Lýsing
Lýsing
Lýsing
Anko van der Werff, "toppsjefur" í SAS. | Mynd: Ritzau Scanpix/TV2.

Air France-KLM fer eftir meirilutanum í SAS

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.07.2025 - 10:59 Tíðindi Vinna

Air France-KLM ætlar sær at keypa partabrøvini hjá Castlelake og Lind Invest í SAS. Danska stjórnin fer at varðveita sín part. Forstjórin í SAS, Anko van der Werff, kallar tað eitt "sterkt signal“ um, at Air France-KLM ynskir at gerast meirilutaeigari.

Air France-KLM ætlar at økja sín part í SAS úr 19,9 prosentum upp í 60,5 prosent.
Hetta boðar flogfelagið frá í einari fráboðan. Europeiska flogfelagssamtakið ætlar at keypa partabrøvini hjá Castlelake og Lind Invest í SAS. Danska stjórnin eigur eisini ein part í SAS. Fyri at fáa allar neyðugar góðkenningar, miðar Air France-KLM eftir at hava keypt partabrøvini í seinna hálvári av 2026. Danska stjórnin fer at varðveita sín part á 26,4 prosent. Hon fer eisini at varðveita sínar sessir í nevndini, meðan Air France-KLM fer at hava meirilutan í nevndini.

Keypið kom fyrr enn væntað eftir ta dramatisku umskipanina og vísir, at SAS eftir nógv trupul ár er í betri støðu enn væntað. Keypsavtalan er tengd at inntøkuni hjá felagnum, og at fransk-hollendska felagið hevur valt at skunda sær, kann bert síggjast sum tekin um, at SAS aftur hevur fingið vinning. SAS er størsta flogfelagið í Kastrup Floghavn, og fer hetta at ávirka flogvøllin og allan býin. Eisini fer tað at styrkja SAS, at kappingarmyndugleikarnir væntast at krevja, at Air France-KLM selur flogtíðir (sonevndu ”slots”) í Schiphol-floghavnini.

Kelda og víðari lesnaður: TV2

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…