Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkapensjonistar sjúkradagpening og ískoyti fyri lønarmiss

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  03.04.2020 - 16:57 Tíðindaskriv

Við hesum vilja vit eisini hjálpa teimum, sum ikki vórðu umfatað av fyrra hjálparpakkanum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

Ein skipan verður nú gjørd til tess at hjálpa fólkapensjonistum, sum orsakað av covid-19 eru sendir heim, hava verið fyri inntøkumissi ella eru í sóttarhaldi.

Arbeiðandi fólkapensjonistar eru eisini raktir av covid-19.

Tí hevur landsstýrið gjørt av, at hesi – sum partur av hjálparpakka tvey – skulu hava sama rætt sum starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum, tá tey eru fyri inntøkumissi orsakað av korona.

Arbeiðandi fólkapensjónistar fáa nú sjúkradagpening, um teir av heilsumyndugleikunum eru sendir í, ella eru mældir til at fara í, sóttarhald vegna covid-19. Talan verður um í mesta lagi 500 krónur um dagin, eftirsum hesi fólk frammanundan fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

Fólkapensjonistar, sum framvegis arbeiða, og sum eru fyri lønarmissi orsakað av covid-19, fáa eisini lønarískoyti. Hetta ískoytið verður í mesta lagi 58 krónur um tíman, eftirsum hesi fólk longu fáa fólkapensjón og samhaldsfasta.

Tey eldru, sum ikki vóru við í fyrsta hjálparpakkanum, fáa nú ta somu hjálpina, sum onnur starvsfólk, tá tey missa inntøku orsakað av korona,sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Afturat hesum báðum broytingum, verður skipanin, har privatir arbeiðsgevarar fáa afturrindað lønarútreiðslur til starvsfólk, víðkað til at fevna um ein størri starvsfólkahóp.

Nevndu broytingar fáa virknað frá 12. mars, og fara úr gildi aftur 30. juni í ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…
Pinkubarna­screeningin verður víðkað frá…
Tøkk - Jóna Joensen
Útróðurin um vikuskifti
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…