Lýsing
Lýsing
Lýsing

14 nýggir ph.d.-arar í 2025

SKRIVAÐ: Granskingarráðið  |  06.01.2026 - 14:21 Tíðindi

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava 14 føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2025. Av hesum hava ellivu verið innskrivað uttanlands og trý í Føroyum. Talan er um fimm menn og níggju kvinnur.  Fýra av verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

 

8. februar vardi Sólja Remisdóttir Veyhe ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Sólja hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Klinisk Institut á Syddansk Universitet og hevur arbeitt á Hæmatologisk Afdeling X, OUH, og verið knýtt at Hæmatologisk-Patologisk forskningslaboratorium. Ritgerðin ber heitið: "Molecular Characterization of Chronic Lymphocytic Leukemia During Treatment." Les meira her

9. februar vardi Guðrun í Jákupsstovu ph.d.-ritgerð sína á Universität Bern. Guðrun hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á ensktdeildini á universitetinum í Bern. Ritgerðin ber heitið: “Encountering Time: Temporal Experience and Littoral Space in British and Scandinavian Nature Writing.” Les meira her

29. apríl vardi Barbara Egilstrøð ph.d.-ritgerð sína á Aalborg Universitet. Barbara Egilstrøð hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Medicin og  Sundhedsteknologi á Aalborg Universiteti. Ritgerðin kallast: “Situated co-produced family caregiving within dementia – A contribution to home-based caring practice for home-dwelling people with dementia.” Les meira her

14. mai vardi Sólvá Jacobsen ph.d.-ritgerð sína á Fiskastykkinum í Sandavági. Sólvá Jacobsen arbeiðir á Havstovuni og hevur verið innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua).” Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini. Les meira her

20. juni vardi Niclas Højgaard Eysturoy  ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Niclas er yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Faroese Knee Cohort: An investigation of epidemiology and implications of patellar dislocation and trochlear dysplasia.” Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini. Les meira her

23. juni vardi Elisabeth Skarðhamar Olsen ph.d.-ritgerð sína á Lancaster University. Elisabeth hevur samstarvað við eldsálir og felagsskapir í Føroyum og í São Tomé e Príncipe. Hon hevur verið innskrivað á Lancaster Environment Centre,  Lancaster University. Síðani 2024 hevur Elisabeth verið í starvi sum námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: “Forking Sustainability Pathways? Engaged research on local food practices in the Faroe Islands and São Tomé e Príncipe”. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini. Les meira her

26. juni vardi Hugin Reistrup ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. ​Hugin er lækni á Afdeling for Mave-, Tarm-, og Leversygdomme á Herlev Hospital og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet. Les meira her

5. september 2025 vardi Herborg Líggjasardóttir Johannesen ph.d. ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum.  Herborg er serlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini. Les meira her

5. september vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d-ritgerð sína á DTU.  Bjørt hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Fysik á DTU. Ritgerðin ber heitið: “Understanding Interactions Between Carbon Dioxide, Carbonate, and Anion Exchange Membranes for Electrochemical Operation”. Les meira her

3. oktober vardi Heiðrikur í Garði Mortensen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Heiðrikur hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Institut for Geoscience á Aarhus Universitet Ritgerðin kallast: “Platinum-group elements as a proxy for large igneous province volcanism and weathering”. Les meira her

4. oktober vardi Ása Didriksen Apol ph.d.ritgerð sína á Københavns Universitet. Ása hevur arbeitt á Infektionsmedicinsk Afdeling á Amager og Hvidovre Hospital og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Klinisk medicin á Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið: ”Exploration of transcriptomic and immune landscapes in blood and liver in chronic hepatitis B.” Les meira her

10. oktobur vardi Borgný Súsonnudóttir Hansen ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Borgný hevur verið innskrivað sum vinnu ph.d.-lesandi á Teknisk Audiologi við granskingareindina fyri Oto-Rhino-Laryngologi á Syddansk Universitet. Hon hevur arbeitt hjá fyritøkuni WS Audiology. Ritgerðin kallast: “The Effects of Short Processing Delay on Sound Quality in Open-Fit Hearing Aids: Candidacy, Preference, and Real-Life Experiences" Les meira her

1. novembur vardi Tráin Petursson Nónklett ph.d. ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Tráin hevur verðið innskrivaður á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: Vitan og stríð og stríð um vitan, ein kanning av føroyskari fiskiveiðufyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977. Les meira her

6. november vardi Helgi Winther Olsen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum.  Helgi hevur arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kanningarnar eru gjørdar í Suðuroy, í Vágs skúla og Tvøroyrar skúla. Ritgerðin ber heitið: Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting. Les meira her

Ph.d.-netverk
Granskingarráðið umsitur ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast “Føroysk ph.d.lesandi”. Bólkurin er ætlaður ph.d.-lesandi og teimum, sum hava lokið ph.d. Har ber til at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.-verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her.

Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin.

Fleiri ph.d.-ritgerðir eru tøkar talgilt her.

Saknast onkur ph.d.-lesandi, ph.d.-ari ella annar í Heilagrunninum ella í bólkinum fyri ph.d.-lesandi, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað byrjaði í 2019 – ella 1916?
SSL: Sam avlýst síðstu túrarnar í kvøld
Er Miðflokku­rin nú ein ultra-høgraflokku…
Dysturin er avlýstur vegna veður
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