Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jónberth hevði tikið nøkur eintøka av Norðlýsinum við. Hesi bløðini vóru prentaði á Klaksvíkar prentsmiðju | Mynd: Jóhann Lützen

Fyrrverandi blaðstjóri vitjaði Norðlýsið

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  02.07.2025 - 17:21 Tíðindi Vinna

Jónberth Poulsen var blaðstjóri á Norðlýsinum árini 1969 til 1971. Hann hevur búð í Danmark í mong ár. Í dag vitjaði hann aftur á redaktiónini

 

Herfyri skrivaðu vit um, at Norðlýsið fylti 110 ár og í tí sambandinum skrivaðu vit hvørjir stjórar høvdu verið á Norðlýsinum øll árini. Vit vóru ikki nóg neyvir, tí vit gloymdu Jónberth Poulsen, sum var stjóri árini 1969 til 1971.

Jónberth flutti til Follerup í Jyllandi í 1971 og hevur búða har síðani. Í dag vitjaði hann á redaktiónini saman við beiggja sínum Jákup og vit fingu eitt hugnaligt prát. Teir hava trý onnur systkin Jonhard, Elmar og Elsu Mariu. Øll eru á lívi uttan Elsa Maria. Foreldur teirra vóru slektaði av Eiði og vóru Joannis (á Gørðum) Poulsen og Martha Maria Poulsen. 

Jónberh greiddi frá, at hann gekk á Niels Brock handilsskúlanum saman við eitt nú Oddmar Marsten og Jákup Ziskason úr Klaksvík minnist hann. Jónbert arbeiddi sum handilsskúlalærari í mong ár. 

 

Stjórar á Norðlýsinum síðani stovningardagin í 1915

  • Símun Petur Zachariassen 
  • Hákun Djurhuus 
  • J. Simun Hansen 
  • Óli Dahl
  • Jónberth Poulsen
  • Bergur Jacobsen
  • Eigil Hentze
  • Oliver Joensen
  • Jóhann Lützen 

 

Jónberth hevði tikið tvey gomul eintøk av blaðnum við. Uttast til høgru sæst hvør er stjóri og hvar blaðið varð prentað

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Lýsing