Hólmgonga millum Sigrid Dalsgaard og Sjúrða Skaale
Norðlýsið hevði boðið Sigrið Dalsgaard og Sjúrði Skaale, ávikavist forkvinnu í Eysturoyar Tjóðveldisfelagi og fólkatingslim, í studio at tosa um uppskotið frá Sirið Stenberg um at boykotta 2 russisk reiðarí, soleiðis at skip hjá teimum hvørki kunnu fiska í føroyskum øki ella sleppa í føroyskar havnir. Sjúrður Skaale er av teirri fatan, at skipini skulu útihýsast, meðan Sigrid ikki heldur tað. Vit spurdu bæði um hví.
Sigrid Dalsgaard: Fiskiveiðiavtalan er ein sáttmáli millum tvey lond, og tað er trupult at fáa nakran sovorðnan sáttmála. Veruleikin er eisini tann, at ultimo 2023 eru ikki færri enn 900 fyritøkur í ES enn aktivar í Russlandi, og í dag hava 21 danskar fyritøkur loyvi til at virka í Russlandi. So hini londini, sum boykotta, samstarva sjálvi við Russland. Vit mugu hava tíð til at meta um, hvat tað ger við okkara land, altso hvørjar avleiðingar tað fær fyri okkum, um vit eisini boykotta. Vit kunnu ikki gera tað bara í eini handavending.
Sjúrður Skaale: Hesi bæði skipini hjá Murman Seafood eru undir sera, sera kraftigum mistanka um sabotasju og spionasju í Norra. Tað er ikki í lagi, at vit sum tað einasta landi lova teimum inn í okkara øki. Fregnartænastan í Norra er ikki í iva um, at skipini hava framt sabotasju. Europa er í kríggi móti Russlandi, og tað er ikki at spæla við. Vit kunnu ikki fara solo og loyva skipunum at fremja sabotasju.
Sigrid Dalsgaard: Vit sita ikki við hetta borðið, sum avger, hvat er ólógligt. Føroyar eru ikki klárar til at boykotta hesi skipini, men vit fáa tað kroyst niður yvir okkum. Føroyar eru í løtuni í einum samstarvi, sum er týdningarmikið fyri okkum, og vit kunnu ikki bara seta Revsipakka Nr. 18 hjá ES í gildi her í Føroyum uttan víðari.
Sjúrður Skaale: Føroyar hava ikki yvirtikið trygdar- og verjumál. Tað er nakað, sum man førir í felag. Tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu standa uttanfyri inntil vit einaferð fáa myndugleikan. Vit mugu geva okkum undir avgerðirnar, sum londini taka í felag – vit kunnu ikki vera undantakið.
Sigrid Dalsgaard: Men vit føra tað nettupp ikki í felag. Føroyar sita ikki til borðs har, sum avgerðirnar verða tiknar. Gjørdu vit tað, kundu vit ført okkara sjónarmið fram. Vit kunnu taka Revsipakka 12 sum dømi – tá blivu ávís viðurskifti vald burturúr, eitt nú diamantar. Danska fyritøkan Coloplast sigur opið, at russiski marknaðurin er ein vakstrarmarknaður, og tað sleppa tey. Lurtað verður eftir teimum. Føroyar eru als ikki við í orðaskiftinum; vit fáa bara at vita, hvat vit skulu gera.
Sjúrður Skaale: Vit tosa specifikt um nøkur skip, sum ES og Norra hava svartlistað, tí tey eru farlig, og tí vilja tey ikki loyva teimum. Sigrid heldur, at Føroyar skulu loyva teimum at vera her, upp á troðs av hvat øll restin av Europa ger.
Sigrid Dalsgaard: Í øllum førum norðan fyri Havnina hevur man mett, at hendan fiskiveiðiavtalan við Russland hevur stóran týdning fyri okkum. Men sunnanfyri verður tað kallað fyri ”órógv”, at vinnan í heila tikið hevur fingið tíð at reagera uppá hesar uppskotnu sanktiónirnar. Tað er ein undarligur hugburður. Dansk Industri fekk góða tíð at fyrihalda seg til revsitiltøkini, sum Danmark setti í verk.
Har fer at koma ein nýggjur veruleiki, tá kríggið er av. Har fer at koma ein normalisering. Onkursvegna mugu vit finna fótafestið aftur. Og millumlandasáttmálar eru øgiliga truplir at fáa. Hvar fara vit at vera í tí nýggja heimsordaninum?
Sjúrður Skaale: Vit eru púra samd um hatta, men tað er ein heilt onnur diskussión. Skulu vit sum tað einasta landið í Europa loyva Murman Seafood at operera her? Sigrid hevur tosað við vinnuna, sigur hon, og um man tosar við ein, sum opererar í Barentshavinum, so hevur tað sjálvandi nógv virði fyri hann. Men vit mugu hyggja at, hvat vit lata, og hvat vit fáa. Eg havi veruliga hugt at hesum við einum opnum sinni, og eg komi fram til, at vit lata nógv meira, enn vit fáa.
Verður uppskotið hjá Landsstýriskvinnuni samtykt?
At enda setti Norðlýsið Sigrid og Sjúrði brennandi spurningin um, hvørja lagnu tey mettu, at uppskotið hjá Sirið Stenberg fór at fáa. Verður tað samtykt ella felt? Og hvør man atkvøða fyri og hvør ímóti?
Sjúrður Skaale: Tað dugi eg ikki at meta um. Vit hava fortalt aftur og aftur, at vit fylgja sanktiónunum hjá ES og Norra, og um vit nú ikki gera tað (t.v.s. ikki samtykkja uppskotið, blðm.), so er tað eitt álvarligt brot við ta linju, sum vit áður hava lagt. Tað dugi eg ikki at ímynda mær fer at henda. Eg giti, at Løgtingið fer at fylgja linjuni hjá ES og Norra – og eisini at man leingir fiskiveiðiavtaluna – men tá talan er um skip, sum eru undir sera, sera kritiskum mistanka fyri spionasju og sabotasju, so sigur man, at hesi sleppa ikki í føroyskt øki.
Sigrid Dalsgaard: Vit eiga at gera nakað annað, nevniliga fáa undantak. Danskar fyritøkur fáa undantøk, um tað, tær gera, er av alstórum týdningi. 21 danskar fyritøkur hava fingið undantak; ongin hevur fingið avslag. Tað kunnu Føroyar eisini fara eftir, altso at fara eftir at gera eitt undantak til ikki at fylgja linjuni í hesum føri.