Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vetrarpalassi í Skt. Pætursborg telist millum heimsins størstu listasøvn við sínum yvir trimum milliónum listaverkum. Rembrandt, Michelangelo, Picasso og nærum øll onnur hugsandi heimsnøvn inna list eru at síggja í Eremitaguni. Tað var keisarinnan Katarina tann stóra, ið byrjaði at savna list til Vetrarpalassi

Borg Sankta Pæturs

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.01.2020 - 15:00 Leiðarin Mentan Vinna

Skt. Pætursborg er helst heimsins størsti skansi. Og býurin byrjaði eisini sum ein veruligur skansi, ein svenskur skansi við navninum Nyenschantz. Hóast sín unga aldur – býurin hevur ikki verið ein býur í 4 øldir enn – hevur Sankta Pætursborg helst eina ta litríkastu søguna av býum, ið hvussu er í Europa. Líka frá grundlegging til í dag hevur býurin verið miðdepil fyri kollveltingar, kríggj, kringseting, zarveldi, kalt kríggj og mangt, mangt annað. Nú verður stórbýurin so vinarbýur hjá Klaksvík.

Í árunum 1598 til 1613 lá russiska stórveldið uttan ein zar. Zarurin Fjodor I doyði í 1598 sum tann seinasti av Rurik-ættini, og parlamentið Zemski Sobor hevði torført við at velja ein eftirmann. Tey valdu gamaní Boris Godunov, men hann doyði í 1605, og zarveldið lá tí í stjórnarloysi fram til 1613, tá Zemski Sobor valdi Michael I av Romanov-ættini, ið eisini stýrdi Russlandi fram til kollveltingina í 1917.

Í hesi tíðini uttan ein zar lótu sviar skansan Nyenschantz byggja at verja svensku provinsina Ingria í núverandi Russlandi. Og hetta var so byrjanin til tað, ið seinni skuldi gerast býurin Nyen, Petrograd, Leningrad og Sankta Pætursborg.

Í knapt hundrað ár var býurin svenskur. Men Russland vildi hava ein havnarbý, ið munnaði út til Eystursjógvin, og í tí stóra norðurlendska krígnum 1700-1721 var býurin eitt tað fyrsta, zarurin Pætur hin Stóri ella Peter I. tók frá Svøríki. Mong halda, at hann uppkallaði býin eftir sær sjálvum, men í roynd og veru er navnið Sankta Pætursborg eftir halgimenninum Sankta Pæturi, lærusveini Jesusar og fyrsta pávanum.

Pætur hin Stóri royndi at vera so europeiskur sum gjørligt, og var sterkt ávirkaður av europeiskari mentan. Tað sæst eisini av navninum á býnum, ið er katólskt. Men russar sum heild vóru antin ortodoks kristin og seinni ikki-trúgvandi, ateistar. Tí bleiv navnið sjáldan brúkt í fullum líki; Sankt bleiv einans skrivað á skrift, meðan russar søgdu bara Petersburg, og tað er væl hugsandi, at tey tá sipaðu til Pætur hin Stóra og ikki halgimennið.

 

Heimsbardagarnir raktu Pætursborg meint

Tá viðurskiftini við Týskland kølnaðu munandi undir fyrra heimsbardaga, og russar sum heild vóru væl ávegis at venda sær frá kristindóminum, bleiv “Sankta”-navnið heilt slept, og offisiella navnið á býnum gjørdist Petrograd. Hetta var bæði fyri at sleppa av við katólska forskoytið, og tí at hildið var, at Petersburg klingaði ov týskt.

Sum “Vindeygað til Europa”, sum Pætur hin Stóri rópti “sín” bý, og sum høvuðsstaður Russlands 1712-1728 og aftur 1732-1917 var býurin miðdepil fyri øllum teimum stóru konfliktunum í Russlandi líka frá zartíðini til stóru kollveltingarnar, harav tann størsta var Oktoberkollveltingin í 1917.

Leningrad, sum býurin tá æt, kom aftur í brennidepilin undir 2. verðinskríggi, har Nazitýskland hevði sett sær fyri at endurstovna Ingria sum týska provins og búsetingarøki í forleingilsi av Eystur-Preussen (ið rakk inn í núverandi Kaliningrad-landslutin). Týska Vernamaktin (Wehrmacht) fekk boð um at bumba býin sundur og saman, umframt at avskera hann frá øllum flutningi. Hendan kringsetingin vardi í hálvt triðja ár, frá 1941 til 1944, og yvir ein millión russarar doyðu. Býurin hevði “einans” 3 milliónir íbúgvar tá.

