Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nýggjasta veljarakanningin sigur tað sama sum tær flestu undanfarnu: Javnaðarflokkurin kann vænta at fara næstan niður í helvt til eitt løgtingsval.

Javnaðarflokkurin skravar botnin í nýggjari veljarakanning

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.08.2025 - 14:02 Politikkur Tíðindi

Meðan Beinir Johannesen stýrir beina kós móti Tinganesi. Føroyar kunn gera seg til reiðar til eitt stjórnarskifti sambært nýggjastu veljarakanningini, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.

Nýggjasta veljarakanningin endurtekur sama tendensin sum so gott sum allar hava víst: Javnaðarflokkurin verður nærum hálveraður. Hann fer frá at hava fingið 26,6% til seinasta val niður í 14,6%, ið bara er gott og væl helvtin av atkvøðunum. Í tingsessum fer hann úr 9 niður í 5.

Nakað frægari stendur tað til hjá Tjóðveldi, sum sær út til at halda tørn. Hann fekk 17,7% til valið og fær 16,7% í veljarakanningini. Missurin av hesum eina prosentstignum er ikki nóg mikið til at kosta eitt mandat; flokkurin stendur framvegis til at fáa 6 tingfólk, var val í dag.

Triði samgonguflokkurin, Framsókn, gongur ein triðing aftur í tingsessum, hóast hann fær nærum sama atkvøðutal sum til valið. Hann fer úr 7,5% til valið niður á 7,4%. Hóast hendan minkingin er elalítil, vísir kanningin, at flokkurin fer úr 3 niður í 2 tingfólk. Hetta man hava nakað at gera við uppgerðarháttin, sum síðani 2008 hevur verið hátturin við størsta brøki.

Andstøðan stormar fram

Eftir øllum veljarakanningum at døma skal okkurt veruliga óvæntað henda, um ikki Beinir Johannesen gerst Føroya næsti løgmaður. Fólkaflokkurin fer úr 6 tingfólkum til valið upp í 10 tingsessir í kanningini. Er parlamentariskt bakland ikki fyri CEF-stjórnini eftir næsta val – og tað sær tað ikki út til at fara at verða – so er tað vanliga størsti flokkur, sum fær initiativið at skipa samgongu. Og tað verður sambært veljarakanningini Fólkaflokkurin. Her skal tó fyri ein ordans skuld sigast, at aðrir flokkar kunnu ganga saman um at peika á ein annan samráðingarleiðara.

Sambandsflokkurin fer úr 7 tingsessum upp í 8, og heldur veljarakanningin stikk, kunnu Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin skipa samgongu uttan nakran av teimum smáu flokkunum. Ein realistiskur møguleiki, tá vit hugsa um, at Miðflokkurin sleit undanfarnu ABH-samgonguna, og tað førdi til val í úrtíð í 2022.

Miðflokkurin fær eina afturgongd í prosentum, men heldur tørn í mandatum. Hann fekk 6,6% av atkvøðunum og 2 tingsessir til seinasta val, og fær 5,2% og 2 tingsessir í veljarakanningini.

Sjálvstýri er framvegis langt frá at fáa umboðan. Til løgtingsvalið fekk flokkurin 2,7%, sum ikki rakk til eitt tingfólk, og flokkurin hevur av tí sama mugað verið úti at savna 800 undirskriftir fyri at kunna stilla upp aftur. Í kanningini fær flokkurin bert 2,1%, sum heldur ikki gevur nakað tingfólk.

Fleiri vita ikki

Tað er spyr.fo, sum hevur gjørt veljarakanningina fyri Portal.fo. Tilsamans 500 respondentar vórðu spurdir. Av teimum søgdu 15% seg ikki vita, hvønn tey fóru at atkvøða fyri, 3,4% søgdu seg fara at atkvøða blankt og 1,1% ætla sær als ikki á val. Óvissan í kanningini er upp til 3,4%. Øll kanningin kann síggjast her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kristian Martin: Púra skilaleyst at boyk…
Russar ávara Noreg um fiski­vinnu­samstarv…
Kára Sigurðsson gjørt sáttmála við FC No…
Javnaðar­flokku­rin skravar botnin í nýggj…
Amerikanski kavbátu­rin USS South Dakota…
Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindu…
Útgávu­konsertir og bókaútgáva, Stanley S…
Vandin er ikki veruligur – men avleiðing…
Svend C klárur til nýggjan túr
Vinnarar í fiski­kappingini
Eirikur svarar Johan: Ber illa til at ræ…
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (…
Stórfingin, áhugaverd, forvitnis­lig og s…
Gløgt at fylgja góðum ráðum
Bjargingarbátu­rin Arun er til sølu
Vísið varsemi á Skúlavegi
Politiski myndugleikin má taka trupullei…
Hvussu stórt politiskt vald hevur Russla…
KÍ hevur ikki tapt í 32 lands­kappingardy…
Avtaka grund­stykkjalistan!