Lýsing
Lýsing
Lýsing

Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  03.08.2025 - 13:17 Ítrottur Tíðindi

Men KÍ er ongantíð komið víðari, tá liðið hevur spælt tvær uppgerðir, har heimadysturin hevur verið á Tórsvølli.

Tað er ikki vegna tap á Tórsvølli, tí KÍ hevur heldur ongantíð tapt á Tórsvølli, tá umfør hava verið við einum heima- og einum útidysti. KÍ vann móti Ballkani, Molde og Banja Luka, meðan tað endaði javnt móti Sheriff og HJK Helsinki. KÍ hevur bara einaferð tapt altjóða dyst á Tórsvølli, og tað var móti Slovan Bratislava í bólkaspælinum í 2023.

Hinvegin kann mann hyggja eftir fleiri av dystunum og siga, at har skuldi KÍ havt fingið eina betri støðu á Tórsvølli. Í fýra av hesum fimm dystum vóru fyrru uppgerðirnar á Tórsvølli, júst sum tann hesaferð er.

Móti Ballkani skuldi KÍ havt avgjørt tað áðrenn brotssparkskappingina. Móti Molde kundi KÍ neyvan krevja meira enn 2-1 sigurin. Men so eru tað dystirnir móti Sheriff, Banja Luka og HJK Helsinki.

 

Sheriff var yvirmett

KÍ møtti Sheriff úrt Moldova í play-off til Evropa League í 2023. Hetta liðið hevði summi ár frammanundan fingið góð úrslit og m.a. vunnið á Real Madrid. Men her var mótstøðuliðið yvirmett, tí KÍ var greitt betra liðið á heimavølli, men hevði torført við at venja seg við broyttu umstøðurnar, har m.a. sást, at Sheriff var væl nøgd við javnleik. Tað kendist sum, at KÍ eisini var alt ov nøgd við javnleik, tí har lógu møguleikar til at vinna. Javnleikurin vísti seg at kosta, tí í Tiraspæl var Sheriff betra liðið og vann seg víðari.

 


Katastrofali seinni hálvleikurin móti Banja Luka

Í fjør hevði KÍ møguleika at spæla seg í deildarspælið við at sláa Banja Luka út. Eins og við Sheriff, so var hetta liðið væl nøgd við at fáa ein javnleik ella tepurt tap á Tórsvølli. KÍ førdi 2-1 í hálvleikinum og Banja Luka hevði ein leikara útvístan. Men KÍ kom als ikki út aftur til seinna hálvleik, og tí kundu teir 10 Banja Luka leikararnir koyra eitt 2-1 tap heim og eftir dystin sást, at tað vóru teir væl nøgdur við. Av góðum orsøkum, tí í Bosnia & Hersegovina vunnu teir uppiborið og í longdu leiktíðini bleiv tað avgjørt.

 

Reyðu kortini móti HJK Helsinki

KÍ spældi í grundini tveir góðar dystir móti HJK Helsinki útfrá umstøðunum, men KÍ gjørdi tað sera torført fyri seg sjálvar og kom av tí sama at gjalda prísin í yvirtíðini av báðum dystunum. Í Føroyum fekk René S. Joensen reytt kort áðrenn hálvleik og í Helsinki fekk Cedric Yambere reytt kort beint eftir hálvleik. At spæla við 10 móti 11 kravdi so nógva orku, at sigrarnir gluppu síðstu løtuna.


Neman Grodno er ókend mótstøða

Tað er torført at meta um, hvussu gott Neman Grodno er ímun til KÍ. Liðið hevur sent lið úr Armenia og Slovakia út úr Conference League, so tað boðar frá dygdum. Søguliga sæð hava lið úr Hvítarusslandi í seks dystum havt sera gott tak á føroyskum liðum, men tað er so mikið langt síðani, at tað kann ikki brúkast til tað stóra í dag. Hjá KÍ verður tað týdningarmikið at hála enn eitt toppavrik fram sum móti SJK og Radnicki 1923. Og kemur Neman Grodnan í sama mun sum Sheriff og Banja Luka at spæla uppá ein javnleik ella tepurt tap, so skal KÍ í nógv størri mun tráða eftir einum sigri sum er størri enn eina málið. KÍ skal til at tillaga seg til, at summi mótstøðulið nú hava so stóra virðing fyri KÍ, at tey eru nøgd við at spæla javnt ella tapa við einum máli í Føroyum. Og so skal KÍ læra frá HJK Helsinki dystunum við reyðum kortum, tí nú verður eisini VAR og tað økir møguleikan nógv fyri reyðum kortum. Portugisiski dómarin Cláudio Filipe Ruivo Pereira gav síðstu tiggjar dystirnar í landskappingini tvey reyð kort og tvey brotsspørk. Hann hevur dømt ein dyst í summar, tá hann gav eitt brotsspark og fýra gul kort í dysti, har norska Viking vann 5-2 á FC Koper úr Slovenia. Í altjóða kappingum eru reyð kort mangan avgerandi fyri møguleikarnar at koma víðari. Tað hava føroysk lið sum KÍ og NSÍ merkt hetta síðsta árið.

KÍ-Neman spæla á Tórsvølli týskvøldið kl. 19.45.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…
Jákup Eli Østerø talar í Betesda sunnukv…
Her ber til at keypa atgongumerki til st…
Fyri líttlari løtu síðani vunnu Osla og…
Seldu alt eftir einum tíma
Feskur fiskur fæst í Neystinum
Høgni frálíkt úrslit
Semja gjørd um Vørn–sáttmálan
Radnicki-sigurin í topp 3 hjá KÍ
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
Andru við JP: “Tann føroyski búskapu­rin…
KÍ hevur vunnið átta milliónir higartil…
Uni Holm Johannesen: Innkeypskurvin
Guðstænasta og konsert í gjónni við Gjóg…
Ferðamanna­skip á Klaksvík
Hetta segði hann ikki av sær sjálvum
Video: Hetta er byrjanin til nakað nýtt