Lýsing
Lýsing
Lýsing

Yvirlýsing frá Meginfelag Útróðrarmanna: 

SKRIVAÐ: Finnbjørn Vang, formaður  |  25.06.2020 - 15:55 Politikkur Tíðindaskriv Vinna

Meginfelag Útróðrarmanna tekur ikki undir við broytingunum í Sjófeingislógini, sum fevna um bólk 4A og 4B, og MÚ mælir tí staðiliga frá at samtykkja uppskotini til broytinga í Sjófeingislógina í verandi líki. 

Vit meta, at hetta uppskotið, saman við øðrum átøkum, sum nýliga eru framd, fer at hava við sær ein skipaða niðurlaðan av útróðrarvinnuni, og er eina háðan móti teimum, ið hava útróður sum vinnuveg. 

Bólkarnir 4A og 4B eru teir, sum í forhond hava mestan tørv á fiskidøgum. Hóast hetta, so varð tað trolaraparturin av bólki 4, sum fekk tillutað 300 nýggjar fiskidagar í nýggju sjófeingislógini. Tá ið tað nú verður lagt upp til at taka 200-300 fiskidagar frá bólkunum 4A og 4B, so gevur hetta als onga meining.

Útróðrarbátarnir hava eisini ein søguligan rætt, og hava eins og aðrir partar av vinnuni krav uppá tryggar karmar. Útróðrarflotin varð 'gloymdur', tá ið makrelur varð latin bólki 3, og tá ið nýggir dagar vórðu latnir bólki 4T. 

Síggið nú til, at tit eisini tryggja útróðrarflotanum teir karmar, sum krevjast fyri at reka vinnuligt virksemi.

Meginfelag Útróðrarmanna heitir tí staðiliga á allar tinglimir, uttan mun til politiskan lit, um at fella uppskotini til broyting í Sjófeingislógini í verandi líki. Í øðrum lagi heita vit á tykkum um at strika allar broytingar, sum viðvíkja bólki 4A og 4B. 

 

Vegna Meginfelag Útróðrarmanna, 

Finnbjørn Vang, formaður

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vøkstur í alivinnuni, men versnaðir karm…
Tæn Afrika møti í Emmaus í kvøld
Jaspis og Ametyst rokast
Ferðavinnan ynskir løtuvinning í egnan l…
Magnus: Vit hava ikki rakt toppstøðið en…
Brúdleyp - Kristina og Jón
Elsebeth fingið riddarakross
Formansskapur Norð­urlandaráðsins: Føroy…
Alla nátt – 50 ár við Hjarnar
Hesi liðini kann KÍ trekkja týsdagin í C…
Magnus Powell vitjar Norðlýsið
Norðoya Sparikassi lækkar renturnar
FK 5,4 mió. kr. í halli í 2024
Søgan um Merle Haggard (2:9)
Eyðun: Gilli og Jonn eru uppá tal til la…
Regin: Samstarv millum Stjørnuna og Team…
Endurskoða gomlu byggisamtyktina
Norðlýsið blaðið í gerð
Makrelgýting við Føroyar kannað
Team Klaksvík gjørt sáttmála við Jens Pa…