Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í dag er hampuliga klárt, turt og stilt á Viðareiði, meðan tey gera klárt til Norðfestivalin. Hann lá av eystri seinnapartin, tá ið myndin varð tikin. Hetta verður ættin í kvøld og allan morgindagin. Tað kann fara at vera líka klárt sum á myndini, men mjørkin kann eisini leggja seg um alt eiðið. | Mynd: Undirritaði

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.08.2025 - 16:31 Tíðindi Veðrið

Hetta vikuskiftið fara lágtrýst at liggja vestan fyri Skotland og senda slavna luft ímóti Føroyum eystaneftir.

Ættin fer fyri tað mesta at vera eystan, og tað er mjørkaætt í støðum, sum venda eystureftir. Eysturættin hevur ligið nakar dagar, og mjørki hevur verið ligið tjúkkur nógvastaðni, meðan tað hevur verið klárt vestanfyri. Hetta sama kann væntast í dag og í morgin. Seinnapartin sunnudagin fer ættin niður í landsynning, og tá verður klárari nógvastaðni, men ikki allastaðni.

Ikki nógvur vindur í dag ella morgin; sunnumorgunin eitt sindur meira vindur. Eitt brúgvalag við regni nærkast sunnaneftir, og tað er yvir okkum allan fyrrapartin sunnudagin.  

Veðrið um vikuskiftið:

Restina av degnum í dag fer hann liggja millum eystan og landnyrðing – ikki nógvur vindur, bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Skýloftið skiftandi, sum tað er við eysturættum. Í støðum klárt og sól, men aðrastaðni skýggjað ella mjørki. Turt til einaferð seint í kvøld. Tá verður ælaveður í nakrar tímar – til fram ímóti morgni ella so. Hitin í dag 11 til 17 stig. 

Í morgin fer hann at liggja av eystri. Fer at hava hug at fara upp í landnyrðing okkurt lítið bil um kvøldið, men hann leggur seg skjótt aftur í eystan. Fyrrapartin í morgin er bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, men seinnapartin, um kvøldið og sunnunáttina er lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Alla tíðina skiftandi skýloft sum nevnt er omanfyri – t.e. alt frá klárum lofti mest vestanfyri til mjørka eystanfyri. Hitin í morgin fer liggja millum 11 og 17 stig.

Sunnudagin er ikki líka gott veður. Hann fer at liggja av eystri fyrrapartin, og vindurin fer at veksa fram ímóti morgni. Nakað eftir uppfaringartíð og allan fyrrapartin eru 8 til 13 m/s av eystri og regn. Tíðliga seinnapartin slítur í, tað verður klárari, vindurin minkar niður í eitt frískt lot, 3 til 8 m/s, og ættin fer niður í landsynning. Og tað veðrið kunnu vit rokna við restina av sunnudegnum. itHitin 11 til  til 15 stig.

Gott vikuskifti og góðan Norðfestival.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…