Lýsing
Lýsing
Lýsing

VILMUND á veg til Rødbygaard – brot úr lívssøgu hansara

SKRIVAÐ: Tordur J. Niclasen  |  29.08.2025 - 13:38 Lesarabrøv Mentan

Hann var annarleiðis og mælti sakkunnleikin foreldrunum til, at senda hann á stovn í Danmark. Tað var tað besta fyri dreingin, varð sagt. Foreldrini fylgdu ráðum sakkunnnleikans, tí hvørji eru tey foreldur, ið ikki ynskja børnum sínum tað besta ? Hann fór á Rødbygaard.

 

 

Havi mangan við bivan hugsað um tað kvøl ,ið honum og foreldrum hansara hava verið fyri. Hugsa sær til, at tey eymu bond millum smádrongin og foreldrini – mammuna serliga – vórðu kvett. Varð ryktur úr heimligum umhvørvi - fór til fremmant umhvørvi, har har hann enntá ikki skilti, tað ið talað varð.

Rennur mær til hugs fólkið í útlegg, sum við áirnar í Bábel sótu og grótu, tá tey mintust heimlandið.

Hesin málningur Sigrunnar - Sigrun Gunnarsdóttir - lýsir so sera væl tað kvøl hesum smádreingi var fyri – og havi eg loyvt mær at gera nakrar hugleiðingar um málningin:

Smádrongurin er á veg til Danmarkar. Í andlitsbragdinum er eingin gleði at hóma. Hjartans kvøl kemur til sjóndar. Um hálsin er eitt spjaldur (Vilmund) og á kuffertinum er merkisseðil (Rødbygaard).

Tað gula húsið við tí grøna takinum er heimið í Sørvági, hann var skryktur úr. Tað stóð miðskeiðis í bygdini, men er her flutt út á tromina. Tey – foreldrini – fylgdu honum so langt tey kundu – út á eggina , tey megnaðu ikki at fylgja honum longri.

Dimm skýggj fyri framman – lítið veit hann , hvat honum bíðar. Skýggini, tey dimmu, draga eisini saman um tað heimliga umhvørvið. Ein svár tíð fyri framman.

Legg til merkis, at hann er ílatin føroysk klæði frá høvur til fót – enntá rotuskógvar á fótum – “forankraður” í føroyska jørðildinum ávegis til eitt stað, ið als ikki kennir til mál og mentan og á ongan hátt avmyndar tað føroyska landslagið.

Ein lítil glotti er tó at hóma. Hóast hurðin er farin í lás stendur lykilin í – hann er ikki burturbeindur og á lynningina situr ein lítil spurvur, ið við síni vøkru rødd roynir at veita ugga. Ein tala uttan orð: “Vilmund, hárini á høvdi tínum er tald og tú ert meiri verdur enn mangir spurvar”.

Mundi hann hoyra røddina ?

Tordur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…