Lata vit Ukraina krígsútgerð?
ES boykottar fyri at spenna bein fyri Føroyum, væl stuðla av okkara fólkatingsumboðum
Fyri fáum vikum síðan, sóu vit myndir av Pávastoltu Siri Stenberg vitja í Ukraina. Sama dag lukkaði Zelinsky korruptións-stovnin, sum kannaði vinmann hansara og hevði avlurta teir báðar.
Dagar aftaná at Siri, danski verjumálaráðharrin og amerikanski generalurin vitjaðu hernaðarmál í Kiew, vístu myndirnar russum, hvar teir skuldu bumba. Ukrainar vóru sjálvandi í øðini um kleyvarskapin.
Bátar sum hernaðarútgerð
Føroyar skulu geva bátar, úr tilfari sum illa sæst á radara. Alt sum flýtur brúkar Ukraina til hernaðarendamál. Tað teir ikki brúka at flyta hermegi, fylla teir við dynamitti og senda móti russum. Hvat annað skulu teir brúka bátar til? Sostatt geva vit Ukraina krígsútgerð! Tað hava vit ongantíð samtykt. Men tað er tað vit gera. Merkiligt, sum vit onki hoyra um tað.
Njósning avvíst av øllum, sum hava hugt eftir skipunum
Russisk skip sigast njósna við vanligum langbylgju móttakara, sum taka ímóti tí sama sum rímuliga vanlig radio. Vit eiga tvey slík her í húsinum. Annars hevur skipið satelitt samband.
Menn, sum hava skil fyri slíkum, hava tikið myndir av hesum skipum, meðan tey vóru á beding í Føroyum. Føroyskar fyritøkur selja eisini rímuliga nógva navigatións og radio útgerð til russisku skipini. Tí gevur tað onga meining at illgita.
KVF hevur eisini gjørt innsløg sum afturvísa hesum og sendingini sum skandinavisku statsmiðlarnir gjørdu í felag.
Um nógv umtalaða kápilin søgdu norsku mynduleikar at hann er niðurgrivin og at teir ikki kundu ávísa, at nógv umtalaði feilurin var mekaniskur skaði. Har var ongin “skugga-floti”
Shefa kaðalin í Shetlandi bleiv 2 ferðir skaddur í 2013 og einaferð fyri 5 árum síðan og aftur fyri 1-2 mánum síðan. Stór søga í kringvarpinum. Annars vistu bretskir miðlar beinan vegin at fiskiskip, sum ikki var russiskt, hevði boða frá, at tað vóru teir sum høvdu skatt kápilin. Men tað passar neyvan inn í myndina og tí kom tað ikki við.
Sjálvandi njósnast øll lond
Tá Siri vitjar í Ukraina, hava Ukrainar, við amerikanskari hjálp, stolið 100% av upplýsingunum á telefonini hjá Siri. Eisini samskifti við landsstýri. Og síðan hon kom aftur til Føroya, hoyra teir alt hon sigur, skrivar og lurtar eftir. Og forrestin, so hevur Danmark givið USA loyvi til at lurta á donskum káplum. Ivaleyst vita teir alt, sum verður sagt í Føroyum. Tað er bara Løgreglan, sum hevur onkra trygga skipan, tí teir ræddust Huawai.
Í CIA arkivinum, ber til at leita eftir øllum, sum er alment. Har stendur ymiskt um russisk fiskiskip, sum fiskaðu við Føroyar fyri 60-80 árum síðan. Hvussu nógv gørn tey brúktu og at tey sum høvdu fiskifrøðingar umborð fiskaðu meira enn hini.
Samstarv og avleiðingar
Russar hava skip og kunnu fiska nógv, uttanum okkum. Tað var jú teirra veiða, sum er grundarlagið undir okkara søguligu veiðu. Vegna ICES reglur, noyðast vit at avmarka okkum. Tað sleppa russar undan. Svartkjaftur fær ikki MSC góðkenning og kann ikki brúkast til alifóður og minkar virði tilsvarandi.
Vit kunnu gevast at fiska tosk og rækjur og lata russar fiska. Nú toskaprísur hækkar og svartkjaftaprísur lækkar, verður tað eitt vánaligt roknistykki. Serliga fyri landskassan og Palliba.
Russar hava seinast tíðina ásett kvotur á toski og laksi, sum aftursvar uppá tað Norra og ES gera.
