Bjargingarbáturin Arun er til sølu
Vit hava tosað við nevndina í Norðoya Bjargingarfelag, nú tað sæst at bjargingarbáturin Arun er til sølu
Arun kom frá RNLI í Onglandi til Klaksvíkar á Sjómannadegnum í 2005 og fekk tá navnið Ziska, eftir Ziska Jacobsen, á Fløttinum. Í 2023 keyptu vit ein annan bjargingarbát, hesaferð úr Noregi, men vit vildu halda fast við navnið Ziska, og máttu tí skifta navnið á fyrra bátinum. Hendan støddin av RNLI bjargingarbáti eitur Arun class, tí bleiv tað nýggja navnið.
Arun hevur tænt okkum væl hesi seinastu 20 árini. Hann er bara eftirhondini for lítil til okkara tørv. Ella kanska ikki báturin sum so, men motorarnir. Vit kannaðu tí møguleikan fyri at skifta motorar, men í mun til okkara tørv, so loysti tað seg ikki fyri okkum. Tá vit so sóu at Skomvær III var til sølu í Noregi í januar 2023, valdu vit at kanna tann møguleikan. Knappliga gekk tað skjótt og í mai 2023 sigldi Ziska og Arun lið við lið inn eftir vágni. Vit fingu góðan stuðul til keypið, frá Fiskimálaráðnum, Mærsk-grunninum og grunnum, sparikassa og vinnulívi í Klaksvík.
Eftir at vit høvdu fingið nýggja Ziska heim, bleiv Arun læntur út til Havnar Bjargingarfelag, tí teirra bátur, Rescue Lív, skuldi høvuðsumvælast. Tað arbeiðið er liðugt og Arun er komin norður aftur. Vit hava ikki fíggjarliga orku til at reka tveir bátar og heldur ikki nokk av arbeiðsuppgávum, men tað er við sorgblídni at vit nú velja at selja Arun. Hann hevur verið við í mongum vasi, bæði til gaman og álvara. Hann hevur roynst okkum ótrúliga væl, hann er tvørur og seigur, og er nokkso simpul at halda við líka. Vit hava brúkt hann sum bjargingarbát fyrst og fremst, men fyri at stuðla uppundir raksturin hava vit eisini brúkt hann sum loðsbát. Hann er væl egnaður til ta endamálið eisini og hevur mangan verið hentur at hava í økinum.
Hvussu hevur felagið tað annars í dag?
Sum heild hevur felagið tað gott. Vit hava ikki eitt stórt tal av aktivum limum í tí dagliga, men tá á stendur, leypa fólk til at hjálpa, so tað er trygt í so máta. Peningaliga klára vit okkum akkurát, men vit mugu søkja stuðul til allar okkara verkætlanir, vit eiga ikki meir enn vit hava tørv á. Vit hava tó góð aktiv í felagnum, eiga bátar, bilar og nógva útgerð, men stríðast við at hýsa øllum. Vit eru spjadd um allan býin, í ymsum hølum, og mangla eitt stað, har vit kunnu bjóða okkara limum at venja seg við útgerð og halda okkara førleikar við líka. Tað er ikki lætt at halda gejstin uppi á limunum, tá vit ikki kunnu venja ella sosialisera hópin. Tað hevur nokk eisini sína ávirkan á limatalið.
Hvussu er felagið uppbygt?
Norðoya Bjargingarfelag er eitt áhugafelag, allir okkara limir og nevnd arbeiða sjálvboðið. Tað eru fimm limir í nevndini, umframt tveir eykalimir. Nevndarlimir verða valdir fyri tvey ár í senn. Ongin av okkum fær løn fyri at vera við til hvørki nevndararbeiði ella uppgávur, men vit royna at bjóða inn til okkurt av og á, ella vit gera eitt sindur burturúr aftaná venjing, við góðum selskapi og práti.
Norðoya Bjargingarfelag er eisini partur av landstilbúgvingini, bæði á sjógvi og landi. Uppgávurnar eru ymiskar, tað kann vera stormskaðar, sleip av bátum, leiting, vaktarhald o.s.fr. Vit hava tíbetur ikki nógvar uppgávur árliga, men vit eru altíð tøk við bátum, bilum og fjallabjargarum. Vit blíva vanliga tilkallað av Vørn, løgreglu ella sløkkiliði, alt eftir hvat uppgávan er. Vit hava gott samstarv við hini bjargingarfeløgini eisini og samarittarnar hjá Reyða Krossi og venja saman árliga. Hetta er ein fantastiskur felagsskapur at vera partur av, tað eru góð vinarbond, nærmast familjubond, og øll eru altíð klár at traðka til. Tað kunnu vera onkrar óunniligar hendingar, men sambandið millum fólkini eru sterkt og vit kunnu hjálpa hvørjumøðrum at arbeiða okkum ígjøgnum hendingarnar.