Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frá heimselituni í Berlin til Føroya Symfoniorkestur

SKRIVAÐ: Føroya Symfoniorkestur  |  25.08.2025 - 14:49 Tíðindaskriv

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire stjórnar symfoniorkestrinum til stórslignu konsertirnar við Kim Hansen og bólki í februar 2026. Catherine hevur júst vitjað í Føroyum, har hon hevur heilsað upp á tónleikararnar og hevur havt fyrstu fundirnar við listarligu leiðsluna í symfoniorkestrinum 

 

 

 

Catherine Larsen-Maguire

Catherine er fødd í Manchester men hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin, har hon eisini spældi við Berliner Filharmonikarunum.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at elta dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr orkestrum, m.a. London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Í 2023 varð hon útnevnd til fyrsti tónleikaligari leiðari hjá National Youth Orchestras of Scotland. Í konsertárinum 2025-26 skal hon m.a. stjórna Deutsches Symphonie-Orchester Berlin, Orchestre National de Bordeaux og Münchens Kammerorkestri.

Hon hevur serligan áhuga fyri samtíðartónleiki og hevur stjórnað frumframførslum av verkum eftir m.a. Alexander Goehr, eins og hon hevur samstarvað við Ensemble Modern, Klangforum Wien og Birmingham Contemporary Music Group.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.

 

Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt 4-ára samstarvsavtalu við Catherine.

 

Føroya Symfoniorkestur

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her eru vinnarar­nir á Sjómanna­degnum
Frá heimselituni í Berlin til Føroya Sym…
Føroyskar lyftarar við góðum úrslitum í…
“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt…
Serveraðu 1,8 tons av flaki
KÍ-arnir eru slitnir
Sigrid og Sjúrður kjakast um svartalisti…
Ársins føroyameistarar í køkubaking 2025…
Myndarøð: Smíl og hugni á Sjómanna­degnum
Latið Trump, Zelensky og NATO - men ikki…
Føroyameistarakapping - Trolbøting
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur tilmeldingardag í morgin
Lata vit Ukraina krígsútgerð?
Myndarøð: KÍ - HB 0-0
Myndaarøð: KÍ kvinnur vunnu 1-0 á Víking…
Føroyameistarakapping í kassastápling
Upptakt: KÍ-HB
Operettur­nar væl hýrdar
Ísak vann í sjómanstaki