Lýsing
Lýsing
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (AI)
Kom í Íverksetarahúsið hóskvøldið 4. sept. kl. 19 og fá innlit í, hvussu tú kanst brúka ChatGPT, Canva og Microsoft Copilot til at gera tína marknaðarføring einfaldari, skjótari og enn betri.
Tað verður Manuel James Delgado, serfrøðingur innan talgilda marknaðarføring, ið rekur fyritøkuna MJD Consulting, sum kemur at greiða frá.
Manuel fer harumframt at koma við góðum ráðum til, hvussu tú á skynsaman hátt, kann brúka vitlíki til hugskotsmenning, skapan av lýsingarteksti og trygd í samband við nýtslu av vitlíki.
Fyrilesturin verður á enskum.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til: iverksetan@iverksetan.fo
Seinastu tíðindini