Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ferðslulop á Kalsoyarleiðini í 2019

SKRIVAÐ: VisitKalsoy  |  29.01.2020 - 02:36 Mentan Tíðindaskriv Vinna

Sambært samansettum tølum av heimasíðuni hjá Strandferðsluni hendi eitt rættuligt ferðslulop á Kalsoyarleiðini í 2019 ímun til 2018.

 

Kópakonan avdúkað 1. august 2014. Ferðafólk aftur og fram = 2 ferðandi. Bilar aftur og fram tó einaferð

 

Ferðafólkatalið í 2019 øktist í mun til 2018 við 20% frá frá 57.594 til 69.103, bilatalið økist við 17% frá 8.285 til 9.670 og ferðandi við bussi øktist við 60% frá 6.040 til 9.693.

 

 

Orsøkin fyri øktu busstølini er uttan iva tann, at 1.mai 2019 byrjaði bussleiðin at koyra til og frá hvørjum vanligum túri hjá SAM á Syðradali.

Orsøkin fyri ferðslulopinum umborð á SAM við ferðafolki og bilum er torfør at meta um. Uttan iva er tað serliga økta talið á ferðafólk í Føroyum, sum eisini vitja Kalsoynna.

 

Annars vísa tølini í procentum millum 2014 og fylgjandi ár hetta:

 

 

Ruðuleikin av økta bilatalinum er og verður partvís bøttur uppá við nýggjum stórum parkeringsplássum í Mikladali og á Trøllanesi. Men ein kann tálma enn meira øking við at útbyggja bussleiðina og við eisini at gera túrar millum bygdir uttanum túrar hjá SAM.

Nýggjur bussur kemur í oynna 1.mai 2020. Núverandi  bussur tekur 19 fólk, meðan nýggi bussurin fer at taka 25 fólk.

Eisini kann ein javna ferðafólkatalið yvir vikuna, við tað at SAM fór at sigla týsdag og hósdag kl. 10, sum hann ger allar aðrar dagar í vikuni.

2.apríl 2020 verður frumframsýning av nýggjum James Bond filmi í Havnar Bio. Fer ein tá at síggja fleiri brot  frá  Kallinum, so fer ein uttan iva at síggja nógv ferðafólk á Kallinum, sum bara koma av hesi orsøk. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Metingar um 6. umfar
- Vit eru svangir at svara aftur
Kanjon: Stoyptu 710 rúmmetrar uppá 14 tí…
Beinleiðs stroyming: Stór svimjistevna í…
Upptakt: KÍ-B68
Tessa á OY Voxbotn 2024
Elsebeth Mercedis: Vit eiga framhald­andi…
Heðin Mortensen stillar upp aftur
50 ár síðan Reyðu Khmerdrápini
Verja og visiónir
Eina stóð ph.d.-verjuna væl og virðiliga
Grant er í Klaksvík hvønn dag
Landið má leggja trýst á kommunur
Mjølnir enda á heimavølli
Sáttmáli undirskrivaður um lækna­miðstøði…
Aðalfundur verið í Íverksetara­húsinum
Methøg søla av elorku og methøg framleið…
Virkið vár byrjar og endar við renning
33 nýggjar íbúðir á Argjum
Havsbrún í Fuglafirði - 365 dagar uttan…