Lýsing
Lýsing
Lýsing

Áhugaverd kvøldskúlaundirvísing í egniskúri í Leirvík

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  09.03.2020 - 13:40 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Undir kvøldskúlaskipanini, hava Gullak Gullaksen og Jákup Christiansen undirvíst ungdómar í Eystur Kommunu í at handfara trol.

Fríði B. Nielsen, ið er leiðari fyri kvøldskúlan í Eysturkommunu sigur, at kvøldskúlin har leggur stóran dent á undirvísing í handaligum lærugreinum, sum næmingar kunnu fáa gagn av um teir eitt nú vilja til skips.

Vit hava fingið Gullak Gullaksen at standa fyri undirvísingini her. Tað ber illa til at undirvísa í slíkum handaligum, tá nógvir næmingar eru, tí hevur Jákup Christiansen eisini verið knýttur at undirvísingini.

Kvøldskúlin hevur hildið til í bátasavninum, men har hevur verið so trongt, at neyðugt hevur verið at funnið onnur høli til trolbøtiundirvísingina, tí hava teir átta dreingirnir ið byrjaðu, verið undirvístir í egningaskúrinum hjá Gullaki og tað hevur rigga sera væl, tí har er umhvørvi, ið er tætt knýtt at júst hesum handverkinum.

Víðari sigur Fríði B. Nielsen, at kvøldskúlin ætlar at halda áfram við hesi undirvísing, tí skeiðið gevur ungdóminum ein betur møguleika at sleppa til skips. Tað fyrsta ungliggar verða spurdir um, tá teir biðja sær kjans við trolbátum ella trolarum, er um teir duga at bøta og tað duga hesir, sum hava verið ígjøgnum hetta skeiðið, Sigur Fríði B. Nielsen at enda.

Vit spurdu eisini Gullak Gullaksen um hvørja frálæru dreingirnir hava fingið. Hetta hevur verið eitt sera spennandi skeið, sigur Gullak. Dreingirnir hava lært nógv ymiskt, sum krevst av manningunum við skipum, sum veiða við troli. Eitt nú er undirvíst í bøting, at skera burturúr, seta stykki upp í, leysa, bensla, gera kvartar, spleysa, bæði vanligt og 12 táttað, flætta og tílíkt.

Allir sjey dreingirnir, ið fullførdu skeiðið dugdu at bøta slætt net.

Vit hava undirvíst tvey kvøld á 2 tímar um vikuna í umleið hálvan fimta mánaða. Fyri mær hevur tað verið ein frægd at síggja hvussu næmir dreingirnir hava verið. Tann eini hevur verið við Artic Viking og har løgdu teir til merkis hvussu væl drongurin dugdi at handfara trolið tá tað kom til bøting. - Drongurin er framvegis við Artic Viking, sigur Gullak Gullaksen at enda.

Tá Norðlýsið var í egningarskúrinum vóru bert tríggir dreingir til staðar, teir vóru Kolbein, Heri og Djóni. Hinir, ið eisini hava gingið til skeiðið vóru Christian, Tummas Johan, Andrias og Høgni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Johnny: "Limaskapur í WTO er stórur vinn…
Útróðurin í dag
Torradagar aftur á skrá
Akademi­útbúgving – nú eisini á netinum
SMS: Stjørnan - EB í kvøld
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Upp á tindar, gjøgnum dalar
Borgarafundur um ferða­vinnu­ætlan í Nes k…
14 nýggir ph.d.-arar í 2025
Varpið: Opin Pallur fyri børn
13 ungir rógvarar klárir at umboða Føroy…
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Gudstænasta í Mikladals kirkju
Evnisarbeiði er spennandi og læruríkt
Býráðsfundir í 2026
Sylvan aftur í KÍ
21 vilja verða stjóri á KG
KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld
At verja Føroyar móti islamismuni er ein…
Nýggi ungdóms­venja­rin hjá B68 komin