Lýsing
Lýsing
Lýsing

Her er skráin fyri leygardagin á Føroya Sjómannadegi 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  23.08.2025 - 07:00 Mentan Tíðindi

Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis

 

Leygardagur 23. august

08.30 – 09.30
Sjómannadags ‘Dyppimik’  í neystinum á Flesjum í Borðoyarvík.
Havið egið krúss við, og minnist til svimjiklæðir og handklæði!

09.00
Føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl.

10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukai.

Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan.

10.30

Merkið verður vundið á stong.

Umboð fyri manning, ið hevur longstu leið á Sjómannadag, vindur Merkið í húnar hátt, meðan tjóðsangurin verður sungin. 

Síðani verður Føroya Sjómannadagur 2025 settur á stóra pallinum, og boðið verður til stóra morgunmatarborðið á bryggjuni.

 

Á stóra palli

Tilmelding til allar kappingar fer fram talgilt við pallin.
*undantikið til svimjikappingina. Meldið til hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950.

10.45
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, bjóðar vælkomin

10.55
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, setur Føroya Sjómannadag

11.05
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, letur heiðursmerki til bestu skip og bátar í Føroyum

11.15
Umboð fyri Føroya Sjómannadag letur heiðursmerki til vinnararnar av fiskikappingini. 

Vinnarin av størsta fiskinum verður kosin. Vinningur: Sleingitráða frá Berglon


11.25
Granskarar frá Havstovuni skera størsta fiskin frá fiskikappingini upp, og greiða í stuttum frá fiskinum

11.45
Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða
Kappingin er fyri pør.

Vinnaraparið fær gávukort frá Hilton Garden Inn á gisting 2 nætur í dupultkamari á fyri 2 persónar íroknað morgunmat. Matskrá fyri 2 í Hallartúni annað av kvøldunum. 

12.05
Føroyameistarakapping – Kasta langlínu

Føroyameistarin fær ein PlayStation 5, Slim standard edition frá Elding, virði 5.299 kr.

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á kr. 3.000,- frá INN

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á 1.000 kr. frá INN

12.20

Føroyameistarakapping – Agnskering

Føroyameistarin fær eitt gávukort á 5000 kr. frá Atlantic Airways

Silvurvinnarin fær gávukort á Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.

Bronsuvinnarin fær 1.000 kr frá Bónus

12.40
Skipalista-Kvissin – undankapping
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir
Kappingin er skipað sum Kahoot! á snildfonini – Minnist til at heinta appina.

Finalan verður kl. 16.00

13.15
Føroyameistarakapping – Egning

Føroyameistarin fær gávukekk á 5.000 kr. frá Kjølur.

Silvurvinnarin fær gávukekk á 3.000 kr. frá Kjølur

Bronsuvinnarin fær gávukekk á kr. 2.000 kr. frá Kjølur.

14.00
Føroyameistarakapping – Trolbøting

Føroyameistarin fær vikuskifti í Captains Cottage á Sandi frá Skipara- & Navigatørfelagnum

Silvurvinnarin fær eitt gávukort á 3.000 kr. frá INN

Bronsuvinnarin fær eitt gávukort á kr. 1.000,- frá Bónus

14.50 

Føroyameistarakapping – Sjómanstak, innleiðandi umfar

15.40

Føroyameistarakapping í køkubaking
– Køkurnar skulu latast inn í kantinuni á Northern Fish Cold Storage(Hjá Antinis) ímillum klokkan 11:00 og 12:00 

Køkudómarar: Ranva Knudsen, Olevina Sundsskarð og Heðin Arge.

Vinningar
Besti smakkur: Apple Iphone 16 128GB Teal frá Føroya Tele, virði 7.799 kr. og ein posa av Callebaut sjokolátu


Kreativitetur: Gávukort á kr. 3.000,- frá INN og ein posa av Callebaut sjokolátu


Teknikkur: Gávukort á kr. 3.000,- frá FK og ein posa av Callebaut sjokolátu

16.00
Skipalista-Kvissin – Finalan
Ernst S. Olsen og Gunnar Nolsøe eru vertir

Vinningur: 2 stk. Apple Iphone 16 5G 256GB svørt frá Elding, virði 8.799 kr.