ES boykotti er beinleiðis ætla at skaða Føroyar
Upplýsingar, sum eru brúktar mótvegis skipum, sum veiða um okkara leiðir eru settar í, rættuliga skotsikkurt, tí skipini vanliga fiska í føroyskum øki. ES skaðar Føroyar fyri at røkka sínum endamálið. Endamálið er at gera enda á samstarvi okkara við Russar. ES veit, at hetta als onga ávirkan hevur á Russland.
Tað kunnu vit lesa út frá tí orku danskir miðlar brúka uppá málið. Ursula og Mette vóru her, ikki uttan orsøk, men kravboðini vóru bara 2 spurningar og teir skuldu sendast inn áðrenn og tað var avgjørt frammanundan, hvør miðil slapp at spyrja.
Okkara fólkatingslimir stuðla aktivt øðrum ímóti Føroyum. Teir tosa upp og niður um hetta, kanska við lítlari pausu, har teir reypa um methøga játtan, Fólkatingi brúkar at keypa føroyskt goodwill ella afturval til núsitandi fólkatingslimir.
Hví spyr ongin eftir dokumentatión?
Tað finst ongin dokumentatión fyri pástandinum um eigaran av umrøddu skipum. Hetta veit Landsstýri, um tey vilja. Tað hevði sømt seg, at tey upplýstu okkum um hetta. Fólkatingslimirnir høvdu eisini vita hetta, um tey ómakaðu sær at spyrja.
Hvussu vit best hjálpa Ukraina er í prinsippinum eitt sera einfalt roknistykki. 1. Hvussu nógvir Ukrainar doyggja hvønn dag? 2. Hvussu nógvar milliardir økist Ukrainska skuldin? (góðar 52 milliardir Euro, ella DKK 1 milliard dagliga, í 2025 sambært Ukrainska tjóðbankanum) 3. Hvussu nógvar fermetrar av landaøki missur Ukraina hvønn dag? 4) Hvussu skjótt veksur tal av ukrainum, sum ikki ætla sær heimaftur tá kríggi endar? 5) Eru útlit til at Ukraina megnar at halda tørn móti russisku krígsmaskinuni og um ja, so hvussu long tíð gongur til tað hendir.
Allir nevndu faktorar kunnu mátast. Sjálvt nummar 5 hava teir teldir, sum duga at rokna seg fram til eitt svar.
Út frá hesum verður mett um frægast er at gevast ella at halda áfram.
Hvat vit halda um Putin og Russland er óviðkomandi fyri hetta roknistykki. Tað telur bara við, um vit við vilja misbrúka Ukraina. Men sjálvandi eru fleiri sum gera tað.
Upprunaliga endamálið, sambært Biden, var at fáa Putin frá valdinum í Russlandi. Tað er at misbrúka Ukraina! Sostatt var endamálið alla tíðina at misbrúka Ukraina.
Eisini í Føroyum eru nógv, sum misbrúka Ukraina til egnan fyrimun. Sjálvt KVF, leggur seg í seðlarnar at umrøða Putin. Og eg sum helt, at kríggi er í Ukraina!
Nú skal Løgtingi taka støðu á óupplýstum grundarlagi. Tingfólk atkvøða tá eftir, hvat tey meta gevur flestar atkvøður frá fjøldini, sum als ongar upplýsingar fær.
Føroyingar eru óupplystir, tí okkara løgting, landsstýri og fólkatingsumboð ikki ynskja at útvega viðkomandi upplýsingar.
Fyri at dekka útyvir, noyðast tey at spilla vælvitandi og leitandi persónar, sum Jón Tyril og Bergun Kass út, soleiðis at ongin skal lurta eftir teimum. KVF presenterar fólk sum serfrøðingar, hóast tey avdúka sína manglandi vitan.
Nú fer Løgtingi at taka støðu til at skaða Føroyar og fólki í her býr, tí at ES ynskir at vit skaða egin endamál til teirra fyrimun. Í millumlanda samráðingum eru Russar oftast, fyri ikki at siga altíð í okkara parti. Tað hevur tí tídning fyri úrslitið av samráðingum við ES, Bretland, Norra og Ísland um uppsjóvarfisk.
Vanliga er úrslitið av illa undirbygdum avgerðum meira skaðiligt enn gagnligt fyri samfelagið.
Eivind Jacobsen
Strendur