Lýsing
Lýsing
Lýsing

Endurskoða gomlu byggisamtyktina

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  10.06.2025 - 14:32 Tíðindi

Eitt av høvuðsendamálinum við endurskoðanini er, at dagføra almenna ásetingartekstin sambært Føroysku Bygningskunngerðini 2017 (BK17). Ávísingar og loysnir í BK17 eru meira viðkomandi og tíðarhóskandi í mun til bygging og nýtslu í dag

 

Somuleiðis eru nýggjar ásetingar lagdar aftrat almenna ásetignartekstinum t.d. girðing, lýsing av vegaøki, heimildir viðvíkjandi nýtslu av fríøkjum og grundøkjavídd í samband við útstykkingar og annað.

Megin parturin av økisásetingunum í kommununi eru endurskoðaðir, har reguleringar eru gjørdar í einum størri hopi, t.d. dagføring í mun til BK17, tilvísingar og kort, fjølbroyttum bústaðarloysnum, smærri búeindum og greiðari nýtslulýsing. Nøkur økismørk eru eisini reguleraði í mun til verandi nýtslu.

Yvirlitskort hjá Klaksvíkar kommunu sæst her: Yvirlitskort

Broytingar eru litaðar við reyðum, nýggjar orðingar eru litaðar við grønum, viðmerkingar og reguleringar í økismørkum eru litaðar við gulum og bláum.

 

Broytingin umfatar alla kommununa
GG: Onkrir økisásetignar eru ikki lýsir í hesi hoyring m.a. tí onnur viðgerð er í gongd.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Klaksvíkar kommunu, liggur frammi til alment eftirlit í Miðlan í Klaksvík frá 10. juni  – 1. juli. 2025 og er somuleiðis at síggja á heimasíðu kommununnar: www.klaksvik.fo.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi 22. juli 2025. Tá ið mótmæli ella broytingaruppskot verða latin, viðmerkið málsnr. 23/00493.

 

Kæruvegleiðing:
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum og vísandi til almennu lýsingina, dagf. 10. juni 2025, um broyting í almenna ásetingartekstinum fyri Klaksvíkar kommunu, skulu møgulig mótmæli ella broytingaruppskot vera kommununi í hendi í seinasta lagi 22. juli 2025. Vísandi til § 6, stk. 2 í somu lóg, verða innkomin mótmæli ella broytingaruppskot, sum býráðið ikki tekur við, send inn saman við uppskotinum, tá hetta verður sent landsstýrismanninum til góðkenningar.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…