16.50
Føroyameistarakapping – Halda dregg MENN

Føroyameistarin fær ein JBL Partybox 520 hátalara frá Elding, virði 6.499 kr.

Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus


Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK

17:20
Føroyameistarakapping – Halda dregg KVINNUR

Føroyameistarin fær eina Apple Iphone 16 128GB ultramarine frá Elding, virði 7.799 kr.

Silvurvinnarin fær gávukort á 3.000 kr. frá Bónus


Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá FK

17.50
Vinnararnir av Føroyameistarakapping í kassastápling og svimjing um Vágna verða avdúkaðir

Vinningur Svimjing um vágna:

Menn: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways

Kvinnur: Gávukort á 5.000 kr frá Atlantic Airways

Vinningur Kassastápling:

Føroyameistarin fær 55” LG Flatskerm frá Elding, virði 5.799 kr.

Silvurvinnarin fær ein Apple iPad 10.2″ (2021) 64GB, New Open Box A+, Wi-Fi frá Nema, virði 3.699 kr.

Bronsuvinnarin fær gávukort á 1.000 kr. frá Bónus

18.10
Togtogan millum skipsmanningar
8 persónar pr. lið

Vinningurin er ein cruiseferð við Norrønu til Íslands fyri 12 mans í 2025 ella í 2026.  

18.40
Føroyameistarakapping – Sjómanstak, Finalan

Føroyameistarin fær Samsung Galaxy S25, 128GB Blue frá Føroya Tele, virði 7.499 kr.

Silvurvinnarin fær Iphone 13 5G 128 GB frá Nema, virði 4.579 kr.

19.00
Sjómanskonsert við Anfinn & Co.

 

Í stóra tjaldinum

10.40

Boðið verður til stórt morgunmatarborð

14.00

Føroya Sjómannadagur bjóðar grillað grindatvøst við rómaeplum

11.00 – 18.00

Listaframsýning við Lydiu Petersen, Monicu Ósá Henriksen og Magnu Auðunsson

 

Á barnaøkinum

12.00 – 19.00
Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli

12.00 – 18.00 
Ókeypis hoppiborgir

12.00 – 18.00
Trygd bjóðar ókeypis andlitsmáling

13.00 – 18.00
Ókeypis kramarísar – Føroya Sjómannadagur og MBM bjóða øllum børnum ókeypis kramarís

13.00 – 17.00
Trygd bjóðar ókeypis Candy Floss

 

Á Silvapallinum

12.00 Operetturnar

13.30 Trøllapætur, omman & ommudidd rokka

15.00 Silvi & Bubu 

Aftaná bjóðar Silvi øllum børnunum okkurt gott

16.20 Barnatiltak og felagsspøl við Kæti 

 

Á økinum

11.00

Málningaframsýning við Annu Mohr verður í gamla Fullpower. Opið frá kl. 11.00

12.00 – 15.00

Betri Trygging bjóðar øllum børnum ókeypis burðardyggar ballónir

Ballónirnar eru framleiddar úr 100% natúrgummi og byrja at niðurbrótast so skjótt, tær verða upppblástar. Tær gerast aftur til ein part av náttúruni upp á somu tíð, sum eitt eikiblað. Bandið, ið er fest á ballónirnar, er eisini burðardygt – framleitt úr plantum.

13.00
Grindamannafelagið skerir grindahval upp oman fyri gamla Roykivirkið.
Greitt verður frá á enskum, meðan grindahvalurin verður skorin upp. 

Tvøstið verður síðani grillað og hesin leskiligi borðiskur verður borðreiddur gestum saman við rómaeplum.

13.00 – 18.00
KAV & Norðvask bjóða ókeypis poppkorn, kaffi, keks, saft og okkurt gott til børnini. Hetta er niðanfyri Roykivirkið.

13.00 – 17.00
Opið hús á Looknorth
Looknorth bjóðar øllum kaffi/te og vafflir.Víst verður runt á virkinum, og høvi verður eisini at síggja framleiðsluna og vørurnar, ið Looknorth framleiðir. 

