Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skipini, sum ætlanin er at boykotta, eru ongin hóttan, sigur Hanus Hansen, og tí er ongin orsøk til at svartlista tey. | Mynd: Egin mynd.

Vandin er ikki veruligur – men avleiðingarnar verða

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.08.2025 - 06:49 Politikkur Tíðindi Vinna

Gongur tað sum Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, ætlar, so verða tvey russisk reiðarí, Murman Seafood og Norebu JSC, boykottað úr føroyskum øki í næstum. Orsøkin til drastiska stigið er, at tey eru undir illgruna fyri at hava framt sabotasju og njósnaravirksemi. Men USA metir ikki, at tey eru til nakran vanda fyri trygdina í Føroyum. At ætlanin er at boykotta óansæð er vegna politiskt trýst í Føroyum, hevur Hanus Hansen fingið upplýst.

Formaðurin í Reiðarafelagnum, Hanus Hansen, hevur fingið upplýst frá føroyskum myndugleikunum, at USA er av teirri fatan, at russisku fiskiskipini ikki útgera nakran reellan vanda fyri Føroyar. Men eitt boykott kann fáa fatalar avleiðingar fyri fiskiveiðisamstarvið, sigur Hanus Hansen við Fólkapoddin, og tað sama sigur Vladimir Vladimirovitj Barbin, russiskur ambassadørur í Danmark, eisini.  

Løgtingsins Uttanlandsnevnd hevur verið í USA og m.a. vitjað Navy of Intelligence, ið hevur ábyrgd av trygdini í Norðuratlantishavi. Har spurdi onkur av løgtingslimunum um, hvør vandi var við russisku fiskiskipunum í Norðuratlantshavinum. Svarið var, at tey høvdu als ongan týdning í so máta. Stórur partur av føroysku fiskivinnuni var so kallaður til fundar í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum saman við landsstýriskvinnuni, Sirið Stenberg, og har spurdi Hanus Hansen, um hetta passaði, sum Uttanlandsnevndin hevði fingið at vita. Tað passaði, fekk Hanus Hansen váttað.

Tey bæði reiðaríini, sum ætlanin er at svartlista, sita á 31,5% av svartkjaftinum, 22,8% av makrelinum og 52,2% av sildini í føroyskum øki. Tað er óhugsandi, at russarar bara fara at lata tað fara aftur við borðinum, sigur Hanus Hansen, sum væntar, at avleiðingin fer at vera, at sølan til Russlands heldur uppat, og at fiskiveiðiavtalan, sum hevur verið galdandi síðani 1977, hongur í klønum tráði.

Trýstið kemur ikki úr ES ella Noregi, men innanhýsis í Føroyum

Formaðurin í Reiðarafelagnum hevur eisini spurt seg fyri um, hvaðani ynskið um at boykotta russisku skipini kemur. Um tað er ES, ið vil trýsta Føroyar at boykotta, ella um tað møguliga er Noreg, ið ger tað. Har fekk hann upplýst, at trýstið kemur úr hvørgum staði, men at tað er politiskt press úr Føroyum á at fáa steðgað hesum samstarvinum.

Sambært Hanusi eru norðmenn als ikki áhugaðir í, hvat føroyingar gera á hesum økinum, og ES leggur heldur onki í tað. Men tað eru nakrir føroyskir politikarar, sum fegnir vilja profilera seg uppá at fáa eitt sovorðið boykott sett í verk, og at ábendingar eru um, at onkrir av hesum politikarunum hava eina dulda ætlan at geva rættindini til onkran, teimum dámar betur:

– ”Tað verður sagt, at vit kunnu bara fiska tað sjálvi, men vit vita ikki, hvar tað endar. Ætlanin hjá teimum er at koma við onkrum nýggjum mørkum í heyst, so at man kann taka rættindi frá mær og onkrum øðrum fyri at geva onkrum, sum teimum dámar betur”, sigur Hanus Hansen við Fólkapoddin, og leggur afturat, at um vit fyrst missa avtaluna við Russland, so fáa vit hana ongantíð aftur.

Hanus tekur aftur í orðini hjá Mortani Johannesen, sum einaferð retoriskt spurdi: – ”Hvussu skal tað vera, tá versti fíggindin hjá føroysku fiskivinnuni eru føroysku myndugleikarnir?”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kristian Martin: Púra skilaleyst at boyk…
Russar ávara Noreg um fiski­vinnu­samstarv…
Kára Sigurðsson gjørt sáttmála við FC No…
Javnaðar­flokku­rin skravar botnin í nýggj…
Amerikanski kavbátu­rin USS South Dakota…
Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindu…
Útgávu­konsertir og bókaútgáva, Stanley S…
Vandin er ikki veruligur – men avleiðing…
Svend C klárur til nýggjan túr
Vinnarar í fiski­kappingini
Eirikur svarar Johan: Ber illa til at ræ…
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (…
Stórfingin, áhugaverd, forvitnis­lig og s…
Gløgt at fylgja góðum ráðum
Bjargingarbátu­rin Arun er til sølu
Vísið varsemi á Skúlavegi
Politiski myndugleikin má taka trupullei…
Hvussu stórt politiskt vald hevur Russla…
KÍ hevur ikki tapt í 32 lands­kappingardy…
Avtaka grund­stykkjalistan!