Lýsing
Lýsing
Lýsing
Um mett verður út frá ferðsluni í Norðoyatunlinum, er áhugin uttan fyri Norðoyggjar fyri Sjómannadegnum í stórari øking | Mynd: tunnil.fo

Eyka mong vitjaðu Sjómannadagin 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.08.2025 - 11:16 Tíðindi

Samanborið við tvey tey seinastu undanfarnu árini vitjaðu nógv fleiri frá øðrum økjum í landinum Føroya Sjómannadag nú í 2025 enn í 2023 og 2024.

 

 

Sjómannadagurin  er serstakliga væl umtókt uttan fyri Norðoyggjar eisini. Tað sæst ikki minst við at hyggja at ferðslutølum gjøgnum Norðoyatunnilin.

Mánadagin 18. august koyrdu 5.152 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin (báðar vegir). Tað er umleið 800 fleiri enn árini fyri, 2023 og 2024. Týsdagin koyrdu 5.358 bilar ígjøgnum, mikudagin 5.136, hósdagin 5.224 og fríggjadagin 5.572. Í øllum førunum var talan um fleiri hundrað bilar fleiri enn tey bæði undanfarnu árini.

Sjálvan Sjómannadagin, ið var leygardagin 23. august, gjørdi tað sama seg galdandi. Ikki færri enn 6.742 bilar koyrdu ígjøgnum Norðoyatunnilin, og tað vóru fleiri enn 1.500 meira enn í 2024. Sunnudagin var talið 3.564, sum eisini var hægri enn sunnudagin eftir Sjómannadagin tey bæði undanfarnu árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…