Lýsing
Lýsing
Lýsing

EU boykottaði Pison

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.08.2025 - 20:48 Politikkur Tíðindi Vinna

Tann 24. juli ynsktu vit at sleppa inn í St. Pierre at skifta tríggjar mans og taka provint, men fingu noktandi svar frá myndugleikunum, sigur Eyðstein Sørensen, skipari á Pison

 

Vit høvdu roynt við NAFO øki 3N, tað er tætt við Flemish Cap, og roynt eftir hvíttkalva og skuldu inn til Kanada at skifta fólk, landa og taka proviant. Samskiftistrupuleikar stungu seg upp beint áðrenn vit komu til Kanada, at vit bara sluppu at taka olju og onki annað. Vit tóku olju og valdu so at taka tað avgerð at fara til St. Pierre, sum er franskt og harvið EU øki, at skifta manning, sigur Eyðstein

Vit tríggir føroyingarnir, sum skuldu í land hava allir reyð EU pass, upplýsir Eyðstein. 

Tá vit nærkaðust St. Pierre fingu vit at vita úr St. Pierre at Pison slapp ikki inn. Eitt bræv kom frá tí fronsku tjóðini, sum segði, at Pison var ikki vælkomin í franskt sjóøki á veg til Flemish Cap, sigur Eyðstein.

Tískil máttu vit sigla 700 fjórðingar til Grønlands at gera tey tingini, sum vit skuldu gera, sigur Eyðstein Sørensen skipari við Norðlýsið at enda. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Danskur skúli vrakar klassiska tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen