Lýsing
Lýsing
Lýsing

Opið bræv til SEV

SKRIVAÐ: Oddbjørn Vágslíð  |  28.08.2025 - 09:28 Lesarabrøv Politikkur Vinna

Latum okkum brúka sunna fornuft og fara undir at kanna møguleikar og prís á eini sjógvpumpuskipan, til Elverkið á Strond. Tá hevur SEV stýri tveir møguleikar, at taka støðu út frá og kann stinga út leiðina fyri framtíðar el-orku-útbygging í Føroyum.

 

 

Til SEV, att. Hákun Djurhuus.

 

Tøkk fyri aftursvar tann 4-6-2025, sum var eitt svar upp á míni 3 brøv, sum eg sendi til SEV tann 4-1-2025, t.v.s fyri einum hálvum ári síðani. Vit kunnu kalla brævið eina skolu, sum eg fái aftur í høvdið, tí eg hevði dittað mær at seta spurnartekin við vatnpumpuskipanina Mýruverkið II, sum SEV ætlar at gera í Vestmanna. Hesi 3 brøv til SEV høvdu fylgjandi innihald:

 

1. frá 4-1-2025 til SEV/HD, har Oddbjørn Vágslíð (OV), luftar sínar tankar um ”Orkuframleiðslu hjá SEV í Føroyum í framtíðini, har OV heitir á SEV um at seta eitt toymi at fara í holt við at kanna prís og møguleikar fyri at gera eitt  Sjógvpumpuanlegg í sambandi við Elverkið á Strond.

 

2. frá 4-1-2025 til SEV/HD, har OV heitir á SEV um at svara upp á 10 spurningar í sambandi við Elverkið á Strond og vatnbyrging í Strandadali, har OV heitir á SEV um at seta ein kontaktpersón sum OV kundi samskift við í hesum máli.

 

3. frá 4-1-2025 til SEV/HD, har OV greiðir SEV frá, at hann av sínum eintingum er farin í holt við at savna tilfar saman um teir el-installatørar, sum hava havt sítt el-virkið í Klaksvík frá 1931, og at ætlanin er at geva hetta út í bók, “Klaksvíkar El-Søga” á 100-ára-degnum í 2031. OV spyr SEV, um teir hava eina goymslu av gomlum el-lutum, sum kundu vísast fram í “Varpinum” útgavudagin.

 

Tá íð onki lívstekin kom aftur frá SEV/HD upp á míni 3 brøv frá 4-1-12025,

sjálvt um teldupostadressa og telefonnummar var upplýst á mínum brævi, dittar OV sær til at skriva til Klaksvíkar kommunu (KK), att. Sylviu Thomsen, sum er næstforkvinna í SEV- nevndini, um hon kundi hjálpa mær at fáa samband við SEV, tí nú vóru 2 mánaðir farnir, og eg frætti onki aftur frá SEV/HD. Í hesum brævi, viðleggið eg avrit av brævi, til pkt.1 og pkt. 2.

 

Hetta hjálpti, tí tann 17. mars 2025 ringdi ein eitt sindur uppøstur (HD) úr Danmark og segði, at hann kom til Klaksvíkar á ein fund tann 27-3-2025 at tosa um brævið, OV hevði sent til SEV tann 4-1-2025.

 

Og so upprann dagurin 27-3-2025. SEV/HD hevði boðað til fundar kl.8:30 og vardi fundurin til 10:30. OV hevði gjørt sær eina “fyribils” fundarfrásøgn, sum mest var ætlað til mín sjálvs, nú árini nærkast 81, og heilacellurnar ikki vóru so kvikar longur.

SEV/HD fekk eitt eintak við sær. SEV/HD hevði onki upplegg við til fundin, sum HD sjálvur hevði kallað inn til, ikki so frægt sum eina fotomynd av økinum við Elverkið á Strond, har vatnbyrgingin í Strandadali var uppiá, so ein sá tað økið, sum tosast skuldi um.

 

Ad.pkt.1. Fundarevni: Elverkið á Strond í Klaksvík. Uppskot um at kanna møguleikar og kostnað av at gera eitt mini-royndarprojekt við einari sjógvpumpuskipantil el-framleislu á hesum orkuverki við tilhoyrandi bassengi í Strandadali.

 

OV legði sítt hugskot fram og heitti á SEV/HD um at seta eitt toymi at kanna møguleikar og kostnað av at gera eitt sjógvpumpuanlegg við Elverkið á Strond.

