Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bergur Jacobsen | Mynd: Dávur Winther

Nú sprettir á fold og spírar; nú summar í hondum er!

SKRIVAÐ: Bergur Jacobsen  |  07.04.2020 - 18:28 Bloggur Mentan

Soleiðis kvøður Andreas Andreasen í kenda summarsangi sínum, og leggur afturat: Nú grønkast um heiðar og mýrar, brátt búnast øll krákuber. Grundtvig gamli er av sama sinnalag, tá hann yrkir: Sum vársól rísir yvir fold, reis Jesus upp úr døkku mold.

Júst í hesum døgum, nú ein ósjónlig mikroorganisma er um at leggja allan heimin lamnan og taka lívsvónina frá okkum, er tað hugaligt at kunna venda sær til skøldini bæði, ið dugdu at síggja tað veldiga ríkidømi av lívi, litum og vón, ið umgyrðir okkum júst hesa tíðina av árinum.  Hvørki Grundtvig ella Andreasen vóru fremmandir fyri teimum hóttanum, ið lívið annars kann bjóða okkum. Men báðir høvdu kortini eina lívsvón, sum teir ynsktu at geva okkum lut í.

Coronavirusið ella Covid-19-smittan vísa okkum, at ósjónligar kreftir kunnu hava eina øgiliga megi – at best sum vit hildu at alt gekk uppá stás, so kom stígur í, uttan at nakar vardi av tí. Vít síggja ikki virusið við berum eygum, men fylgjurnar eru alt ov sjónligar. Ongin byggir borð fyri báru, søgdu tey gomlu.  Men tey søgdu eisini, at eftir vetur kemur vár. Og tað hevur verið ein sannroynd higartil, og tað er ein sannroynd, vit aldrin eiga at missa úr eygsjón.

Høgtíðin fyri framman er fram um alt ein høgtíð um vón!  Ella, sum elsta upprunaskriftið í kristindominum tekur til: Tað verður sáað forongiligt, men rísur upp óforgongiigt. Tað verður sáað í vanvirðu, men rísur upp í dýrd. (1 Kor. 15, 42-43). Her umleið tjúgu ár aftaná hendingina sipar Paulus til tað, sum veruliga fór fram hinar fyrstu páskirnar.

Paulus hitti, tað vit vita, ikki Jesus, meðan hesin enn var virkin í Juda. Men heilt stutt eftir at Jesus varð krossfestur var Paulus millum tey mongu, ið onkusvegna hitti hann aftur, og upplivdu tað sum eina lívsskakandi hending, sum broytti teirra gerandisdag heilt, og sum kundi fáa Paulus at taka soleiðis til: Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín? (15,55).

Í hesum døgum hoyra vit nógv Breaking News um tey feskastu tiðindini. Her er næstan talan um breaking news, um veruliga fesk tíðindi, tí tað eru bara eini 17-18 ár síðani, at Paulus var fyri hesi stórhendingini, eins um eini fimm hundrað onnur, hann sipar til, ið enn vóru á lívi, tá Paulus festi orðini á blað. Vit kunnu aldrin siga júst precis hvat ið fór fram páskadag, tí tað forgongiliga bleiv óforgongiligt – ein dimensión av veruleikanum bleiv verulig fyri hesum menniskjunum, sum vit enn ikki hava upplivað, og tí heldur ikki kunnu seta orð á. Vit noyðast bara at taka vitnini uppá orðið!

Vit kunnu trúgva tí ella ikki, men ein ósjónlig megi bleiv virkin páskamorgun – ein ósjónlig megi, ið hevur havt eina ovurhonds avirkan á mannaættina og mannasøguna. Ikki bara til tað góða, tíverri! Tí menniskju hava lyndi til at venda vakurleika til lygn, kærleika til hatur og eyðmýkt til harðskap.

Men um vit telgja 2000 ár av kristnari søgu burtur av Jesusi, so er tað ikki minni enn eitt Guðs undur, at ein so lítil og óbetýðilig lagna, sum ein fátækur smiður í einum avkróki av heiminum nú einaferð er, skal hava lagt støðið undir eina heila sivilisatión. Tað er onki minni enn eitt undur. Og tá menniskjuni hava misnýtt Jesus til egin áhugamál, so eru hann og næstakærleikin, guðskærleikin, altíð risin aftur, eins og blómurnar og sólin um várið.

Og soleiðis noyðast hin trúgvandi og eisini ateisturin at sanna, at Jesus er risin. Hann er risin upp um øldirnar, hann er risin upp um søguna. Og hann rísur hvønn dag, allastaðni har hann verður havdur á munni, tilbiðin ella hataður! Paulus, evangelistarnir og tey fyrstu kristnu vóru onga løtu í iva um, at hann varð livandi aftur teirra millum, og soleiðis hava milliardir av trúgvandi eisini kent tað gjøgnum øldirnar.

Hesar páskirnar verða øðrvísi enn tær hava verið frammanundan, tí guðshúsini eru stongd orsakað av óttanum fyri smittuvanda. Men páskaboðskapurin er hin sami! Ella sum Petter Dass tók til:

Guð er Guð, um land alt legðist oyðið,

Guð er Guð, um menniskjan øll doyði . . .

um ættir fara,

skal ótømd vara

Guðs grøði.

 

Grundtvig syngur um páskavónina, um várvónina; Andreasen syngur um summarvónina. Teir kvøða báðir um vónina, ið eigur lívið í okkum; um vónina, sum sprettur upp úr frystu moldini; um flytifuglin, ið vitjar aftur við boðum um ljósari tíðir, og um dagarnar, ið leingjast.

Sum fuglamongd í urð og líð

við fagnarljóði alla tíð

hin bjarta várdag boðar,

so tunga hvør, sum syngja kann,

lovsyngur deyðans ymvirmann,

tá páskamorgun roðar.  (Týtt: J. Dahl)

 

Alt ljómar á ljósum degi

og teskar um miðju nátt;

far út og nør tína megi,

hoyr summarsins andadrátt!

 

Gleðiligar páskir!

Lýsing
Bloggarin
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Hvør bloggar
Bergur Jacobsen
Pensionistur

Bergur Jacobsen er føddur og uppvaksin á Stongunum í Klaksvík. Útbúgvin prestur frá Chichester Theological College, University of Southampton. Hevur verið prestur á Sandi, við donsku Kirkjuna í London, i Ordrup og í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn. Starvaðist í Útvarpinum í átta ár, og var landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í tvey ár. Bergur hevur ongantíð sæð ein heilan fótbóltsdyst, men spælt í nógvum hornorkestrum. Bergur hevur eisini verið blaðstjóri á Norðlýsinum og á Tingakrossi eitt stutt skifti.

Seinastu tíðindini
Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggj…
Fiskimála­ráð­har­rin tekur og gevur
Heðin Kambsdal sýnir fram í Gamla Seglhú…
Varpið fær tríggjar milliónir krónur
Nordic Music Camp í Føroyum
Atlantic Airways 36 mió. í avlopi í fjør
Á floti sunnanfyri í gjár
Meira hjálp frá lærlingum
Eldrahugni í Betesda
Atlantic Fair nærkast
Nær verða skaddu KÍ-leikarar­nir aftur?
Útistovuhagin: Lembingin byrjað
Ein øgiligur munur á viðferð
Gadus fór nýggjan túr í kvøld
Toppdystur í Klaksvík í kvøld
Varpið avhendað
Dragin til umvælingar í Danmark
Skrúvuguds­tænasta í Christians­kirkjuni
Gøtudals­tunnil, nú!
Áhugafelagið Spinnarríið hevur aðalfund