Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gløgt at fylgja góðum ráðum

SKRIVAÐ: megd.fo  |  26.08.2025 - 16:45 Tíðindaskriv

Á fundinum millum Føroyar og brekrættindanevndina hjá ST fyri nú einum ári kom greitt fram, at tað gongur skeiva vegin í Føroyum við vælferðini, og at fólk við breki kunnu vænta at verða fyri alsamt størri mismuni í komandi árini, um einki verður gjørt.

 

ST-nevndin, ið er mannað við altjóða serfrøðingum, sum eru politiskt óheftir, skrivaði tískil tilmæli til Føroyar, við góðum fakligum ráðum um, hvussu brekrættindi framhaldandi kunnu verða tryggjað og ment í føroyska samfelagnum. Eitt ár er nú liðið, men politiska skipanin tykist ikki veruliga at hava tikið fakligu ráðini til sín. MEGD mælir til, at ráðini verða tikin í álvara, og at stig vera tikin til at gera eina langtíðar ætlan.

 

Millum annað mælir brekrættindanevndin til, at Føroya landsstýri í góðum og miðvísum samstarvi við fólk, ið bera brek, og limafeløg teirra, skipar soleiðis fyri: 

  • at brekrættindasáttmálin verður settur í gildi sum føroysk lóg, og at stig verða tikin fyri at sáttmálin verður nýttur sum grundarlag í arbeiðinum hjá dómstólunum og í almennu umsitingini sum heild
  • at eftirmeting verða gjørd av verandi lóggávu fyri at tryggja, at lógir eru í tráð við meginreglur, allýsingar, rættindi og skyldur í brekrættindasáttmálanum
  • at lógir, ið skapa afturstig fyri fólk, ið bera brek, verða rættaðar
  • at langtíðar brekpolitisk virkisætlan verður gjørd saman við umboðandi feløgum, serliga fyri greinar 12, 14, 15, 19 og 24, sum ásetur ætlanir at menna rættindi og viðkomandi økir í brekrættindasáttmálanum við ítøkiligum málum, sum kunnu mátast, við nøktandi fígging og vísitølum, sum í eftirmeting kunnu visa á fram- ella afturstig í íverksetanini av virkisætlanini
  • at vitanin um brekrættindasáttmálan verður breidd út bæði hjá landi og kommunum
  • at nøktandi fígging verður veitt fyri at styrkja arbeiðið í limafeløgum hjá fólki, ið bera brek, so tey virkið kunnu vera við í arbeiðinum at seta brekrættindasáttmálan í verk og í eftirlitinum við umsiting og menning
  • at skipanir við greiðum mannagongdum verða mentar, sum tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika at luttaka í øllum málum, sum ávirka og viðvíkja tey
  • at rættindi at verða hoyrd, at ummæla lógaruppskot, kunngerðir o.a. verða staðfest í lóggávu, og at nøktandi ummælistíð verður sett av til feløgini, so hoyringar og ummæli hjá fólki, ið bera brek, og limafeløgunum geva veruliga og munagóða meining, eitt nú við innanhýsis samskifti við limirnar sínar á øllum økjum
  • at seta í gildi nýggja víðfevnda tvørgeira lóg, sum bannar allan mismun vegna brek, eisini uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ásetir krav um rímiliga tillaging
  • at áskoðanir hjá kvinnum, ið bera brek, verða tiknar við í arbeiðið við lóggávu, ætlanum, íverksetan av hesum og eftirmetingum.
  • at munagóð stig verða tikin fyri at hoyra børn og ung, ið bera brek, umvegis umboðandi feløg teirra í sambandi við,
  • at nýggj barnalógin verður fyrireikað
  • at málmenning verður tryggjað børnum við CI og avvarðandi teirra
  • at umboðandi feløgum verða tikin við at gera eina langtíðarætlan fyri at forða fyri fordómum og stimbra tilvitsku hjá eitt nú almenninginum, almennu umsitingini, vinnulívinum, politikarum og dómarum
  • at umboðandi feløgum verða tikin við at menna eina skipan, ið hevur eftirlit við flóttafólki – harundir fólk úr Ukraina, sum hava fyribils uppihaldsloyvi – sum bera brek, og tryggjar neyðug rættindi og rímiligar tillagingar í gerandisdegi teirra
  • at tvørgeira menningarætlan verður gjørd, ið hevur til endamáls at niðurlaga stovnar og sum heild forða fyri stovnsgerð fyri fólk, ið bera brek. Menningarætlanin eigur at verða fíggjað og við ásettum málum, ið kunnu mátast. Eisini skal ætlanin verja sjálvsavgerðarrættin og frælsið hjá tí einstaka og tryggja, at eisini fólk við breki hava møguleikan at seta føtur undir egið borð at allar forðingar verða tiknar burtur og neyðugir førleikar og vitan verður ment, so børn, ið bera brek, kunnu verða inkluderað og luttaka í fólkaskúlunum á jøvnum føti við onnur
  • at hagtølsinnsavning og hagtals- og granskingarskipanir um fólk, ið bera brek, verða mentar, sum vísa tær forðingar, ið hesi uppliva sum verandi lívskor, og sum síðani kann verða haldgott vitanargrundarlag, tá ið stig verða tikin fyri at íverkseta brekrættindasáttmálan

Hetta eru alt viðurskiftir, sum Føroya landsstýri sum skjótast eigur at taka í álvara. Eins og tilmælir viðvíkjandi grein 33 um íverksetan av brekrættindasáttmálanum, at Føroyar byggja íverksetanina av brekrættindasáttmálanum á megingeglur í 'Global Alliance of National Human Rights Institutions (GANHRI)', so nýggja brekumboðið kann fáa viðurkenning við A-status sum menniskjarættindastovnur.

MEGD sær vælkomnar møguleikar í at menna føroyska samfelagið alt grundað á niðurstøðurnar og tilmælini frá brekrættindanevndini. Neyðugt er tó, at vit saman seta á dagsskránna at fremja munagóðar og burðardyggar batar okkum øllum til frama. Hetta er helst meiri viðkomandi í dag, enn fyri einum ári síðani, nú nógv verður tosað um sparingar og nýskipanir innan vælferðarøkið.

Endaligu eygleiðingarnar, niðurstøðurnar og tilmælini frá altjóða brekrættindanevndini vórðu týdd til føroyskt í januar í ár, og til ber at lesa tey bæði á føroyskum og enskum HER.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (…
Stórfingin, áhugaverd, forvitnis­lig og s…
Gløgt at fylgja góðum ráðum
Bjargingarbátu­rin Arun er til sølu
Vísið varsemi á Skúlavegi
Politiski myndugleikin má taka trupullei…
Hvussu stórt politiskt vald hevur Russla…
KÍ hevur ikki tapt í 32 lands­kappingardy…
Avtaka grund­stykkjalistan!
Nýggj spurnarkapping á Norð­lýsinum
Atlantic Fair 2026 í Klaksvík
Eyka mong vitjaðu Sjómanna­dagin 2025
Bestu skip og bátar í Føroyum
Bakkafrost: Góð lívfrøðis­lig gongd, men…
Hólmgonga millum Sigrid Dalsgaard og Sjú…
1.500 portiónir av grindabúffi yvir disk…
Her eru vinnarar­nir á Sjómanna­degnum
Frá heimselituni í Berlin til Føroya Sym…
Føroyskar lyftarar við góðum úrslitum í…
“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt…