Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Brynhild Absalonsen/FSF

Akademistjórin hjá KÍ er settur sum tekniskur stjóri í FSF

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  29.08.2025 - 15:31 Ítrottur Tíðindi

Akademistjórin hjá KÍ verður nú tekniskur stjóri hjá FSF.

FSF skrivar:

Fótbóltssamband Føroya hevur í dag gjørt avtalu við Jonas Nielsen um at gerast tekniskur stjóri í FSF.

Jonas Nielsen, sum er 42 ára gamal, kemur úr starvi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann síðani 2022 hevur verið akademi- og ítróttarstjóri.

Í KÍ hevur Jonas havt dagligu leiðsluna av ítróttarliga virkseminum hjá felagnum, har hann millum annað hevur verið við til at menna og íverkseta strategi felagsins.

– Tíðin í KÍ hevur verið ógvuliga góð og lærurík. Vit hava arbeitt strategiskt og sett okkum greið mál, sum vit hava rokkið. Uppgávan sum tekniskur stjóri í FSF verður tó eitt sindur øðrvísi, nú vit skulu menna tey føroysku feløgini, sigur Jonas Nielsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tekniski stjórin er ítróttarligi leiðarin í FSF og hevur sum fremstu uppgávu at standa á odda fyri fótbóltsmenningini í Føroyum – ein uppgáva, sum Jonas gleðir seg nógv at fara undir.

– Føroyskur fótbóltur er mentur nógv hesi seinastu árini, og eg haldi, at vit gera tað gott innan flestu økir. Eg síggi tó fleiri møguleikar at menna okkum enn meira. Sambandið við feløgini skal gerast enn betri, og so skulu vit eisini menna munagóð elitu-tilboð til okkara bestu leikarar. Hetta eru millum fyrstu evnini, sum vit fara at taka upp í fótbóltsdeildini, sigur Jonas Nielsen.

Nýggi tekniski stjórin í FSF hevur UEFA A prógv, og tekur í løtuni venjaraskeiðið UEFA Elite Youth A. Jonas Nielsen loysir Pætur Smith Clementsen av, sum hevur verið tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya seinastu tíggju árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…