjar Elin dagliga, og systurin fær ein koss á kinn hvørja ferð, tey møtast og skiljast – Góða systkinalagið kemur helst av Stongunum og trygga uppvøkstinum har.

Eins og aðrar gentur tá, fór Elin út at tæna, sum ung. Hon var arbeiðsgenta í mongum heimun. Eisini arbeiddi hon í handilinum á Biskupsstøð og í handilinum á Stongunum.

 

Nógvar ungar gentur og dreingir arbeiddu har, og nógv var at gera, tá ið skipini skuldu avstað, plagar Elin at greiða frá.

 

Elin giftist við Otto hjá Dáva úr Gerðum í 1953, so tey hava hátíðarhildið sín krúndiamantbrúðleypsdag.

 

Hjartaliga til lukku við 90 ára degnum, Elin!

Dávur Winther

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Valfundur í Haraldsundi, 17. mars 2026
- Sjálvstýri hevði staði sterkari um tað…
1.000 føroyingar við demens – hvør er po…
HETTAR VAR IKKI MEININGIN - Vit regulera…
Ung menniskju fáa ikki fótin innum bústa…
"HVAT KOSTAR TAÐ IKKI FYRI SAMFEALGIÐ AT…
Lat okkum gera tað lættari hjá ungum at…
Eysturoyar­tunnilin – nú skal tunnilsgjal…
Alsamt fleiri íbúðir í Norð­oyggjum
Hvat heldur Miðflokku­rin um skúlan?
Heldur eiga enn leiga bústað
Tillaga størv skerd 1mio og nokta avlami…
Frá Hjarta­felagnum
Tiltøk í vikuni
Sólstein og Vatnhamar vitjaðu Komið øll…
- Tað er ringt at bakka í dagljósið, so…
- Hevur týdning at vit fáa meira kvinnur…
Valprát við Fólka­flokkin
Tveir ungdóms­venjarar tosa um ungdómsfót…
- Tað er tekin um at her er gott at verð…