 

SEV/HD, í sínum lagi, greiddi frá øllum trupuleikum, sum vóru í vegin fyri at hetta royndarsjógvpumpuanleggið kundi fremjast, har grundgevingarnar vóru. a) at KK fekk drekkivatn úr hesum bassengi, b) har var ongin vegur niðan, c) verandi jarnrør tærdust av sjógvi, og d) at SEV hevði ikki brúk fyri einum royndarprojekti við Elverkið á Strond, tí SEV arbeiddi við einari pumpuskipan í Vestmanna, sum kom at kosta 2 milliardir, t.v.s ein hálvan Suðuroyar tunnil. Hvussu í Harrans navni skal SEV fíggja hetta uttan at hækka sín methøga el-prís til sín útpínda kunda skara?

 

Ein fekk tað fatan, at fyrsta priotering hjá SEV var at byggja eina vatnpumpuskipan í Vestmanna, nevnd Mýruverkið II, og at vit her norðuri kundu gloyma alt um, at SEV brúkti nakra krónu uppá at kanna møguleikar og prís á eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond.

 

Í teirra plani skuldi hetta el-verk norðuri á Strond nýtast til eitt náttúrusavn (museum), sum vísti, hvussu vit føroyingar framleiddu elektrisitet úr vatni fyri ca. 100 árum síðani.

 

Tað gjørdist mær skjótt greitt, at her hevði eg við ein persón at gera, sum danskarar nevna Rasmus Modsat. Har bar onki til; ongin vilji og ongin visión um, hvussu SEV loysir framtíðarorkutørvin her í Føroyum.

 

Tí hvørki vatnorka, vindorka, sjóvarfallsorka ella sólorka kann goymast. Hon má nýtast, tá ið hon er har, og hvat so? Tað er problemið, um SEV skal sleppa sær av við sína oljunýtslu eina ferð í framtíðini.

 

Tað einasta, sum loysir hetta problemið hjá SEV, er at fara undir eina sjógvpumpuskipan og gera eina byrging ella spreingja ein brunn í lendið í einum dali, har sjógvurin verður goymdur. Orkan til at dríva sjógvpumpuskipanina verður veitt av vindmyllum, sum standa burtur frá bygdum øki.

 

Av vatn-el-verkum hjá SEV er Elvirkið á Strond tað, sum er best egnað til at gera eina royndarverkætlan hjá SEV saman við Klaksvíkar kommunu.

 

Tað hevði verði ein gleði at sæð Elverkið á Strond, sum fyllir 100 ár í 2031, koyrt sum Føroya fyrsta sjógvpumpuanlegg, sum framleiðir bíliga el-orku úr sjógvi, sum kann endurnýtast umaftur og umaftur, og sum harvið er ein burðardygd el-framleiðsla, sum koyrir í 24 tímar um døgnið, sjálvt um ongin vindur er um summarið ella áir eru frystar til um veturin.

 

Alifyritøkur siga, at ein av størstu fíggjarpostunum í teirra rakstri er kostnaðurin av el-orku frá SEV fyri at halda lív í teimun mongu fiskum á teirra smoltstøðum, sum teir hava bygt nógvar av hesi seinastu árini.

 

Stjórin fyri byggingini av Sandoyartunlinum gramdi seg í KvF tann 27-12-2024 um, at ein tann størsti fíggjarposturin í teirra rakstri av hesum tunli var, at tað skuldu pumpast 2 milliónir litrar av vatni upp úr tunnilinum pr. døgn; hetta svarar til 2.000 tons um døgnið (ein fullan nótabát), ella 60.000 tons um mánaðin. Við høgu el-prísunum hjá SEV var tað ein stór avbjóðing at fáa raksturin at hanga saman.

 

Ad pkt. 2.: OV hevur nú fingið svar, og nøkur tøl, uppá sínar spurningar til SEV/HD tann 4-1-2025 í sambandi við Elverkið á Strond og vatngoymslu í Strandardali. Men har er ongin kontaktpersónur hjá SEV nevndur í aftursvarinum, sum eg bað um, og sum eg kann samskifta við. Kanska var tað tilætlað, at henda røddin, sum setur spurnartekin við projektið Mýruverkið II í Vestmanna skuldi kvalast beinanvegin.  

 

Í aftursvari frá SEV eru tvey tøl, sum eru áhugaverd, og tey eru:

Verandi vatngoymsla hjá SEV/KK í Strandardali liggur í 221 m-hædd, og er 40.000 m³, t.v.s 40 tons, og hon er ongantíð útbygd síðani 1931. Tað vil siga, at hon er gomul. Tá ið vit tosa um eina sjógvgoymslu í Strandardali, tosa vit um eina goymslu upp á 200 tons til 400 tons.

 

Tað er ikki neyðugt at byggja eina stóra og dýra byrging til at halda upp á hendan stóra massan av sjógvi. Fylgjandi møguleikar eru:

 

A) At byggja eina høga byrging. Har er Strandardalur ikki so væl egnaður, tí dalurin er ikki so langur. Við høgari byrging fer ein stórur partur av lendinum undir í sjógvi.

 

B) Ein møguleiki er at bora og spreingja ein djúpan brunn niður í fjallalendið. Tá er ikki neyðugt við einari byrging. Men tað verður neyðugt við einum góðum koyrivegi til at koyra alt hetta gróttilfarið á goymslu ella til at víðka onkra havn.

 

C) Ein møguleiki er at gera eina sjógvgoymslu í Strandardali, sum er samansett av A+B, t.v.s spreingja eitt sindur niður í lendið og gera eina byrging omaná.

 

Eftirhondini, hava vit føroyingar fingið so stóra expertisu til at bora tunlar, at tað er onki problem at bora í helluna og gera ein kunstigan brunn uppi í Strandardali, eftir modell A+B upp á uml. 150 m × 150 m × 10 m í dýbd = 225.000 m³/225 tons við at spreingja niður í lendið og seta eina byrging omaná.

 

Eitt annað tal, sum er áhugavert, er, at SEV í 2022 hevur framleitt 3.888 MWh. Tá ið man veit, at vatnið í Strandardali, bert kann nýtast eina ferð, so verður hetta talið fleirfaldað einum sjógvpumpuanleggi, sum koyrir 24 tímar um døgnið, og har ein ikki skal hugsa um, at tað er turkur um summari ella frost um veturin.

 

Yanbaru-sjógvpumpuanleggið á Okinawa hevur eina sjógvgoymslu uppá 564.000 m³/564 tons, sum liggur í 136-metra hædd. Hetta el-verk, sum var ein privat royndarætlan, hevði eina framleiðslu orku upp á ca. 30 MW, sum er ca. ein helvt av samlaða orkutørvinum í Føroyum. Tíverri fór henda privata royndarverkætlan fyri bakka, partvís tí el-orku- tørvurin hjá Okinawa fall nógv, tí fólk og virkir fluttu frá hesari oyggj. Í dag livir hon av turismu og einari amerikanskari herstøð.

 

Nú frættist í KvF, at leiðslan í SEV biður um 10 milliónir afturat til at kanna sítt egna projekt, Mýruverkið II, sum teir hava bjóðað út og fingið at vita, at tað kostar 2,2 milliardir at fremja. Onki verður upplýst frá SEV um, hvat hendan verkætlan higartil hevur kostað.

 

Eg vil tí til seinast heita á SEV um ikki at nýta tær 10 milliónirnar til ørvitisprojektið Mýruverkið II, men heldur nýta henda pening til at seta eitt toymi at kanna møguleikar og kostnað til at gera Føroya fyrsta sjógvpumpuanlegg við Elverkið á Strond, sum verður ein byrjan til at minka um oljunýtslu og battarískipanir hjá SEV, sum ikki verða neyðugar, tá ið el-orkutørvurin í Føroyum er útbygdur við sjógvpumpuskipan og sjóargoymslum, sum nøkta okkara el-orkutørv í minimum 6 mánaðir.

 

Hákun/SEV! Eg havi skrivað hetta bræv til tygara, og er ætlan mín, at hetta brævið til SEV eisini skal út til miðlarnar, so vit fáa eitt kjak um, hvørt leiðslan í SEV er á rættari leið, tá ið hon tvíheldur um sítt ørvitis projekt, Mýruverkið II í Vestmanna, nú tøl eru komin á borið, sum vísa at henda verkætlan, saman við battariskipan, bygningum v.m kemur at kosta SEV tað sama sum ein Suðuroyartunnil.

 

Latum okkum brúka sunna fornuft og fara undir at kanna møguleikar og prís á eini sjógvpumpuskipan, til Elverkið á Strond. Tá hevur SEV stýri tveir møguleikar, at taka støðu út frá og kann stinga út leiðina fyri framtíðar el-orku-útbygging í Føroyum.

 

Við heilsan

Oddbjørn Vágslíð

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í gjár hevði Linda Laksáfoss sín seinast…
Listaverk við Rætt
- Útflutningsbann til Russlands verður t…
Opið bræv til SEV
Fá tær armbandið á áðrenn - og slepp und…
EU boykottaði Pison
Kristian Martin: Púra skilaleyst at boyk…
Russar ávara Noreg um fiski­vinnu­samstarv…
Kára Sigurðsson gjørt sáttmála við FC No…
Javnaðar­flokku­rin skravar botnin í nýggj…
Amerikanski kavbátu­rin USS South Dakota…
Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindu…
Útgávu­konsertir og bókaútgáva, Stanley S…
Vandin er ikki veruligur – men avleiðing…
Svend C klárur til nýggjan túr
Vinnarar í fiski­kappingini
Eirikur svarar Johan: Ber illa til at ræ…
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (…
Stórfingin, áhugaverd, forvitnis­lig og s…
Gløgt at fylgja góðum ráðum