Lýsing
Lýsing
Lýsing

Avtaka grundstykkjalistan!

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  26.08.2025 - 11:55 Tíðindi

- Tað skal verða lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging!

 

Hetta hevur verið eitt politisk ynski, sum farið varð undir at kanna tíðliga í vár. Síðan hevur verið arbeitt við at menna eina skipan, sum í størri mun skal tryggja, at tey, sum eru klár at fara undir bygging, hava møguleika at onga sær kommunalt grundstykki.

Verandi leistur við sølu av grundstykkjum hevur verið óneyðuga drúgvur umsitingarliga, og tað ger, at tað ofta tekur langa tíð at koma ígjøgnum bíðilistan, tá grundstykkir verða útlutaði.

Kunningarskriv um hesa broyting er send øllum teimum, sum hava staðið á grundstykkjalistanum. Er brævið ikki komið til onkran, sum heldur seg eiga at hava móttikið hesa kunning, so ber til at seta seg í samband við kommununa umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo 

 

Nýggj søluskipan

Listin yvir tøk grundstykkir, verður í nýggju skipanini dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 20 tøk kommunal grundstykkir. Hesi verða boðin út 1. september kl. 12.00, tá ið skipanin verður tikin í nýtslu. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo 

Tøk grundstykkir:

  • 8 millum Hjalla
  • 11 á Fossum
  • 1 undir Klakki

Borgarar, sum ynskja at gera brúk av nýggju søluskipanini eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinkja er her: Reglugerð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…