
Borgarstjórin bjóðar vælkomin á Sjómannadagin
Tað er gamal siður, at borgarstjórin bjóðar vælkomin á Sjómannadegnum
Her niðanfyri verður røðan hjá Karl H. Johansen endurgivin:
Góðan morgun, øll somul og hjartaliga vælkomin til Sjómannadagin 2025.
Sjómannadagar hava í fleiri ár verið ein partur av føroyska summarinum – ein tíð, har familjur, vinir og gestir úr øllum landinum savnast til eitt gott og innihaldsrík vikuskifti við samanhaldi, mati, kappingum og undirhaldi.
Hetta er eitt serstakt vikuskifti, har vit steðga á og virðismeta ta týdningarmiklu sjómentan, sum vit øll á ein ella annan hátt eru partur av.
Ein kendur klaksvíkingur fortaldi mær, ein dagin hann hoyggjaði, at tvær damur høvdu gingið framvið og viðmerkt góða veðrið.
Tann fyrra heilsaði og segði: “Gott turkingarveður”!
Dagin eftir gongur aftur ein forbí. Hon heilsaði eisini og segði “góður terri í dag”.
Hetta fekk meg at hugsa, at hugtøk og annað, sum eru knýtt at okkara mentan og siðaarvi, einans yvirliva um vit í tí dagliga eru partur av hesum ella hoyra hesi orð verða brúkt í einum samanhangi, har tað gevur meining.
Tað er ongin sjálvfylgja, at børn og ung, sum hvørki kenna til at hoyggja, fara á flot ella kanska hava ein í familjuni, sum er sjófólk, kenna til hugtøk og orð, sum knýta seg at hesari mentan.
Tí fegnist eg um, at Føroya Sjómannadagur, uppá ein fólksligan hátt, hevur megna at skapa ein áhuga fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi.
Bæði fyri tey, sum ikki hava nakað beinleiðis samband við hesa vinnu í gerandisdegnum, men sanniliga eisini fyri familjur og avvarðandi hjá sjófólki.
Fyri tey, har sjólívið ikki er ein partur av familjulívinum, er tað nemt at yppa øksl, tá ið tað verður tosað um stampar, línu, kvotur, eystfall og vestfall.
Men fyri tey, har hetta er ein partur av gerandisdegnum, er tað ein sonn fragd, at tað verður varpað ljós á eina vinnu, eina siðvenju, ja ein lívsstíl, sum uppá ein positivan og jaligan hátt verður hátíðarhildin ein slíkan dag.
Tí onki er ævigt!
Eg havi mangan greitt frá mínum fyrsta túri við Pison, so tað skulu tit sleppa undan í dag, men Pison er farin til upphøggingar og Fjallshamar, sum var næsta skip eg var við, liggur sokkin í Borðoyarvík.
Menningin gongur við rúkandi ferð, og tí ræður um eisini at halda fast í tað, sum í øldir hevur myndað okkara samfelag.
Hjartans tøkk til tykkum, sum á hvørjum ári skipa fyri og áhaldandi menna Føroya Sjómannadag til eina so áhugaverda og viðkomandi hátíð.
Tykkum at takka er Føroya Sjómannadagur mentur til tað, hann er í dag – ein virðilig fagnan av høvuðsvinnu okkara.
Hjartans takk fyri, at tit leggja so nógva tíð og orku í at skapa eitt tiltak fyri øll, sum enntá er púra ókeypis fyri okkum, sum vitja.
Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, øll somul.
Takk fyri.