 

Progressivi Leningrad vrakar kommunismuna fyrst

Tað var eisini í Leningrad, at kommunisman fyrst fall. Paradoksalt var hetta, tá ein hugsar um navnið Leningrad, býur Lenins, ið var høvuðsmaðurin aftanfyri at innføra kommunismuna í Sovjettsamveldið.

Orsøkin til fallið hjá kommunismuni í Leningrad var, at býurin sum næststørstur skapti sera stórar inntøkur til Sovjettsamveldið, men fekk lítið burturúr sjálvur. Sovjettsamveldið favoriseraði høvuðsstaðin Moskva, og hóast teir 2% av íbúgvunum í Skt. Pætursborg stóðu fyri 6% av BTÚ hjá Sovjett, so syrgdi planbúskapurin fyri, at tær flestu inntøkurnar fullu niður í Moskva. Sum búskaparligt kraftsentur kundi Leningrad ikki góðtaka hetta, og í 1991 valdu tey á fyrsta sinni demokratiskt ein borgarstjóra, Anatolij Sobchak, ið fór til val uppá at halda inntøkurnar hjá Leningrad í býnum sjálvum. Á sama vali var eisini ein fólkaatkvøða um býarnavnið, og har valdu 54% at venda aftur til Sankta Pætursborg og sleppa Leningrad. Eitt ómiskenniligt signal um, at tíðin hjá Lenin og hansara kommunismu var av. Hálvt ár seinni gav Gorbatjov skarvin yvir, og Sovjettsamveldið var søga.

Í dag er Sankta Pætursborg enn tað kraftsentrið, býurin leingi hevur verið, og er framvegis vindeyga Russlands til Europa. Asiatiski dámurin á Russland sæst sera væl í Moskva, men nógv minni í Sankta Pætursborg. Býurin er fíggjarliga og vinnuliga episentrið í Russlandi, og vinnuvegirnir í býnum eru alt frá rávøruídnaði sum olju og gassi, yvir sekundérvinnur sum skipasmíð, tungídnað og transport til elektronikk, telduídnað, flogferðavinnu og eina ørgrynnu av tænastuvinnum. Ja, enntá rúmdarídnaður húsast í býnum.

Við sínum 5,4 milliónum íbúgvum er býurin líka stórur í fólkatalið sum alt Danmark, og er antin 3. ella 4. størsti býurin í Europa, alt eftir, hvussu ein roknar Istanbul, sum liggur báðu megin markið millum Europa og Asia. Sankta Pætursborg er sostatt 1.000 ferðir størri enn nýggi vinarbýurin Klaksvík.

 

Fiskivinnuhøvuðsstaðirnir vinarbýir

Tað er ongin tilvild, at júst hesir báðir býirnir nú knýta vinarbond. Báðir eru fiskivinnuhøvuðsstaðir og báðir næststørstu býirnir í hvør sínum landi. Kortini er hetta nakað, sum hevði verið púra óhugsandi fyri bara 30 árum síðani, tá býirnir báðir vóru hvør sínu megin Jarntjaldið, og ikki hugsingur var um at taka lógvatak tvørtur um. Nú útbyggja og formalisera vit vinarbandið við Russland, ið hjálpti Føroyum, tá ES stongdi sínar havnir fyri føroyskum skipum.

Norðlýsið verður við, tá avtalan um vinarbýarsamstarvið ímillum Sankta Pætursborg og Klaksvík verður undirskrivað mikudagin 29. januar 2020.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini tala fyri uppsøgnini
Seinastu strokini
Nýggj duet útgáva Kristina Bærendsen og…
Røða: Flaggdagsrøða løgmans í Fámjin
Nu gælder det om at stå sammen om KÍ; sp…
Várframsýning hjá Anniku
Kom og hoyr um afturkomu Jesusar – Betes…
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-fi…
Ikki ein óvæntað avgerð
Hesin verður fyribils venjari hjá KÍ
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Frálík flaggdagsrøða
Fimm prosent møguleiki fyri at KÍ vinnur…
Lands­stýris­maðu­rin lýst svartkjaftakunng…
Lutur Mansins í Fosturtøkuni
Flaggdagshald
USS Albany í Nólsoyarfjørð
Hoydalar til Tjóðpall og Symfoniorkestur
Semjan um tøkugjøld­ini hevur stóran týdn…
Mjølnir og SÍ spæla fyrru FM-finaluna í…