Veðrið í vikuni
Í dag hava vit ligið undir vestara partin av einum hátrýstryggi. Hann hevur tí ligið av suðuri við lítlum vindi. Í støðum hevur verið tám ella mjørki, men onkrastaðni klárt og gott summarveður.
Vestan fyri Føroyar liggur eitt djúpt lágtrýst við nógvum vindi rundanum. Hetta er tropiska ódnin Erin, sum er komin nokkso nær. Hon er ikki tropisk longur, og hon fer ikki at raka beint á okkum. Hon fer tó at ávirka ættina um okkara leiðir, og okkurt av regninum, sum hon hevur malið uppí seg, fer at koma hendavegin.
Ættin fer at liggja um millum eystan og landsynning alla vikuna, sum veðurkortini vísa í kvøld. Eitt sindur av vindi týsdagin, men annars ikki nakað serliga av vindi. Luftin, sum fer at streyma ímóti okkum hesa vikuna, hevur sín uppruna langt sunnanfyri, har tað er nakað væl lýggjari enn í Føroyum. Tí fer hitalagið eitt sindur uppeftir næstu dagarnar.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 12 til 16 stig.
Týsdagin:
Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin spakuliga minkar niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og regn. Um kvøldið slítur í, og tað klárnar. Hitin 11 til 16 stig.
Mikudagin:
Lot til frískt lot eystan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum kunnu væntast sólglottar. Hitin 12 til 17 stig.
Hósdagin:
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið, í støðum sólglottar. Hitin 11 til 16 stig.
Fríggjadagin:
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 12 til 15 stig.