Lýsing
Lýsing
Lýsing

Danskur skúli vrakar klassiska tímatalvuna – næmingar hava bara tvey fak um dagin

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.06.2026 - 06:30 Tíðindi

Á Dueholmskolen í Nykøbing Mors í Danmark hava tey lagt vanliga skúladagin um. Seinastu tvey skúlaárini hava næmingarnir bert havt tvey fak um dagin – eitt fyrrapart og eitt seinnapart

 

Endamálið hevur verið at skapa meiri frið og betri møguleika fyri at hugsavna seg.

Sambært skúlastjóranum, Lars Zedlitz Alberg, hevur broytingin havt týðilig úrslit.

– Har vit áður høvdu nógvar trupulleikar við atburði, vánaligum máli og stressaðum ungum, hava vit nú ein skúladag við meiri friði og nærveru, sigur hann.

Undirvísingin fer fram í longri samanhangandi tímum upp til tveir tímar og 20 minuttir, sum sambært skúlanum gevur betri møguleika til hugsavnan.

Næmingarnir hava tó ymiskar upplivingar av skipanini – summi halda tímarnar kennast langar, meðan onnur halda, at tíðin gongur skjótt, tá undirvísingin er spennandi.

 

Kelda: DR P4 MidtVest
 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Danskur skúli vrakar klassiska tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen