Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sirið: Ongin ósemja við Norðoya Tjóðveldisfelag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.11.2025 - 10:28 Politikkur Tíðindi Vinna

Eg haldi føroyski politikkurin at hava fiskiveiðiavtalu og at fylgja sanktiónunum hevur víst seg at halda, sigur Sirið Stenberg við Norðlýsið


Sirið Stenberg landsstýriskvinna hevur lagt uppskot fyri tingið, ið skal geva henni heimild at sanktionera tvey russisk reiðarí. Uppskotið varð samtykt við 2. viðgerð og fer tí helst ígjøgnum eisini við 3. viðgerð.

Í leiðara 20. november spurdu vit um Eysturoyar- og Norðoya Tjóðveldisfelag vóru avtikin, nú tey vóru so kyrr í málinum - ásannandi stóra leiklutin fiskivinnan hevur í landnyrðings-Føroyum.

Norðoya Tjóðveldisfelag meldaði greitt út hvat teirra hugsan var í tíðindaskrivi 22. november, m.a søgdu tey:

"Fiskivinnusamstarvið við Russland spælir ein týðandi leiklut í tí føroyska búðskapinum, og harvið eisini tí vælferð vit enn hava í Føroyum – serliga norðanfyri Hórisgøtu. At seta alt hetta í vanda, fyri at senda eitt súmbolpolitiskt signal til útheimin, vilja vit í Norðoya Tjóðveldisfelag staðiliga mótmæla, og er hetta ikki ein avgerð, sum vit vilja kenna okkum aftur í".

 

Vit spurdu tí Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldisflokkinum um hennara viðmerking til útmeldingina hjá Norðoya Tjóðveldisfelag.:

"Eg haldi føroyski politikkurin at hava fiskiveiðiavtalu og at fylgja sanktiónunum hevur víst seg at halda.

Í síðsta enda er tað landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum eftir ráðførslu við løgtingsins uttanlandsnevnd, sum tekur endaligu avgerðina.

Sum skilst eru fyrireikingar til samráðingar í gongd.

Av tí at tað hevur tikið longri enn vanligt áðrenn Norra er farið til samráðingar koma okkara samráðingar nokk at liggja við ársenda.

So ongin ósemja er við felagið". 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karl: - Tað er lív í býnum
Ungur áleypari heldur fram
Fara fjallatúr seinni í ár
Noreg og Svøríki hava sent herfólk til G…
Føroysku U18 genturnar gjørdust nr. 2
Looknorth fer undir at byggja nýtt og se…
Arnbjørn: KÍ skal hava fleiri ungdómslan…
Útróðurin í dag
U18 dreingir­nir endaðu á 3. plássi
Tussj: Vit skulu víðari frá undankapping…
Stórt mannfall í KÍ frá byrjan
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Torradagar aftur á skrá
Búskapur í øllum: Hvør er meira verdur?…
Nakkur 3.500 pund
Ester Mikkelsen 70 ára føðingardag
KS: Tænastudeildin fær nýggjan leiðara
Heidi Sevdal til KÍ
Fólka­flokku­rin riggar til val?
Føroyar og Ísland gjørt semju um sínámil…