Lýsing
Lýsing
Lýsing

Breitt samstarv um integratión

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  03.03.2026 - 09:55 Tíðindi

Í samband við at løgtingið hevur samtykt eina integratiónslóg er tað álagt øllum kommunum at hava sett ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026

 

- Í dag kunnu vit alment boða frá, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eitt samstarv um integratión saman við kommununum í Norðoyggjum, Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Soleiðis sigur Karl Johansen, borgarstjóri, sum fegnast um, at kommunurnar nú fara at søkja eftir fólki til nýggja starvi sum integratiónssamskipari.

- Uppgávan hjá integratiónssamskiparunum verður m.a. at vegleiða, hjálpa og vísa á møguleikar og tænastur í kommununum, og saman við politisku skipanini tryggja at fólk trívast og verða ein virkin partur av samfelagnum.

- Vit hava verið tilvitaði um hendan tørvin leingi, og tí er tað í tøkum tíma, at vit nú meira skipað kunnu fara undir at byggja brýr millum tilflytarar og lokalsamfelagið.

- Integratión er eitt stórt øki, og tað eru nógv átøk, sum hava eydnast væl, men tað er ein sannroynd, at tað eisini eru ymisk viðurskifti, sum kunnu gerast betri.

- Tað at tilflytarar nú koma at hava eitt fólk at venda sær til í nærumhvørvinum, sum kann vegleiða og upplýsa um ymisk viðurskifti er avgjørt ein bati, men ein forteyt er, at samstarv við myndugleikar, stovnar, felagskapir og onnur, sum arbeiða við integratión, fer at eydnast væl. Og tað eri eg sannførdur um, at nýggja starvsfólki fer at megna, sigur Karl Johansen.

Starvslýsingin til starvið sum integratiónssamskipari sæst her: Starvslýsing

Lýsing
Seinastu tíðindini
Næmingar kappast í íverksetan í SkúlaFM-…
18.698 fáa pengar aftur í skatti
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Undir slíkum treytum ber ikki til at rek…
Fólka­flokku­rin hevur loysnirnar
Fjølbroytt kunningartiltak um útbúgvinga…
Breitt samstarv um integratión
Bakkafrost væntar at taka metið, ið varð…
Vinnarin av Lesaravirðisløn­ini 2026 funn…
Flyta fundir í samband við val
Martha Øre vitjaði borgar­stjóran
Tveir svanar á Borðoyarvík
Kaðalarbeiði á Vágsgeil
Hjólini mæla framvegis við góðari ferð
Ben Arabo stillar upp
Byrgingin um Haraldssund í morgun
Fólk, ið bera brek, hava eisini rætt at…
Løgmaður vitjar Norðlýsið í morgin
Kvinnudagur og kvinnukór­konsert: Suð, Si…
Kim Durhuus stillar ikki upp