Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eirikur svarar Johan: Ber illa til at rættvísgera sparingar á almannaøkinum

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  26.08.2025 - 20:45 Politikkur Tíðindaskriv

At broyta løgtingslógina soleiðis, at stuðul aftur fer at vera veittur til keyp av vanligum bili hevur ikki verið á skrá hjá landsstýrinum

 

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-004/2025 eftir tingskipanini § 52 a, frá Johan J. Dahl, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Eirikur í Jákupsstovu,  um avlamisbilar til fólk við skerdum førleika

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1.     Hví hevur landsstýrið valt at spara áleið 1 mió. Krónur til fólk við skerdum førleika, sum hava tørv á avlamisbili, men sum ikki hava fíggjarligan møguleika at fíggja hann sjálvi?

2.     Hvussu kann hendan avgerð rættvísgerast, samstundis sum samgongan ætlar at brúka milliardir uppá stórar samferðsluútbyggingar?

3.     Hvussu samsvarar lógarbroytingin við almennu orðini um inkludering, javnstøðu og sjálvbjargni fyri allar borgarar?

4.     Ætlar landsstýrið at broyta lógina aftur, soleiðis at hesin serliga viðbrekni bólkur aftur fær reellan møguleika til at hava eitt sjálvstøðugt og virðiligt lív?

 

Svar:

Almannaøkið fevnir um persónar og familjur í serligum sosialum støðum, og tí ber illa til at rættvísgera sparingar á almannaøkinum. Men hóast tað, hava útreiðslutálmandi átøk á almannaøkinum verið partur av fíggjarlógunum so at siga hvørt ár síðstu nógvu árini. At almenni raksturin ikki skal vaksa ótarnað er nakað, sum Løgtingið er samt um, og útreiðslutálmandi átøkini hava sostatt fevnt um øll málsøkini – eisini almannaøkið.

Tað eru játtanarkarmarnir, sum avgera møguleikarnar hjá landsstýrisfólkunum at raðfesta innanfyri sítt øki. Og hóast andstøður vanliga atkvøða ímóti uppskotum um játtanarkarmar, so er tað ikki við grundgevingum um, at útreiðslurnar skulu økjast – heldur tvørturímóti.

At halda aftur í almenna rakstrinum er nakað, sum Løgtingið er samt um, men Løgtingið er eisini samt um, at samferðslukervið skal útbyggjast – tað er ikki nakað, sum er avmarkað til hetta landsstýrið og hesa samgonguna. Fyri at samfelagið skal mennast er neyðugt við samferðsluútbyggingum, og í síðsta enda er tað vælferðarsamfelagnum til gagns. Samferðsluútbyggingar er tí ikki í andsøgn við at halda aftur í almenna rakstrinum, og vit eiga tí ikki at seta tey upp ímóti hvørjum øðrum.

Almannaveitingar eru sum nevnt stuðul og peningur til einstaklingar og familjur í sosialum støðum. Tá skiftandi landsstýri hava hert treytirnar í sambandi við stuðul og veitingar, er tað vanliga ikki í samsvar við inklusjón, javnstøðu og sjálvbjargni, og soleiðis er eisini við broytingini, sum spyrjarin sipar til. Stuðul verður ikki longur veittur til keyp av vanligum bili, men sum víst verður á í viðmerkingunum til spurningin verður stuðul veittur til meirútreiðslur. Tað merkir, at í teimum førum ein persónur hevur tørv á eyka útbúnaði, verður stuðul veittur til tað. Eisini eru rættindini óbroytt hjá teimum, sum vegna virkistarn hava tørv á størri bili. Hetta er í tráð við grundregluna um endurbót, har stuðul verður veittur í mun til tær meirútreiðslur, sum standast av virkistarninum.

At broyta løgtingslógina soleiðis, at stuðul aftur fer at vera veittur til keyp av vanligum bili hevur ikki verið á skrá hjá landsstýrinum.

 

Almanna- og mentamálaráðið, 25. august 2025

Eirikur í Jákupsstovu

landsstýrismaður

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Svend C klárur til nýggjan túr
Vinnarar í fiski­kappingini
Eirikur svarar Johan: Ber illa til at ræ…
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (…
Stórfingin, áhugaverd, forvitnis­lig og s…
Gløgt at fylgja góðum ráðum
Bjargingarbátu­rin Arun er til sølu
Vísið varsemi á Skúlavegi
Politiski myndugleikin má taka trupullei…
Hvussu stórt politiskt vald hevur Russla…
KÍ hevur ikki tapt í 32 lands­kappingardy…
Avtaka grund­stykkjalistan!
Nýggj spurnarkapping á Norð­lýsinum
Atlantic Fair 2026 í Klaksvík
Eyka mong vitjaðu Sjómanna­dagin 2025
Bestu skip og bátar í Føroyum
Bakkafrost: Góð lívfrøðis­lig gongd, men…
Hólmgonga millum Sigrid Dalsgaard og Sjú…
1.500 portiónir av grindabúffi yvir disk…
Her eru vinnarar­nir á Sjómanna­degnum