Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kristian Martin Rasmussen trýr ikki, at fiskiveiðiavtalan við Russland verður uppsøgd, men mælir staðiliga frá at framprovokera eina reaktión. Fleiri aðrar álvarsamar avleiðingar eru sannlíkar, og Føroyar selja nógvan fisk til Russlands. | Mynd: Egin mynd.

Kristian Martin: Púra skilaleyst at boykotta uttan prógv

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.08.2025 - 15:43 Politikkur Tíðindi Vinna

Tað hoyrir onga staðni heima at fara at boykotta russisk skip uttan nøkur prógv. Tað skapar óneyðugan ótryggleika, og um vit gera tað, so kemur heilt víst ein reaktión úr Russlandi, sigur Kristian Martin Rasmussen, sum tó ikki væntar, at fiskiveiðiavtalan verður uppsøgd. Kristian Martin ávarar staðiliga ímóti at provokera Russland í ein mun, sum setir kvoturnar í vanda.

Russland eigur eisini æruna fyri, at Føroyar hóraðu so væl undan, tá Føroyar sjálvar vórðu
boykottaðar av ES. Kristian Martin Rasmussen sigur, at tað tá beinleiðis batnaði fyri føroyska
fiskivinnu, og at eitt boykott í sær sjálvum ikki er nakar undirgangur, men missa Føroyar kvotuna í
Barentshavinum, so er tað heilt alvorligt.

Kristian Martin Rasmussen leggur afturat, at uppskotið hjá Sirið Stenberg er komið burtur úr
ongum: – ”Tað er púra óneyðugt at gera hetta”, sigur hann og vísir til boykottið. – ”Har eru ongi
prógv fyri, at hasi skipini hava gjørt nakað sum helst galið, so vit eiga at lata tey fáa frið. Vit kunnu
handla við Russland við góðari samvitsku, tí ST hevur klárt givið til kennar, at matvøra má og skal
vera undantikin sanktiónunum móti Russlandi, og tað er altso matvøru, vit handla við”, sigur
Kristian Martin Rasmussen við Fólkapoddin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað loysir seg fyri norð­oy­ingar at velja…
Borgar­stjó­rin í Klaksvíkar kommunu við á…
Bíligari býli. Betaldan Barsil. Betri Ba…
Sjálvandi skal fosturtøku­lógin broytast!
Eg lovi ikki alt, men lovi at stríðast f…
Myndarøð: Norðlýsið á valkafé
FÓLKA­TINGSVALIÐ
SÍ breyt sigursrøð­ina hjá Mjølni og er f…
Í morgin verður tað! Hví velja Miðflokki…
Eitt sterkt vinnulív, einar sterkar Føro…
Reyður politikkur gevur reyð tøl – eisin…
Vilt tú? - eg vil ikki
Føroyingar vilja sambandið við Danmark
Haldføri! – á fíggjar­lóg­ini og í lummanu…
Gjaldi í Eysturoyar­tunnli­num niður, ein…
Vit mugu hava ein greiðan útlendingapoli…
Einki Islam og Hamas í Føroyum, takk!!
Góðu veljarar
Klárar tú at tosa uttan mál?
Gerandisdagu­rin hjá vanligum fólki stóra…