13.00 – 17.00
Opið hús á Netastovuni. Netastovan bjóðar øllum kaffe/té og okkurt søtt til góman. Høvi verður at síggja okkara framleiðslu.

13.00 – 19.00


Føroya átiligasta fiskaborð

JFK bjóðar Fish & Chips. Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Í ár fara fýra kokkar frá kendum enskum Fish & Chips matstovum at kokkast. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

—–

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn úr Føroya Bjór smáttuni

—–

Bakkafrost eru errin av sínum vælsmakkandi og heilsugóða laksi, aldur á føroysku firðunum. Aftur í ár fer Bakkafrost  at borðreiða við ókeypis smakkiroyndum á bryggjuni. Hesar fara vónandi at geva tær íblástur til aðrar laksarættir.

—–

Christian í Grótinum og Amarant

Á sjómannadøgunum í ár borðreiða vit við eini Pokéskál við heitt royktum makreli.
Omaná bjóðar Amarant kaffi og eina rabarbu desert.

 

Urbanus diskar við sluppirnar.
Tað verður í hjartanum á Sjómannadegnum, beint við teltini hjá CIG og Amarant.
Kom og njót góðar tónar.
 

14.00 – 17.00
Føroyameistarakapping í kassastápling

 

Á sjónum

09.00
Føroysk træseglskip og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl

10.00
Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at kai, innast í krókinum við Stórukaj.
Jóhanna, Westward Ho, Dragin, Grinkil, Norðlýsið, Thorshavn og Norðan eru við.

11.00 – 17.00
Sjórænaraskip við Trøllapæturi, ommuni og ommudidd siglir stuttar túrar við børnum

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Westward Ho

13.00 – 17.00 Manningin hjalpir børnum at hála fokkuna upp og nidur, leggja um klampa og seta fast.                       Síðan gera fallið upp. 
11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Norðan

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Draganum

11.00 – 17.00
Opið skip umborð á Thorshavn

13.00 – 18.00
Vilt á sjónum
– Ókeypis túrar við skjóttgangandi RIB-bátum

13.30
Bjargingarroynd við Norðoya Bjargingarfelag

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á Christian í Grótinum

14.00 – 17.00 
Opið skip umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Gestirnir ganga rundtúr á rannsóknarskipinum, t.d. á troldekkinum, kanningarstøðunum har umhvørvi og fiskur verða kannað og upp á brúnna. Í fabrikkini verður víst, hvussu fiskamátiskipanin umborð virkar.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Knud Rasmussen”
Manningin bjóðar heitar pannukøkur, kaffi og saft.

14.00 – 17.00
Opið skip umborð á sjóverjuskipinum ”Tjaldrið”.
Manningin vísir skipið fram og bjóðar sunkist og kaffi. Skipið er ikki stórt, so avmarkað er við plássi, og umstøðurnar verða lagaðar eftir hesum.

14.30
Konsert við Danny & the Veetos umborð á Betri Trygging bátinum

15.25
Svimjikapping á Vágni fyri menn og kvinnur
Svimjifelagið ÆGIR skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna. Tilmelding hjá ÆGIR við at skriva navn á svimjara í sms-boðum til 229950
Kappast verður í tveimum bólkum: Kvinnur og menn 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Garrvillir vinningar til kappingar­nar á…
Mjølnir damirnar syrgja fyri morgunmatin…
Her er skráin fyri leygar­dagin á Føroya…
Varaleiða­rin legði búffar á grillina
So er klárt til ókeypis Fish and Chips í…
Julian knústi føroyska metið
Føroyskir politikarar skilja ikki antitr…
Vatnkríggj í fagrasta veðri
Myndarøð: Fiski­kapping á Sjómanna­degnum
Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokr…
Norðoya Sparikassi 17 milliónir í avlopi…
Norðoya Tjóðveldis­felag fegnast um Russl…
Craig og Hanus eru klárir
Fimm ár? Tað er eitt háðan
Vatnkríggj í dag kl. 18
Vælferðin undir trýsti - vit sleppa ikki…
Veðrið um vikuskiftið
Galdandi pendul-politikkur órógvar føroy…
Fiski­kapping kl. 17 á Kósabrúnni fyri øl…
RokkaDun og mikrospinnarí í Spinnarínum